Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-23, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. februar 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

enn væntað. Ein trupulleiki við knappliga at gerast ómetaligur ríkur er, at tað gerst eitt stórt hol í lumm- anum" har peningurin er, og skuldi verðið liggjandi. Manna millum er fyribrigd- ið "easy come easy go" ikki ókent. Minnist meg rætt, var ein feril av vælverukenslu manna millum fyri stuttum her á landi. Staddur í Grøn- landi seinastu árini var tað eitt sindur ørkymlandi at síggja, hvussu menn knappliga broyttust. Eg haldi, at rættari er at kalla fyribrigdið fyri fíggjarliga rúsgleði. Sum búskaparligt fyri- brigdi er oljuvinnan væl ikki annað - stutt sagt - enn at finnur ein eitt oljunám, fær oljuna til høldar, selur hana, og so goymur tað veruliga gullið- nevniliga peningin. Nýta vit peningin er hitin stokkutur. Hol- lendska dømið var timbur- menn. Peningurin var nýtt- ur - og hvat so? Jú, fólk gjørdust arbeiðsleys, undir- skot á fíggjarlógini o.s.fr. Høvuðsmunurin millum hollendingar og norðmenn var at norðmenn ikki hava uppfatað oljuna sum inn- tøku, men sum ogn. Støðis- fæið olja bleiv umbroytt til pening. Norðmenn av- markaðu seg til at nýta av- kastið av peninginum til samfelagið. Nógv tann stórsti parturin av norska oljupeninginum er um- gjørdur til virðisbrøv. Norðmenn hava lært seg búskaparligt hovsemi. Heldur liva av rentuni enn at halda eitt rimmar gildi - og so leita eftir syndabukk- um tá peningurin er burtur. Kjarnin í viðmerking míni er, at finna vit olju eigur uppfatanin at vera, at talan er um ogn. Har- næst at flyta rættin at ráða yvir peninginum í grunn, sum er leysur av politisku skipanini. Hetta fyri at tryggja bú- skaparligt hovsemi. Sjálvur haldi eg, at olju/ gassvinnan hevur víst seg at hava stóran týdning fyri samfeløgini, vit væl kenna. Summi hava ringar royndir summi frægari. Mín niður- støða er, at hovsemi er loysnin. T.d. vitja ikki ferðafólk Kuweit ella aðrar oljutjóðir. Heilt einfalt tí alt er ov kostnaðarmikið fyri vanlig ferðafólk. Politiska skipanin hevur alla ábyrgdina av, at okkara náttúrutilfeingi, tað verið seg fiskur ella olja og gass, skulu umsitast. Her eiga vit at hugsa øðrvísi, verður tal- an um olju. Munurin á liv- andi tilfangi og olju er, at oljan knappliga ikki er meira. Gera vit sum hollendingar, gerst hitin stokkutur. Tann moralski spurning- urin er hvørt vit, sum í dag liva, skulu nýta gott av tí tilfeingi sum møguliga finst. Her kemur kjakið um burðardygga fíggjarliga leiðslu inn í myndina. Nakað vit ikki hava sæð nógv til. Talan er er her um fíggjarstýring og als ikki talan um stýring av eini komandi oljuvinnu, ikki hvør er innan oljuvinnuna, men hvør hevur tamarhald á tí peningi, sum fæst frá inntøkuni. Ein 10 ára ætlan krevur uttan iva umhugsni og inn- lit og eitt sera stórt arbeiði av mongum klókum høvd- um, fyri ikki at tala um tann politiska partin. Nr. 37 - 23. februar 2005 21 búskapur Skal ikki siga annað enn at løgmaður hevur dirvi