Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-23, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. februar 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 37 - 23. februar 2005 VINNUKRONIKKUR Gordon Ejdesgaard Búskaparliga fyribrigdið Hollendska sjúkan hevur sína longu søgu. Vit finna sjúkdómseyðkennini í Spaniu um ár 1500. Dýrur málmur streymaði til landið úr hjálondunum. Úrslitið gjørdist ein fýrfalding av prísstøðinum innan ár 1600. Ikki nakað vit í dag hugsa um sum eitt løgið fyribrigdi. Men í Spaniu var tjóðin skelka. Fyri- brigdi hevur seinni fingið navnið Hollendska sjúkan. Hugtakið er vert at taka upp, nú talað verður um búskaparliga framtíðarætl- an. At leggja framtíðar- ætlan, so langt sum 10 ár fram, fyri samfelagið alt er ikki ráðiligt uttan at hava hugsað seg sera væl um. Vit kenna øll hóp av ætl- anum, sum eru miseydnað- ar. Hetta er tí samfelags- skipanin er opin og lætt ávirkilig. Her kunnu bert nevnast dømi sum prísurin á olju og fiski sum faktorar, ið hava stóran týdning í okkara samfelag. Vit eiga tó ikki at halda okkum aft- ur, bert tí tað ikki hevur eydnast fyrr at leggja fram- tíðarætlanir. Men sannroynd er, at trupulleikarnir vit síggja í dag eiga at geva ábyrgdar- politikkarum nakað at hugsa um. Tó at trupulleik- arnir í dag eru fyri einki at rokna sammett við krepp- una í 90-unum. Skal ikki siga annað enn at løgmaður hevur dirvi. Tað skal til í verandi støðu. Er tó ein 10 ára ætlan ikki nakað framsøkin? Og hvussu skulu vit máta tað at vera "framkomin"ella "fremst"? Er tað til dømis í lagi, at í BTÚ/íbúgva eru vit á 3. plássi meðan bert 10% av fólkinum býr á bygd, og vit øll eru sibbar? Her er hópur av mátitrupul- leikum, ikki minst at de- finera "framkomin" ella "fremst". Hvør er myndin av før- oyska samfelagnum um 10 ár? Og hvørja mynd ynskja vit at síggja? Eg seti spurn- ingingarnir, men hvørki kenni ella vil kenna svarið. Vil landsstýrið royna at finna svar, eru mangir part- ar, sum kunnu hava okkurt ískoyti til hesa framtíðar- ætlan. Sjálvur havi eg ong- antíð lagt ætlanir longur enn 5 ár fram. Og ætlanir- nar hava kortini ongantíð hildið. So mín viðmerking skal bert viðgera eitt møguligt ískoyti til búskapin. Eina oljuvinnu. Aftur til Hollendsku sjúkuna. Búskaparfrøðing- ar fingu av álvara sjón fyri søgn eftir at Holland hevði funnið stórar mongdir av gassi í 1960-unum. Ríki- dømi streymaði inn í landið av hesi orsøk. Men búskap- arligi vøksturin stirnaði eftir fáum árum. Frá 1974 tá olju- og gassvinnan var minni enn 4% av BTÚ øktist henda til 8% í 1985 og minkaði síðan aftur til 2 til 3 % av BTÚ. Hetta sama fyribrygdi er kent frá Bret- landi í tíðarskeiðnum 1975- 86. Fyrst knappligur vøkst- ur og eftirfylgjandi knapp- lig minking. Trupulleikin er ikki at peningur streymar inn í samfelagið. Men at nýtslan gerst ótálmað. Peningurin verður nýttur til minni góð- ar og vánaligar íløgur. Høv- uðstrupulleikin í allari miseruni var, eftir míni metan, at gassríkidømið varð uppfatað sum inntøka og ikki sum ognarvirði ella fæ. Thorvaldur Gyflason, Røgnvaldur Hannesson, og Arne Jon Isachsen, profess- arar, hava í bókini "Hva gjør oljepengene med oss?" tikið henda spurningin upp. Hollendska støðan sigur nógv um vandan í Føroy- um. Knappliga streymar peningur til samfelagið. Úrslitið gerst tó heilt annað Hollendska sjúkan og føroyskur b Politiska skipanin hevur alla ábyrgdina av, at okkara náttúrutilfeingi, tað verið seg fiskur ella olja og gass, skulu umsitast