Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-22, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. februar 2005síða 25

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 36 - 22. februar 2005 25 Flóvin fekk sín triðja IM-norm Sunnudagin eydnað- ist tað Flóvini Tór Næs sum fyrsti føroy- ingur at ogna sær tríggir IM-normar. Kravið fyri at fáa IM- heitið er nú, at Flóvin kemur uppá 2400 í altjóða rating TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Í roynd og veru fekk Flóvin longu sín fyrsta IM norm (International Master norm) í Politiken Cup 1998. Men hann, og vit onnur, visti bara ikki av tí tá. Orsøkin er tann, at fyri nøkrum fáum árum síðani broytti talvsamgongan FIDE nakrar reglur við- víkjandi normum, soleiðis at nýggju reglurnar eisini høvdu afturvirkandi kraft. Nærum sjey ára gamla úrslitið hjá Flóvini passar inn í nýggju rammurnar og telur tí við sum ein normur. Sín næsta norm ognaði Flóvin sær í Týsklandi á sumri 2002. Flóvin er slóðbrótari á økinum og skumpaði helst eisini undir telvarar sum John Arna Nilssen og Heina Olsen, sum síðani hava vunnið sær ávíkavist tveir og ein norm. Dianalund IM Seks danir, tveir føroyingar, ein letti og ein úr Bangla- desh mannaðu Nordea Cup, sum varð telvað í Dionu- lund, Sælandi. Heini Olsen og Flóvin vórðu styrkis- mettir sum nummar fýra og fimm. Miðalratingin hjá luttakarunum var 2333 og seks stig kravdist fyri at fáa norm. Flóvin legði væl út við tveimum sigrum, meðan Heini hevði hálvt stig eftir fyrstu tvey umførini. Heini vann føroya-uppgerðina í triðja umfari og kom tískil fyrst tá veruliga í gongd. Eftir fimta umfar vóru før- oyingarnir í toppstríðnum, men tað varð Flóvin sum helt stimanum. Undan seinasta umfarin- um hevði Flóvin einans brúk fyri javnleiki. Max Nielsen vildi ikki taka av remis-tilboði Flóvins í sjeynda leiki, men eftir fimtan leikum bjóðani dan- in javnt og Flóvin tók sjálv- sagt av. Seks stig, IM-norm- ur og eitt triðja pláss vóru komin í hús. Eitt rimmar úrslit. Heini fekk eina hampi- liga góða kapping við 50% skoru. Í seinasta umfari leikti Heini ein góðan javn- leik við svarta fólkinum móti kappingarvinnaranum GM Miezis. Málið er 2400 Sjálvur sigur Flóvin, at alt gekk honum til vildars í kappingini. Rætt hevur Flóvin, at hann júst tað sama kundi havt tapt í fyrsta umfari (mótstøðu- maðurin tapti uppá tíð í betri støðu), men annars telvaði Flóvin rættiliga væl og orkufrekt. Eftir kappingina hevur Flóvin umleið 2340 í altjóða rating. Tískil manglar uml. 60 ratingstig innan hann í talvhøpi kann kallast IM Flóvin Tór Næs. Komandi IM´arin heldur, at telving hansara enn er nakað óstøð- ug til tess, at hann innan stutta tíð kann náa 2400- markinum. Livst so spyrst. Greitt er tó, at Flóvin hevur yvirtikið fyrsta pláss- ið frá John Arna á føroyska ratinglistanum. Eitt pláss sum John Arni annars hev- ur sitið á í nærum fimm ár. Endaliga støðan í Dionulund 1 GM Miezis (2541) 7,0/9 2 GM Rausis (2500) 6,5 3 Flóvin T. Næs (2302) 6,0 4 Thorbjørn Bromann (2370) 5,0 5 Heini Olsen (2345) 4,5 6 Esben Lund (2292) 4,5 7 Kristian Hovmøller (2287) 4,5 8 Max Nielsen(2270) 3,5 9 Preben Dalberg(2219)3,0 10 Svend Christensen (2193) 0,5 NM í Oslo Tíggju ungir føroyskir telv- arar hava júst luttikið í Norðurlandameistaraskap- inum fyri unglingar. Býtt varð upp í fimm aldurs- bólkar. Í elsta bólkinum (føddir 1985-87) gekk tað framúr væl hjá Sjúrður Thorsteins- son, sum var lægst styrkis- mettur. Sjúrður fekk 2,5 stig av seks møguligum og var eitt skiftið heilt frammi í oddinum, men endaði loks- ins á einum 7. plássi. Tíverri hevði Olaf Berg í sama bólki helst sína ringastu kapping nakrantíð. Olaf var ein av favorittunum, men fekk einans 2,5 stig, harav eitt stig var fyri eitt fríumfar. Toppskorarin frá heimligu liðkappingini missur útvið 50 ratingstig. Íslendingurin DagurArngrimson (2304) vann bólkin við 5,5 stigum. Í bólki B (1988-89) fekk Jón Gregersen