Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-22, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. februar 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 36 - 22. februar 2005 23 Landsliðið á La Manga Í hesum døgum er ein ung útgáva av føroyska fótbólts- landsliðnum á venjingarlegu í La Manga í Spania FÓTBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Sum vant er føroyska fótbóltslandsliðið á venjingarlegu í Spania í februar mánað. Lands- liðshópurin fór av land- inum um vikuskiftið, og aftur í ár gongur leiðin til La Manga í Spania. Nógv nýggj andlit Í 20-mans stóra hópin- um var ein rúgva av nýggjum andlitum í landsliðshøpi. Nógvir av vanligu stuðulsleik- arunum eru ikki við á ferðini, og tí verður venjingarlegan heldur nýtt sum eitt høvi hjá landsliðsvenjaranum, Henrik Larsen, at hyggja nærri at summ- um av teimum, ið banka upp á landsliðsdyrnar. Talan er fyrst og fremst um ungar leikarar, ið teir allarflestu hava roynt seg á ymiskum ungdómslandsliðnum hjá FSF. Í mun til undanfarin ár verður tí heldur ikki lagdur stórur dentur á venjiingardystir á venj- ingarleguni, tí bert tann eini er á skránni. Hann verður á skránni fríggja- dagin, tá ið landsliðs- hópurin skal royna seg móti norska tippe- ligaliðnum HamKam, sum hevur navnframa Ståle Solbakken sum venjara. Í kvøld verður stovn- andi aðalfundur av nýggja fótbóltsfelagn- um í sunnaru helvt av Suðuroynni, og so verður av álvara farið undir fyrireikingar- nar til kappingarárið SAMANLEGGING Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað hevur ljóðað, at vátt var komið í reiðrið í sambandi við samanleggingina av Sumba og VB, men í kvøld verður stovnandi aðalfund- ur av nýggja felagnum, og einki hald tykist verða í leysatíðindunum. Gomlu nevndirnar hjálpa tí nýggju Í sambandi við stovnandi aðalfundin av nýggja fel- agnum verður vald ein 7- mannanevnd at standa fyri leiðsluni av nýggja saman- lagda felagnum. Av teimum sjey nevndar- limunum verða fýra úr teimum gomlu nevndunum í ávíkavist VB og Sumba. Tveir úr Sumba og tveir úr VB, meðan tríggir teir sein- astu verða nývaldir. Sagt verður, at hetta verður gjørt fyri at hjálpa nýggju nevndini í uppstar- tinum av nýggja felagnum, og seinni verður nevndin so minkað nakað. Stovnandi aðalfundurin av nýggja samanlagda fel- agnum verður í VB-húsin- um í kvøld klokkan átta. Sjálvt um felagið ikki er formelt sett á stovn enn, so hava teir tó sent minstu- krøvini frá UEFA inn til Fótbóltssambandið, tí evstamark fyri at senda hesi inn er í dag. Eisini nýtt fólk Vant hevur verið í eina tíð suðuri í Vági, men tað er ikki fyrr enn nú í seinast- uni, at uppmøtingin til venjingina hevur verið nøktandi. Sum skilst var eitt sindur av ónøgd við, at serliga sumbingar vóru heldur seinir at koma í gongd við venjingina, men hetta tykist alt at verða í lagi nú. Tað er danin, John Christensen, ið venur Sumba/VB, og hann hevur eisini fingið fatur á onkrum nýggjum spælara. Talan er um ein afrikanskan spæl- ara, sum tað tó ikki hevur eydnast okkum at fáa nærri upplýsingar um. Í sambandi við saman- leggingina av Sumba og VB er tó eingin avtala gjørd um, hvussu nógvir spælarar úr Sumba og hvussu nógvir úr Vági skulu verða á liðnum, men tað man verða lítið at ivast í, at tað er kær- komið hjá nýggja venjar- anum, at hópurin helst verður væl breiðari, enn hann var í fjør, tá ið tað bara var VB. Væntandi koma tveir serbar í hesi vikuni til Tvøroyrar, har teir skulu styrkja um liðið hjá aldursforsetanum í føroyskum fótbólti FÓTBÓLTSSTYRKUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Í hesum døgum leggja fót- bóltsfeløgini kring landið seinastu hond á fyrireiking- arnar til fótbóltsárið, sum fer av bakkastokki í kom- andi mánað. Nýggja liðið í 1. deild, TB, hevur í hesum sambandi styrkt sær um møguleikarnar fyri at yvir- liva í deildini við at fáa fatur á tveimum serbiskum leik- arum. Málverji og verjuleikari Teir báðir serbarnir koma til Føroya væntandi í hesi vik- uni, og talan er um ein mál- verja og ein verjuleikara. Málverjin eitur Predrag Markovic, og hann er 28 ára gamal. Markovic spælir í løtuni við einum liði í triðfremstu deildini í Serbia, men hann hevur eisini spælt í fremstu og næstfremstu serbisku kappingini. Verjuleikarin, sum fær í næstum, eitur Ace Petrovic. Hann er 29 ára gamal, og eins og nýggi málverjin spælir hann í løtuni við einum liði í serbisku 3. deild, men eisini hann hevur roynt seg í teimum báðum ovaru deildunum í Serbia. Bjarni Mortensen, for- maður í fótbóltsdeildini hjá TB, sigur, at felagið hevur fleiri góðar og ungar spæl- arar, men at tørvur er á nøkrum royndum kreftum, um liðnum skal verða lív lagað í bestu deildini. Tí hevur TB fingið sær fatur á teimum báðum serbunum, sum teir vóna fara at styrkja liðið munandi. Tað er eisini ein sann- roynd, at nú kappingarárið verður longt, er neyðugt hjá feløgunum at hava ein rímuliga breiðan hóp, og tí kemur tilgongdin av teim- um báðum serbunum væl við hjá TB. Seks útlendingar Tá ið teir báðir, Predrag Markovic og Ace Petrovic, eru komnir til Tvøroyrar, eru ikki færri enn seks út- lendingar í hópinum hjá TB. Umframt teir báðar nýggju serbarnar, er talan um Alexander Jovevic, ið er komin úr NSÍ, og so ghan- esarnar Larby og Nyarko, og Predrag Zivkovic, ið allir tríggir vóru við í fjør. Bjarni Mortensen greiðir frá, at allir seks hava ikki loyvi til at verða á vøllinum í senn, tí sambært lógini kunnu bert fimm teirra verða á liðnum samstundis. Á Tvøroyri eru teir langt síðani farnir undir venj- ingarnar undir leiðslu av nýggja venjaranum, Milan Milanovic, og sum skilst eru menn stak væl nøgdir við nýggja venjaran. Í løt- uni verður vant einar seks ferðir um vikuna, og mill- um 15 og 20 mans eru til venjing hvørja ferð. Formaðurin í fótbólts- deildini hjá TB, Bjarni Mortensen, sigur, at málið hjá TB fyri komandi kapp- ingarár er fyrst og fremst, at liðið verður verandi í fremstu deildini. Hann leggur afturat, at við tí fólki, sum TB hevur, eru vónirnar um framhaldandi lív í fremstu deildini eisini góðar. Stovna Sumba/VB í kvøld TB fær serbiskan styrk TB-liðskiparin, Óli Johanne- sen, fer komandi kappingarár allarhelst at hava serbiska Ace Petrovic undir liðini á sær í miðverjuni hjá TB savnsmynd Símin Samuelsen fer at hava fleiri sumbingar sum liðfelagar í nýggja kappingarárinum á nýggja liðnum Sumba/VB savnsmynd