Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-23, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. februar 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 37 - 23. februar 2005 19 vinna, sum kann byggjast uppaftur. – Henda tilgongdin, sum nú er byrjað í landsstýrin- um, skal enda í mai mánað við eini ítøkiligari virkis- ætlan. Málið í hesi ætlan er, at Føroyar í 2015 skulu vera millum fremstu lond- ini í heiminum. Og hvat merkir so tað? Jú tað kann merkja, at vit seta okkum sum mál, at 40% av okkara útflutningi skal vera annað enn fiskur. Tað kann so vera KT og ferðavinna og onnur vinna. Eitt annað mál er, hvussu nógva orku vit vilja brúka uppá gransking og menning í 2015. Skulu vit eisini seta okkum eitt mál, sum eitur, at vit vilja brúka 3% av BTU til gransking og menning í 2015, sum er málið øll lond seta sær? Hvussu við útbúgving osfr.! Tað eru so nógv mál, sum tú kanst seta tær, ið undirbyggja tað, at tú er millum heimsins fremstu lond. Men tað merkir so aftur, at vit mugu hava vinnuna við. Løgmaður sigur seg tí eisini vera sera fegnan um, at Vinnuhúsið og umboð fyri vinnuna hava tikið væl ímóti hesi ætlan og sagt, at hetta er tað, sum man hevur bíðað eftir. –Tí síggi eg hetta sum eitt øki, ið hevur ligið ov leingi í órøkt, tí man hevur fokuserað so leingi uppá okkurt annað og tá hugsi eg serstakliga um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. Dagsins trupulleikar – Men kann tað ikki eisini virka sum tit í Tinganesi vilja sleppa tykkum undan at taka støðu og loysa teir akutttu trupulleikarnar, sum eru í vinnuni, tá tit ístaðin fara at tosa um, hvat skal henda um 10 ár? – Tað kanst tú rímuliga siga. Tað virkar kanska sum man vil flíggja undan dagsins trupulleikum við at seta mál fram til 2015. Vit loysa sjálvandi ikki dag- sins trupulleikar við hesum. Men eitt er víst - seta vit okkum fyrst langsiktað mál, tá vit hava alt uppi á tí turra her og nú, so koma vit ongantíð at seta okkum nøkur mál. Tú vil altíð hava gerandis trupulleikar. Men tað, at tú setir mál sum ganga yvir fleiri valskeið, merkir, at tú byrjar at flyta teg. Sjálvandi skulu vit loysa her og nú trupulleikarnar kortini, men eg haldi tað er so vigtugt fyri samfelagið, at man veit, hvønn veg man rekur. Og tí er tað gleðiligt, at andstøðan eisini er við. M.a. hevur formaður Tjóð- veldisfloksins meldað út, at hann heldur hetta vera skilagott, og at hann vil taka lut í hesum. Tvs. øll skipanin byrjar at taka undir við hesum, og tað er júst eisini ætlanin. Tí er tað so umráðandi, at vit ikki siga, at hetta er eitt mál fyri samgonguna, fyri løgmann ella fyri landsstýrið. Hetta er málið fyri Føroyar, har øll eru við. Hetta merkir so eisini, at skuldi ein onnur samgonga komið um trý ár, so er málið framvegis tað sama. Og eg haldi vit hava gjørt ov lítið av tí í Før- oyum at seta okkum mál, sum fara forbí fleiri val- skeið. Mugu umstilla okkum – Støðan í vinnuni í løtuni er vánalig. Tað, ið gongur væl, er saltfiskafram- leiðslan og trolararnir í Barentshavinum. Men flakavirkan koyrir illa. Alivinnan heilt illa. Er hetta ikki ein sera óhugalig gongd at vera vitni til hjá eitt nú tær sum løgmanni? – Jú og tað undirbyggir, hvussu neyðugt tað er, at vit taka avgerðir uppá longri sikt, sum krevja, at vit fara undir at umstilla okkum. Vit hava stórar trupulleikar sum er. Flaka- vinnan er ikki før fyri at forvinna nokk. Taka vit Danmark, so innflyta teir har fyri 11 mia. kr. í fiski, og teir útflyta fyri 17 mia. kr. í fiski. Sjálvir fiska teir bert ein lítlan part, kanska fyri einar 3 mia. kr. Tvs. at teir keypa ein stóran part inn og fáa eina góða for- rætning sjálvt við tí kostn- aðarstøði, sum er í Dan- mark. So Danmark er ein av teimum stóru fiska- foredlingstjóðunum í ES í dag. Men uttan at fokusera so nógv uppá veiðuliðið. Har vit føroyingar haraft- urímóti fokusera sera nógv uppá veiðuliðið sum tað altavgerandi. Løgmaður vísir á, at tá akkumuler- ingskipanin við ES kemur í gildi, vónandi tíðliga í 2005, fer tað at merkja, at tú kanst sita í Føroyum og keypa inn fisk aðrastaðni frá t.d. úr Noregi, arbeiða hann her og selja hann víðari sum føroyskan. man – Tær strukturbroyt- ingar, sum skulu henda í høvuðsvinn- uni, kunnu ikki bíða til oljan kemur. Vit noyðast at fáa tað ar- beiðið gjørt áðrenn. Tí tá vil eingin hava áhuga fyri tí. Tí er tað so umráðandi at fáa høvuðsvinnuna at vera burðardygga, tí tað er væl henni vit skulu liva av uppá longri sikt, eisini tá eitt oljuævintýr er liðugt sigur Jóannes Eidesgaard, løgmað- ur VINNA Jan Müller jan@sosialurin.fo Sum partur av ætlanini at leggja eina framtíðarstra- tegi fyri føroyska vinnu hava løgmaður og hinir landsstýrismenninir sein- astu tíðina verið á evnis- fundum saman við vinn- uni til tess at fáa størri inn- lit í vinnumál. Nú um dag- arnar var fundur um eina komandi oljuvinnu, har stjórin í Statoil Føroyar, Rúni Hansen og stjórin í Oljufyrisitingini, Sigurð í Jákupsstovu greiddu frá eitt nú ymsum tilgongd- um, um nakað ella nógv olja verður funnin við Før- oyar. Hvat hetta fer at merkja fyri samfelagið. Løgmaður sigur, at tað var sera áhugavert at hoyra teir báðar greiða frá. Hann heldur tað er gott, at øll í Tinganesi eru vitandi um tær møguligu tilgongdir, sum kunnu fara at henda næstu árini, um olja verð- ur funnin. – Tað er vigtugt, at vit fáa lagt okkara høvuðs- vinnu í dag í nakrar karm- ar, sum gera, at hon er burðardygg, at hon gongur saman. Tí tann dag oljan kemur, og tað rokni eg heilt vist við, at hon ger fyrr ella seinni, tá broytist so nógv í hesum samfelag- num. At tað verður ikki at kenna aftur frá einum degi til annan. Tær struktur- broytingar, sum skulu henda í høvuðsvinnuni, kunnu ikki bíða, til oljan kemur. Vit noyðast at fáa tað arbeiðið gjørt áðrenn. Tí tá vil eingin hava áhuga fyri tí. Tá vil áhugin fara allar aðrar vegir. Og tí er tað so umráðandi at fáa høvuðsvinnuna at vera burðardygga, tí tað er væl henni vit skulu liva av uppá longri sikt, eisini tá eitt oljuævintýr er liðugt sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður. Hann vísir annars á, at tá vit tosa um oljuna, so kunnu vit rokna við, at nógv fer at henda innan rættiliga avmarkaða tíð. Borað verður aftur í 2006. - Útlitini eru ivasom, men onkur vil vera við, at tær boringarnar kunnu gerast sera áhugaverdar. Tað kann so ótrúliga skjótt gera, at okkara samfelag kemur undir eitt heilt ann- að trýst, sum vit sjálvandi eisini skulu verða fyrireik- að til. So her er nógv at taka upp til viðgerðar. Tað er so ikki eitt isolerað politiskt system, sum skal gera tað. Men alt samfe- lagið má gearast til at taka hesar breiðu diskutiónir- nar. Men eisini til at tú tekur nakrar avgerðir um, hvussu tú skal fyrihalda teg. Løgmaður vísir á, at vit kunnu undir ongum um- støðum bara sita afturá og siga: man tað ikki fara at ganga? Tann hugburðurin dugur ikki longur. Hini londini koyra á. Og eru komin ljósár fram um okkum. Og tað mugu vit eisini til. Tey fokusera nógv uppá hetta at vera við í globaliseringini, at gera samfelagið til eitt vit- anarsamfelag, og tað er handa vegin vit eisini skulu fara. – Men vit hava trupul- leikar her og nú. Alt ella nógv er við at steðga upp. Tit hava sitið í eitt ár og trý ár eru eftir av skeið- num. Hvat er tað mest um- ráðandi hjá tykkum at gera til tess at venda gongdini? – Tað er kanska í so nógv at siga, at alt er við at steðga upp. Vit hava nakr- ar djúptgangandi trupul- leikar í okkara høvuðs- vinnu. Vit hava t.d. ongan- tíð fingið so nógvan upsa sum nú, men tað er ikki meira enn tað loysir seg at fiska hann, tí man fær ongan prís fyri hann. Tað sigur okkurt um, at her eru nakrir trupulleikar, sum mugu takast upp frá botni av. Hvat tað er veit eg ikki. Men tá aðrir kunnu fáa økonomi í við at keypa fisk, virka hann og selja hann víðari, so má tað bera til hjá føroyingum at kunna fáa økonomi í at taka fiskin frá okkum sjálvum, virka hann her og fáa hann víðari. Ivaleyst er tað okkurt í okkara kon- septi, sum ikki tiltalar kundan, og tí vil hann heldur ikki betala fyri tað. Tær kanningar, sum eru lagdar fram um føroyskan fisk á bretska marknað- inum, skuldu givið okkum nakað at hugsa um. Men hetta eru alt svar, sum vinnan skal koma við. Vinnan skal kunna siga okkum, at nú leggja vit á tann og tann bógvin, og so skulu vit stuðla uppundir við at geva vinnuni teir neyðugu karmar, sum hon skal hava fyri at kunna virka optimalt. Jóannes Eidesgaard leggur aftrat, at tað at flakavinnan koyr- ir tungt í løtuni er ikki nakað nýtt hugtak í før- oyska samfelagnum. Tað ger hon við jøvnum mill- umbilum. Vit skulu minn- ast til, hvussu var í 80- unum, og tá gekk vinnan ikki betri enn so, at vit høvdu eina rúgvu av studningi í myndini. Burðardygga fiskivinnu áðrenn oljan kemur Løgmaður og landsstýrismenn á skúlabonki í fíggjarmálaráðnum. Umboð fyri oljuvinnuna kunna um framtíðar møguleikar. Her Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Oljufyristingini og Rúni Hansen, stjóri hjá Statoil Føroyar Mynd Jens K Vang