Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. februar 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 37 - 23. februar 2005 Vestmanna kommuna fer nú at seta sterkt hegn kring allan barnagarðin í bygdini. Ein partur er longu gjørdur, meðan restin verður gjørt í vár BARNAANSING Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Tað var eitt stórt framstig innan barnaansingina, tá vestmenningar fyrst í ár- inum kundu taka tann nýggja barnagarðin í nýtslu. Nýggi barnagarðurin við heitinum "Gjáarlon", ið liggur ovarlaga í bygdini, er góðkendur til 84 børn. Her er bæði talan um børn í vøggustovu og í barnagarði. Hetta var samstundis tann fyrsti barnagarðurin, ið varð góðkendur av al- mennu eftirlitsstovnunum. Har inni finst tí alt, sum kann gera dagin góðan og innihaldsríkan fyri vest- mannabørn. Uttanfyri er tó enn eitt og annað eftir at gera. Millum tingini, ið ein fer undir í næstum er at leggja asfalt á spæliplássið. Men tað størra málið í hesum samband má tó sig- ast at vera sjálv innhegn- ingin av barnagarðinum, sum liggur beint við eina stóra gjógv. – Hetta málið verður eis- ini loyst nú, sigur Karl A. Olsen, borgarstjóri í stuttari viðmerking við Sosialin. Sterkt hegn Á fundi í bygdarráðnum herfyri varð júst hetta málið til viðgerðar. Í ætlanini skulu tvey ar- beiðir gerast: Í fyrsta lagi skal gerast ein stuðulsmúr- ur niðan móti vegnum, so- leiðis at børnini ikki á nakran hátt kunnu fara uppeftir hesum beninum. Í øðrum lagi er so ætlanin at gera eitt gott og sterkt hegn kring allan barnagarð- in. Ein hevur longu sett upp eitt slíkt hegn í niðaru síðu av garðinum, meðan ein í ovaru síðuni fyribils hevur sett upp eitt minni hegn. Tá málið um stuðulsmúr- in var fyri á fundinum í bygdarráðnum lá eisini í tí, at ein ætlar at seta upp tað sama sterka hegnið kring um allan barnagarðin. Bygdarráðið samtykti einmælt at játta 300.000 kr. til hetta arbeiðið, sum verð- ur fíggjað við peningi av fýra ymiskum konto’um hjá bygdarráðnum. – Vit hava verið eitt sind- ur forðaðir av veðri. Men ætlanin er at byrja sum skjótast við arbeiðinum, so- leiðis at tað kann verða lið- ugt í vár, sigur borgarstjór- in, Karl A. Olsen. Málið rokkið Tá barnagarðurin Gjáarlon gjørdist veruleiki, kundi ein siga, at eitt av málunum hjá Kvinnulistanum í Vest- manna var rokkið. Men tey børnini, sum hava tørv á dagrøkt, hava kortini ikki bert henda nýggja barnagarðin at fara í. Ein útibarnagarður er eis- ini í Vestmanna. Hesin kallast Látipípan, og kann hýsa børnum úr 5 árum upp í 7 ár, og í frítíð- aransingini frá 1. til 3. flokk. Á bygdarráðsfundinum í farnu viku varð eisini eitt mál fyri henda barnagarðin til umrøðu. Tað var ein um- sókn frá leiðaranum, Mal- uni Stórá um loyvi at seta eitt starvsfólk aftrat. Hetta málið var fyrst til viðgerð í fíggjarnevndini, sum í fyrstu syftu mælti til at játta eitt starvsfólk frá 1. mars til 30. juni. Til stovn- urin letur upp eftir summar- frítíðina, fer trivnaðar- nevndin at kanna tørvin á plássum í frítíðaransingini. Hetta tilmælið varð ein- mælt samtykt. Býráðið keypt Müllers pakkhús HAVN: Tórshavnar bý- ráð hevur nú keypt