Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-22, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. februar 2005síða 26

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 36 - 22. februar 2005 Havnar Klubbi legði seg leygardagin klárt á odda í føroyameist- arakappingini í bill- ard fyri lið við at vinna 14-4 á oddaliði Kaggans. Undan seinasta umfarinum um eina viku liggur Havnar Klubbi á odda við 58 stigum, Kaggin 1 er nr. tvey við 52 stigum, Klaksvíkar Billardfelag er nr. trý við 48 stigum, og aftast er Kaggin 2 við 24 stigum BILLARD Billardsamband Føroya Stórur spenningur var und- an næstaseinasta umfarin- um FM í billard í Kaggan- um leygardagin, tá Kaggin 1 og Havnar Klubbi møtt- ust. Undan dystinum lógu hesi bæði liðini og klaks- víkingar sera jøvn. Við at vinna á Kagganum kom Havnar Klubbi í eina ynskistøðu til seinasta umfarið, sum verður spælt um eina viku, tí tá møta teir tí veikasta liðnum í kapp- ingini. Og tað skuldi eisini blíva Havnar Klubbi, sum stóð seg best í vikuskift- inum. Hann ikki bert vann á tí annars væl menta Kaggaliðnum. Hann rætt og slætt smurdi Kaggan av. Kaggamenn fingu ikki eitt bein til jørðina. Nærum hvørja ferð "Klubbamenn" tóku kø í hond og fóru til borðið rapaðu keylurnar. Eina løtuna rullaði so væl hjá billardstjørnuni í Havn- ar Klubba, Henriki Peter- sen, at hann var bert seks keylur frá at fáa tey gyltu 1000 eyguni. Hann hevði so eisini besta umfarið uppá 216 eygu. Tá avtornaði lógu Kagga- menn væl og virðiliga eftir á. Teir vunnu bert tveir dystir, hinar sjey vunnu Henrik, Carsten og Niels, tó at talan var um marginal- ar í fleiri av dystunum. Hetta skuldi so ikki verða dagurin hjá tí í seinastuni annars væl rullandi Kagga- liðnum. Bjarni Skaalum, sum plagar at finna góð mið og at gera stór hál, dróg í fleiri førum svart, hann misti hesaferð fýra av seks stigum, tó at hann í dystinum móti Henriki mundi væl sera vælspæl- andi og mundi tikið "El Meistro" aftur. Steinbjørn í Dali, sum eru í einum aldudali í løtuni, tapti allar dystirnar, meðan Jan Müll- er vann ein dyst men var annars mest knáður av Kaggamonnunum við ein- um snøggum meðaltali uppá 25 eygu. Henrik endaði á 32 eyg- um í meðal. Eisini Carsten Hansen gjørdi um seg. Hann var til tíðir sera væl- spælandi og vann allar dystirnar. Niels Nielsen mátti lúta í tveimum førum men hevði eitt gott meðal- tal omanfyri 20 eygu. Avgerðin um gull, silvur og bronsu fellur komandi vikuskifti. Tá møtast Klaksvíkar Billardfelag og Kaggin 1 í Klaksvík, og í Havn hittast Kaggin 2 og Havnar Klubbi. Hóast einki er endaliga avgjørt enn, so liggur Havnar Klubbi sera væl fyri at gerast Føroya- meistari. Tað eru umleið 10 ár síðani, at Havnar Klubbi gjørdist meistari, og tað var í teimum døgum, tá Eirikur Nielsen var í velmaktini. Hesaferð stuðlaði hann soninum, tá hesin saman við klubbafeløgunum so flott vann á Kagganum 2. Um støðuna er at siga, at tað verður sera torført hjá Klaksvíkar Billardfelag at taka Havnar Klubba aftur. 10 stig eru á muni. Sjálvt um klaksvíkingar rudda borðið í Klaksvíkar Klubba komandi vikuskifti og vinna 18-0 á Kagganum 1, so skal gangast Havnar Klubbi sera sera illa fyri at FM-heitið endar aftur har norðuri. Havnar Klubbi er nevniliga í tí "hepnu" støðu, at teir seinasta um- farið skulu spæla móti tí vánaligasta liðnum. Men sum sagt og skrivað: einki er avgjørt enn. Allir møgu- leikar standa opnir. FM-kappingin fyri ein- staklingar verður í ár spæld í Klaksvíkar Klubba, eftir øllum at døma vikuskiftið 18. og 19. Mars. Tá verður so fyrst spælt innleiðandi kvalifiseringsumfar í Havn 11. og 12. Mars. Billard- samband Føroya sigur frá, at tekning skal vera í feløgunum innan týsdagin 4. Mars Verandi føroya- meistari er Henrik Petersen úr Havnar Klubba. Klubbamenn tevja gull Niels Nielsen, Henrik Petersen og Carsten Hansen úr Havnar Klubba liggja klárt á odda í FM-kappingini í billard fyri lið. Mynd Billardsamband Føroya. Feðgarnir báðir, Eirikur og Niels Nielsen. Eirikur var í nógv ár besti billardspælarin í Føroyum og hevur vunnið ein hóp av føroyameistara- heitum. Í dag er sonurin Niels á fremsta liðnum hjá Havnar Klubba, sum pápin eisini umboðaði í sínari tíð