somuleiðis 2,5 stig og eitt níggjunda pláss. Eitt flott og heiður- ligt úrslit hjá unga sanda- vágsmanninum. Henry Berg fekk einki stig á hes- um sinni. Helgi D. Ziska er neyvan nøgdur við síni trý stig og 7. pláss í bólki C (1990- 91). Helgi var høgt styrkis- mettur, men kom ongantíð veruliga í gongd. Relativt væl betur gekk tað hjá Rógva Dragaberg, sum fekk 2,5 stig. Í næstyngsta bólkinum (1992-93) fingu Rógvi E. Nielsen og Hjalti Toftum Jógvanson ávíkavist 2 og 1,5 stig, sum er á gongdari leið. Í yngsta bólkinumfekk Høgni E. Nielsen eitt gott úrslit við sínum 2,5 stigum. Jóhann Vørmadal fekk eitt stig. Samanumtikið varð úr- slitið í NM 2005 eingin succes sæð við føroyskum eygum. Tó vórðu nakrir glottar, eitt nú góðu av- rikini hjá Sjúrði, Rógva og Jón. Talvið hesa vikuna Thorbjørn Bromann (2370) - Flóvin Tór Næs (2302) Dianalund IM (5.umfar), 16.02.2005 1.e4 c6 2.d4 Ria6 Óvan- ligur leikur. Hugskotið aftanfyri leikin er m.a., at um hvítur leikar Bxa6, leikar svartur Fa5+ og síðani Fxa6 3.Ric3 Ric7 4.Be3 d6 5.Fd2 g6 6.h4 Rif6 7.f3 Bg7 8.a4 a5 9.Rd1 Bd7 10.Bh6 Bxh6 11.Fxh6 Rih5 12.Rige2 e5 13.g4 Rif6 14.h5 Fe7 15.hxg6 fxg6 16.Fe3 0— 0 17.Rig3 Rae8 18.g5 Tykist sum hvítur nærum hevur vinnandi fyrimun, men við næsta leikinum verður eldur festur á talvborðið Støðumynd eftir 18. g5 18...Rifd5! Eitt gott riddaraoffur, sum í roynd og veru er einasti og besti leikur 19.exd5 exd4 20.Fxe7 Rxe7+ 21.Rice2 Rxf3 Hevur Flóvin fingið nokk fyri riddaran sum hann lat? Í øllum førum er tað torført at leika við hvítum, hóast materiellan yvirvág 22.Kd2 Ree3 23.Rh4 d3 24.cxd3 Rixd5 25.Kc2? Bh3 er betur, men eftir Rxd3+ sær tað kortini svart út hjá hvítum 25...Rxg3! 26.Nxg3 Rxg3 27.Re1 Rxg5 Flóvin hevur vinnandi fyrimun 28.Bh3 Bxh3 29.Rxh3 Re5 30.Reh1 h5 31.Rf3 Rie3+ 32.Kd2 Rif5 Nú er lætt vunnið. Finnurnar renna av sær sjálvum á mál 33.Rb1 Kg7 34.b4 b6 35.bxa5 bxa5 36.Rb7+ Kf6 37.Rc7 Rc5 38.Rd7 Kg5 39.Rf1 h4 40.Rh7 Rd5 41.Kc3 Kg4 42.d4 Rig3 43.Re1 h3 44.Re6 g5 45.Reh6 Rie2+ 46.Kd3 Rif4+ 47.Kc4 Kg3 48.Rc7 g4 49.Rxc6 h2 50.Rb6 Rh5 51.Rxh5 Rixh5 52.Rb1 Kg2 53.Kb5 h1F 0—1 Kendi hondbóltsleikarin, Anja Andersen gjørdist ræðslusligin, tá hjartatólið sum skal forða fyri hjarta- blaktran, bráddliga fór í gongd. Og tað beint sum lið hennara Slagelse, har hon er venjari, skuldi byrja ein dyst í meistaraliguni í kvinnuhondbólti Dysturin var ikki meiri enn byrjaður, tá Anja And- ersen bráddliga small í gólvið, og mátti koyrast á sjúkrahús. Aftaná greiddi hon frá, at hon bara gjørdist ræðslu- sligin og bangin, tá ICD- tólið, sum er opererað inn fyri at forða fyri hjarta- blaktran, fór í gongd á fyrsta sinni. – Eg mátti jú gevast sum hondbóltsleikari orsakað av einum hjartafeili. Men tá hevði eg ongan hug at siga fólki frá tí sum bilti mær, segði heimskenda danska hondbóltskvinnan, sum nú á fyrsta sinni hevur sagt frá tólinum hon ber undir húðini. – Eg fekk eitt dupult hjartaslag tá dysturin júst var byrjaður, og tá gav tólið mær eitt støt. Hetta eigur tað at gera fyri at fáa pulsin uppá pláss aftur, soleiðis at eg ikki fái hjartablaktran. Hetta var fyrstu ferð at eg upplivdi tað, og eg var als ikki fyrireikað uppá eitt slíkt "Tyson-slag" í bróst- kassan. Men tað var ikki vandamikið, so kanska var eg eitt sindur ov bangin, segði hon. Eftir eina vitjan á sjúkra- húsinum kom Anja Ander- sen aftur og fylgdi seinna hálvleiki, tá Slagelse tryggjaði sær fyrstaplássið í sínum meistaraligabólki við 26 – 22 sigrinum á Kometal Skopje. – Hon fall ongatíð í ørvit, men hon avgjørdi bara at leggja seg niður. Tað var ongatíð vandi á ferð, heldur ikki tá hon kom aftur í høllina, segði læknin í felagnum, Bo Lindberg. Anja fer kortini at ganga til regluligar kanningar, og hon sigur, at hon fram- haldandi hevur samband við teir norsku læknarnar, sum hjálptu henni tá hjarta- trupulleikarnir byrjaðu. sb. Anja small í gólvið www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo