mikudagur 23. februar 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNA
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
– Føroyar eru við at verða
afturúrsigldar á rættiliga
nógvum økjum nú. Ein av
høvuðsorsøkunum er tann,
at vit oftani hava eina sera
skinklandi tilgongd at taka
avgerðir. Eg veit ikki, um
tað er tað føroyska lyndið
altíð at útseta ting, at bíða
og kanska kanna meira
osfr, sum er orsøkin! Og so
hevur man brúkt orkuna í
rættiliga langa tíð til eitt
ávíst mál, sum hevur fylt so
nógv, at einki annað mál er
komið á dagsskrá sigur Jó-
annes Eidesgaard, løgmað-
ur,
tá
"Vinnusíðurnar"
hann greiða eitt sindur
nærri frá ætlanini um at
gera Føroyar til eina av
heimsins fremstu tjóðum í
ár 2015.
Hóast løgmaður metir
hetta málið verða so týð-
andi fyri okkum øll og tí
ikki hevur hug til at blanda
hvørki parta- ella sam-
gongupolitikk
uppí,
so
heldur hann kortini, at tað
slepst ikki undan at vísa á
eina av høvuðsorsøkunum
til, at so lítið er hent á
vinnuøkinum øll tey sein-
astu árini.
– Vit hava sitið í seks ár
og tungt í hesum sama
fullveldismálinum. Og tað
slóð meg valkvøldið, at
sigursharrarnir eftir fólka-
tingsvalið vóru júst teir,
sum vóru fremstir í tí sam-
gonguni, sum sat í seks ár
og ongantíð vendu teimum
fyri meg at síggja týdn-
ingarmestu spurningunum í
samfelagnum, nevniliga,
hvat við tí føroyska sam-
felagnum í framtíðini. Man
hugsaði bara eftir ríkis-
rættarligum linjum. Man
hugsaði als ikki um Før-
oyar í einum globaliserað-
um heimi. Man hugsaði
ikki um broyttan vinnu-
bygnað ella nakað slíkt.
Løgmaður vísir á, at
vinnan í Føroyum hungrar
eftir, at samfelagið tekur
hana í álvara og viðger,
hvussu vinnan í framtíðini
skal fóta sær og mugu vit tí
spyrja, hvar mørk eru flutt á
vinnuliga økinum í mun til
kanska fyri 10,15 til 30
árum síðani. Og svarið er
øgiliga lítið heldur hann.
Ov lítið hent
í ES-málinum
Fyri at ítøkiliggera hetta
tekur hann fram ES spurn-
ingin. –Vit tóku í 1974 eina
avgerð um at standa uttan
fyri ES. Vit fáa eina hand-
ilsavtalu fyrst í 90-unum
og fáa eina betraða avtalu
síðst í 90-unum, men man
hevur ongantíð politiskt
viðgjørt, um ES goymir í
sær aðrar møguleikar, um
vit nú høvdu eitt annað til-
knýti
til
felagsskapin,
kanska átøkt tí sum Noreg
og Ísland hava. Vit síggja,
at íslendingar eru komnir
so ótrúliga nógv longri enn
vit, bæði á búskaparliga og
tí vinnuliga økinum, har vit
síggja íslendingar fram-
leiða alla staðni í Europa,
har teir bjóða av og eru
sjónligir í altjóða høpi,
meðan vit føroyingar fram-
haldandi sita her heima og
bøla oman á okkara egnu
viðurskiftum.
Tað, sum gjørdi at Ísland
kom í gongd, var EBS-av-
talan. Hon gjørdi, at man
varð noyddur til at gjøg-
numføra nakrar reformar
bæði í fíggjarheiminum og
í vinnulívinum í Íslandi,
sum man neyvan hevði
gjørt av sínum eintingum.
Men av tí at teir fingu EBS-
avtaluna, fingu teir líkasum
óræði uttanífrá til at fáa tey
viðurskiftini uppá pláss.
Tað var sambart íslendsk-
um
búskaparfrøðingum
eisini byrjanin til eina
nýggja tíð í Íslandi.
Løgmaður sigur seg bera
ótta fyri, at um vit ikki taka
hesi viðurskiftini upp til
viðgerðar nú, so verða vit
so langt afturúrsigld, at vit
rætt og slætt fáa trupult við
at fylgja við. Tí meinar
hann, at alt samfelagið sum
tað er, ikki bara politikarar-
nir, men vinnan og øll onn-
ur skulu viðgera framtíðina
og eisini taka nakrar av-
gerðir um, hvønn veg hetta
samfelagið skal flyta seg.
Jóannes Eidesgaard sigur
víðari, at hann í hesum
førinum als ikki hugsar um
okkara
viðurskifti
við
Danmark, tí tað er eitt mál
fyri seg. – Í verandi ríkis-
rættarligu støðu, sum ein
meirluti av føroyingum
framvegis vil hava okkum í,
mugu vit troyta tað po-
tentiali, sum liggur her. Her
hugsi eg um nakað ítøkiligt
t.d. at kanna, um okkara
samstarv við ES er á nøkt-
andi hátt, hvat eg sjálvur
ivist í, at tað er, tí ES
inniber so ótrúliga nógvar
møguleikar, sum vit als ikki
gera brúk av í løtuni og sum
kundu komið tí føroyska
samfelagnum
rættiliga
nógv til góðar. Tí tað, sum
vit hava saman við ES, er
stórt sæð bara ein hand-
ilsavtala. Men ES er so
ótrúliga nógv annað enn
bara handil í dag.
Vinnubygnaðurin
viðgerast
Løgmaður heldur tað eisini
vera uppá tíðina, at vit taka
upp sjálvan vinnubygnaðin
í Føroyum til viðgerðar. –
Er tað rætt, at vit eru so
fokuserað uppá kappingar-
førið, at vit gloyma at dyrka
tær styrkirnar, sum eru í
føroyskum vinnulívi og
ikki minst teir møguleikar,
sum er í vinnulívinum. Vit
fokusera nógv uppá í løt-
uni, at vit tapa í kappingini,
tí onnur lond kunnu fram-
leiða tær vørur vit fram-
leiða bíligari. Tí meini eg,
at konseptið er skeivt. Vit
dyrka okkara veikleikar og
yvirsíggja okkara fyrimunir
og styrki. Fyrimunirnir
liggja sjálvandi í tí, at vit
sita á so stórum ríkidømi.
Tað liggur rundan um
okkum. Vit kunnu taka
burtur úr tí, sum vit halda
vera best, og tí eiga vit at
kunna marknaðarføra okk-
um við nøkrum vørum,
sum eingin kann taka og
kappast við okkum um. Og
tað skal ganga uppá kvalitet
og feskleika. At kappast við
kinverjar skulu vit gloyma
alt um. Har hava vit ikki ein
livandi tjans. Men kinverjar
klára ikki at taka okkum í,
at vit kunnu levera feskan
dygdarfisk niður á europe-
iska marknaðin, og tað
kann eingin taka okkum í.
Tí er konseptið í dag ikki
rætt og tí skal høvuðs-
vinnan til at gjøgnumganga
nakrar kolveltandi reform-
ar. Tað tekur so tíð, men
onkunstaðni skal tað byrja.
Virkisætlan í mai
– Nú nertur tú serstakliga
við okkara høvuðsvinnu,
fiskivinnuna. Men her er so
nógv annað so sum KT,
ferðavinna og ein komandi
oljuvinna og so ein ali-
18
Nr. 37 - 23. februar 2005
Løgmaður um Føroyar sum fremsta tjóð ár 2015:
–Vit mugu øll taka lógvatak sam
Loysa trupulleikar saman
– Tað, sum tí er umraðandi hjá okkum í lands-
stýrinum, er, at vit fara út og lata upp fyri kjakinum,
so vit fáa eitt veruligt orðaskifti um hesar trupul-
leikar. Tað kann ikki nytta, at vit sita í Tinganesi og
skjóta eftir vinnuni, ella vinnan situr og skjýtur eftir
okkum. Vit eru í sama báti. Vit skulu finna og loysa
trupulleikarnar saman. Og tí er tað gleðiligt, at bæði
andstøðan og vinnan reagera positivt. So eg vil
hervið bjóða til ein dialog við bæði vinnuna og
andstøðuna. Hann er avgjørt neyðugur. Eingin
loysir henda trupulleika einsamallur. Tað skulu allir
partar vera við til sigur Jóannes Eidesgaard, løg-
maður.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður: -Vit mugu leggja eina ætlan fyri Føroyar sum ein av fremstu tjóðum í heiminum til ár 2015
Mynd Jens K Vang
Rúni Hansen, stjóri í Statoil, greiðir frá møguligum
framtíðartilgongdum í oljuvinnuni