Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-23, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. februar 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gi er skilagott Strategi fyri framtíð Føroya Føroyska samfelag- num tørvar eina samfelagsstrategi, sum skal tryggja vøkstur, kappingar- føri, virksemi og burðardygga menn- ing. Landsstýrið setir nú út í kortið, og málið er, at Føroyar í ár 2015 skulu teljast millum heimsins fremstu tjóðir MÁLSETNINGUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Landsstýrið arbeiðir sum nevnt aðrastaðni á "Vinnusíðunum" í dag við eini sonevndari sam- felagsstrategi fyri fram- tíð Føroya, sum ætlandi skal verða liðug í mai í ár. Á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni síggja vit eina stutta frá- greiðing um hetta ar- beiði, sum er sett í verk. Millum fremstu tjóðir – Í dagsins alheims- gjørda búskapi eiga vit ikki at taka okkara væl- ferð fyri givið. Kapping- in herðist í hvørjum, og arbeiðspláss verða hótt av kappingarneytum frá láglønarlondum. Tørv- urin at seta fokus á okk- ara kappingarfyrimunir og møguleikar í fram- tíðini hevur helst ongan- tíð verið størri. Landsstýrið leggur tí dent á, at føroyska sam- felagnum tørvar eina samfelagsstrategi, sum skal tryggja vøkstur, kappingarføri, virksemi og burðardygga menn- ing. – Tí fara vit at gera eina samfelagsstrateg- iska ætlan, ið hevur sum mál, at Føroyar í ár 2015 teljast millum heimsins fremstu tjóðir, verður sagt á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni. Íblástur og kunnleiki Í sambandi við arbeiðið, sum er byrjað, er landss- týrið eisini farið undir eina røð av evnisdøgum, sum skulu geva íblástur og týdningarmiklan kunnleika. – Á hesum evnisdøg- um hava bæði føroyskir og útlendskir serfrøðing- ar á ymiskum økjum framløgur, og eftir fram- løgurnar viðger lands- stýrið umrøddu evnini gjølla og ger ítøkiligar ætlanir. Landsstýrið sigur, at fyrstu evnisdagarnir hava verið, og har hevur eitt nú verið tosað um al- heimsgerð sum møgu- leikar og hóttan. – Alheimsgerðing gev- ur møguleikar fyri menn- ing og vøkstri, men hev- ur eisini við sær stórar avbjóðingar vegna broyttar og herdar kapp- ingarumstøður. Spurningurin í hesum sambandi var: "Hvussu troyta vit møguleikarnar, og hvussu møta vit hótt- anunum?" Olja, ES og vælferð Onnur evni, sum lands- stýrið eisini hevur á skránni, eru eitt nú: "Eitt framtíðar oljuvinnusam- felag og útjaðarapoli- tikkur", og í næsta mán- aði verður heitið á evnis- døgunum: "Vælferðin og búskapur" og "Viður- skifti okkara við ES". Í apríl verða eisini evnisdagar, og tá verður yvirskriftin: "Vinnupoli- tikkur – karmar, einskilj- ingar og eitt fjøltáttað vinnulív". Tá ið evnisdagarnir eru lidnir, fer landsstýrið at orða endaligu samfe- lagsstrategisku málini og at gera eina virkisætlan. – "Strategi fyri framtíð Føroya" verður liðug í mai, sigur landsstýrið á heimasiðuni hjá Løg- mansskrivstovuni. Nr. 37 - 23. februar 2005 17 heimsins fremstu tjóðir um 10 ár. – Er málið at verða fremst innan vinnulív, tøkni, á bústaðarøkinum ella sum heild. Tað hava vit einki hoyrt um, sigur hon. Heidi heldur, at málið hjá landsstýrinum sjálvsagt eigur at vera, at Føroyar teljast millum fremstu tjóð- ir á øllum økjum – og uppi í hesum partinum er væl- ferðin og búskapurin sjálv- sagt ein týðandi og náttúr- ligur partur. – Fjórða evnið fevnir um "Viðurskifti okkara við ES, og her heldur løgtings- kvinnan, at vit heilt vist eiga at taka henda táttin upp beinanvegin, soleiðis at okkara marknaðaratgongd til ES verður lættari og betri. Hon vísir á, at Tjóð- veldisflokkurin er ímóti ES-limaskapi, men neyðugt verður at fáa eina betri handilsavtalu upp á pláss – eina avtalu, sum vinnulívið kann liva við. – Eg haldi, at hetta málið má loysast beinanvegin, tí okkara vinnulív kann slett ikki liva við støðuni, so- leiðis sum hon er í dag. Gransking og útbúgving – Tað, sum eg serliga sakni í yvirskriftunum hjá lands- stýrinum til evnisdagarnar, er, at har stendur einki og gransking og útbúgving. Heidi sigur, at hon sær gransking og útbúgving sum eina fyritreyt fyri, at vit skulu kunna lyfta sam- felagið frameftir. – Eg haldi, at vit mugu