Müll- ers pakkhús fyri 1,5 mió. kr. Málið var fyri á fundi í havnanevndini í septem- ber mánaði í fjør. Nevndin samtykti tá at kommunan skuldi yvirtaka henda søguliga bygningin, sum sambært tingbókini er 376 fermetrar stórur. Á fundi í fíggjarnevndini 9. februar varð samtykt at taka undir við havna- nevndini, soleiðis at kommunan kundi yvirtaka ognina fyri 1,5 mió. kr. Tá býráðið hevði málið til viðgerð í farnu viku, varð tað samtykt uttan at- kvøðugreiðslu. Á sama fundi varð eisini samtykt at keypa tað grót- laðaða neystið nærhendis. Hetta neystið er 69 fer- metrar til støddar, og varð yvirtikið fyri 150.000 kr. sb. Filadelfia varpar ljós á hjúnabandið SKEIÐ: Vikuskiftið 15. til 17. apríl skipar samkom- an "Filadelfia" fyri eini hjúnabandslegu á Hotel Føroyum. Tað hevur eydnast at fáa ein av góðu undirvísarun- um í Skandinavia, norð- mannin Eivind Frøen sum undirvísara á skeiðnum. Øll hjún eru vælkomin á legu. Málið er at luttak- arapørini fara styrkt og endurnýggjaði heimaftur. Í dag er nógvur ágangur á hjúnabandið, og ein kann ikki síggja burtur frá tí veruleika, at mong trúgv- andi kundu havt eitt betri hjúnalag. – Trupulleikin er, at vit skammast at tosa um slík viðurskifti. Ístaðin fyri at leita upp hjálp, so endar tað við einum braki, og hjúnalagið sindrast, með- an børnini standa sum teir stóru tapararnir. Fyri at bjarga verandi og komandi hjúnabondum kunnu tvey ting gerast: Í fyrsta lagi at seta ígongd hjálpartænastur fyri hjún, sum hava trupulleikar, og í øðrum lagi at reisa upp fyribyrgjandi tiltøk, sum kunnu hjálpa hjúnum, áðrenn tey koma í trupulleikar. Tað er í samband við hetta seinna, at leiðslan í Filadelfia hevur gjørt av at halda hesa hjúnabands- leguna í apríl mánaði. sb. Trygdin hjá børnum sett í hásætið Nýggi barnagarðurin í Vestmanna liggur vakurt fyri. Við síðuna av barnagarðinum liggur djúp gjógv, men hegnað er framvið. Nú skal hegnast betri og tryggari kring allan barnagarðin Mynd: Jens Kr. Vang Arbeiðið við lands- vegnum millum Skála og Strendur gongur væl. Um stutta tíð verður næsta byggistig frá Hulki og norður móti Prestá boðið út SAMFERÐSLA Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Vegagerðin á vestara armi á Skálafjørðinum er ein landsvegur, sum gongur frá skákvegnum oman til bygdina á Skála og út móti Hulki á Strondum. Teir eru í løtuni í ferð við at gera ein grovplaneraðan veg frá Gjógvará til Skála- garðsá og eina brúgv um Prestá. Fyrr í hesum mánaðinum høvdu teir grivið nærri 700 metrum, og skuldi næsta stig verða at spreingja fyri brúnni um Prestá og síðani gera brúnna. Tað er Byggitek sum stendur sum arbeiðstakari av arbeiðinum, har ein ætl- andi verður liðugur við 3. byggistig tíðliga í summar. – Ætlanin fyri, nær samlaða arbeiðið verður liðugt, veldst alt um játtan- irnar á komandi løgtings- fíggjarlógum, skrivar heimasíðan hjá Landsverki. Kostnaðurin av samlaðu vegagerðini er mettur til slakar 52 mió. kr. Kostn- aðurin av 3. byggistigi er mettur til 7,9 mió. kr. Landsvegurin nærkast Strondum Arbeitt verður ovarlaga við vegagerðini, soleiðis at ferðslan í framtíðini ikki skal ganga gjøgnum bygdina