seta meira pening av til vinnugransking, eins og neyðugt verður at hækka útbúgvingarstøðið í Føroy- um. Hon vísir á, at skerdu játtaninar til vinnugransk- ing, sum sitandi landsstýrið hevur framt, samsvara eftir hennara tykki ikki við ætlanir landsstýrisins um at menna føroysku tjóðina. – Sitandi samgonga hev- ur gjørt tvær fíggjarlógir, og í báðum førum hava teir skert granskingina, og haraftrat er KT-útbúgvingin tikin frá Fróðskaparsetr- inum, tí fíggjarvánir ikki vóru til at halda fram. Hon heldur, at henda tilvildin ikki kann halda fram – um vit vilja framá. – Tað er nevniliga granskingin og KT-tøknin, sum eru grundarlagið undir einum framkomnum nútíð- arsamfelag. Heidi sigur, at samgong- an undan hesari økti játt- anina til gransking, men hon ásannar, at hetta var ikki nóg mikið. – Nú hevur so sitandi samgonga aftur skert granskingina, og tað haldi eg vera ógvuliga óheppið, leggur hon aftrat. "Karmar" um vinnuna Løgtingskvinnan sigur, at vit í Føroyum hava tosað nógv um karmar fyri vinnulívið, men hon heldur, at hetta kjakið er alt ov lítið ítøkiligt. – Vit hava ongantíð tosað ítøkiliga um, hvørjar karm- ar vit í veruleikanum ynskja um vinnulívið. Hon heldur, at tað er neyðugt at skera út í papp, hvørjar kamar vit vilja geva vinnulívinum og síðan virka har eftir. – Í øðrum londum hava tey vinnuráð og ráðgeving- arbólkar, sum ráðgeva myndugleikunum. Eg haldi, at vit mugu optimera tær almennu tænasturnar, sum vit hava til vinnulívið, eitt nú Heilsufrøðiligu Starvsstovuna og Djóra- læknatænastuna. Hon vísir á, at eitt, sum vinnan ofta rennur seg í, er, at Føroyar ikki altíð verða viðurkendar sum myndug- leiki. – Tað er ikki altíð, at keyparalandið viðurkennur stemplið hjá Heilsufrøði- ligu Starvsstovuni. Tey kunnu finna upp á at siga, at Føroyar og Danmark eru eitt land, og vendur vinnan sær til Danmarkar, siga danir, at teir hava einki við føroyskan útflutning at gera. Heidi heldur ikki, at Djóralæknatænastan hevði nóg góðar umstøður at virka undir, tá ið vit spældu alivinnuna av hondum. – Eg haldi eisini, at Menningarstovan eigur at fáa betri umstøður, soleiðis at stovnurin í nógv størri mun enn í dag kann verða ein viðspælari hjá vinnulív- inum. Ígongdsetan og flutningur Heidi Petersen heldur, at vit noyðast at hava nakað av ígongdsetarastuðli í Føroy- um, soleiðis at vit í nógv størri mun kunnu fjøltátta um okkara vinnulív og framleiðslu. - Eitt er marknaðarat- gongdin, sum eg nevndi fyrr í samrøðuni, sum alneyðugt er at gera nakað við beinanvegin. Í øðrum lagi mugu vit gera nakað munandi við flutnings- skipanina, bæði sjóvegis og loftvegis, soleiðis at møgu- leikarnir hjá vinnuni verða betraðir. Hon sigur, at við altjóða- gerðini noyðast vit at tora at taka kappingina upp við aðrar. – Vit noyðast eisini at brynja okkum til at gera íløgur uttanlands. Hetta er eitt mál, sum vit noyðast at seta okkum í felag – mynd- ugleikar, fíggingarstovnar og privata vinnulívið. Sjálvsagt skulu allir partar ikki taka sær av somu viðurskiftum, men hava eitt ítøkiligt uppgávubýti sum sigur, hvør tekur sær av hvørjum. Løgtingskvinnan vísir á, at eitt nú okkara granna- lond hava tryggjað sær marknaðir uttanlands við at keypa sølufeløg og fram- leiðsluvirkir niðri á megin- landinum. Sein á sjófarfallinum - Eg haldi, at vit í stóran mun eru eftirbátur í fram- leiðslu av vørum, sum keyparin vil hava – og vil rinda góðan prís fyri. Vit hava lyndi til ikki at tillaga okkum, fyrr enn vit veru- liga noyðast, og tað er spell. Vit áttu heldur at tillaga okkum og umskipa okkum í góðari tíð, sigur Heidi, sum heldur, at støðan hjá føroyskum vinnlívi er hætt- islig í løtuni. Hon heldur tó ikki, at føroyingar ikki duga at tillaga seg broyttu umstøðunum, tí tað hava vit altíð duga, men tað er spell, at vit skulu bíða við neyðugu tillagingini, til vinnan er í svárari kreppu. – Eg haldi, at føroyska vinnulívið er meira stirvið, enn tað hevði verið, um so stórur partur av virkislið- num ikki var á almennum hondum. Okkum vantar dynamikk í løtuni, sigur Heidi Petersen, løgtings- kvinna. - Tørvurin at seta fokus á okkara møguleikar í framtíðini hevur helst ongantíð verið størri enn í dag, sigur landsstýrið