Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-23, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. februar 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUKRONIKKUR Jákup Egholm Hansen Privatisering av almennum fyritøkum hevur staðið á politisku dagsskránni í fleiri ár. Niðanfyri eru hug- leiðingar um kappingina á føroyska fíggingarmarkn- aðinum, ið eru grundaðar á spurnarkanning í 2004 millum vinnukundar hjá føroyskum fíggjarstovnum. Privatiseringsrákið Rákið seinastu nógvu árini hevur verið, at tað er skeivt at tað almenna hevur ávirk- andi ognarluttøku í vinnu- lívinum. Hetta er niður- støðan í "Frágreiðing um at einskilja fyritøkur land- sins" frá 2001. Búskapar- og aðrir serfrøðingar lýsa í henni fyrst og fremst per- sónligu fatan sína, men samstundis tykist eisini sum at tað innan politisku skipanina er rímiliga stór undirtøka fyri, at ávirkandi ognarluttøkan hjá tí al- menna í vinnulívinum skal minkast. Men frágreiðingin viðger tó ikki allar vinklar í hesum málið, og reisir m.a. hesar spurningarnar: • er samanhangur millum eigaraskarðan og fíggjar- lig úrslit? • fær privatisering avleið- ingar fyri kappingina á føroyska fíggingarmark- naðinum? • hvat siga brúkarar um kappingarstøðuna á før- oyska fíggingarmarkn- aðinum? Hví er almenni ognar- parturin so stórur ? Sambært hagtølum frá 1999 áttu almennar fyri- tøkur 1,5 mia. av kr. 4,3 mia. - tvs. uml. 35%. av eginpeninginum í føroysk- um vinnufeløgum. Um- framt eginpening í parta- feløgum eigur tað almenna eisini munandi eginpening í ymsum vinnurekandi grunnum og størri stovn- um. Ein av avleiðingunum av rembingunum á føroyska kapitalmarkinaðinum í samband við kreppuna fyrst í 90´unum varð, at al- menni ognarparturin av føroyska kapitalmarknað- inum gjørdist uppaftur størr. Føroya Banki gjørdist almenn ogn umvegis Fígg- ingargrunnin frá 1992, og Framtaksgrunnurin bleiv settur á stovn at fáa gongd á vinnulívið aftur. Hetta er tó ikki einasta ferðin, at kreppur hava ført til at al- mennu Føroyar eru komnar uppí fíggingarvirksemi. Kjølbro-fyritøkan bleiv bjargað við eini almennari loysn - Føroyagrunninum frá 1971. Og tá kreppan leikaði á í Føroyum mið- skeiðis í 50´unum, og bank- ar og sparikassar ikki megnaðu at fíggja fiskiflot- an, førdi hetta til stovnan- ina av Færøernes Real- kreditinstitut. Hetta var sostatt ein støða sum ikki minti sørt um støðuna um 40 ár seinni, sum førdi til stovnanina av Framtaks- grunninum. Bæði tey, sum eru fyri, og tey, sum eru ímóti at tað almenna er partur av før- oyska kapitalmarknaði- num, eiga at seta sær spurn- ingin, hvørjar avleiðingar- nar høvdu verið fyri Før- oyar, um ikki Føroya Banki bleiv bjargaður; fyri Klaks- vík, um ikki Kjølbro-fyri- tøkan bleiv bjargað, og fyri føroyska búskapin sum heild, um ikki Realurin tók um endan í 50´unum. Nýtist feløgnum eigarar? Men hvønn týdning hevur eigaraskarðin fyri fíggjar- ligu úrslitini hjá fyritøkum? Íleggjarar kunnu grovt sagt býtast upp í tveir bólkar: - institutionellar íleggjar (t.d. tryggingarfeløg, pensjóns- grunnar og bankar) og strategiskar íleggjarar við langsiktaðum tilknýti til fyritøkuna (t.d. privatir partaeigarar, íløgufeløg og vinnuligir íleggjarar). Tá vit ikki enn hava virk- andi virðisbrævamarknað í Føroyum, ber ikki til at gera statistiskar kanningar av, hvussu føroyskar fyri- tøkur klára seg á parta- brævamarknaði. Men júst hesin spurningur er gransk- aður í øðrum londum. Í Norðureuropa er tað rættu- liga vanligt fyribrygdi, at stórir grunnar eru stórir partaeigarar í børsskrá-sett- um fyritøkum, sokallaðir strategiskir íleggjarar. Sum dømi kunnu nevnast Carls- berg-fondurin og Lønmod- tagernes Dyrtidsfond í Danmark, IKEA í Svøríki, Carl Zeiz og Krupp í Týsklandi. Bert í Danmark stóðu slíkir grunnar fyri 1/6 av øllum handlum á Københavns Fondsbørs í tíðarskeiðnum 1996-99. Niðurstøðan av kanning í Danmark fyri árini 1996-99 vísir, at fyritøkur har grunnar eiga stórar partar av partapeninginum, klára seg minst líka væl, ella kanska heldur betur í sam- band við virðisbrævahandil á børsinum, sum fyritøkur við vanligum eigarum. Ein onnur kanning fyri árini 1982-1992, sum ikki bygdi á virðisbrævahandil á børs- inum, men einans á van- ligar roknskaparligar ana- lysur og lyklatøl, kemur til somu niðurstøðu. Við øðr- um orðum er tað onki sum týðir uppá, at argumentið um, at fyritøkur eru best riknar tá meginparturin av partapeninginum er á pri- vatum hondum, er prógvað. Úrslitini av hesum kann- ingum kann tulkast á tann hátt, at gongd leið hjá landsstýrinum í samband við privatiseringar av al- mennum fyritøkum í Før- oyum kann verða, at lands- stýrið umleggur allar sínar fyritøkur og grunnar til partafeløg sum verða skrá- sett á føroyska ella einum øðrum virðisbrævamarkn- aði, og at partapeningurin í øllum hesum feløgum síð- ani verða lagdur í ein ella fleiri sjálvstøðugar vinnu- rekandi grunnar, leysar av politisku skipanini, sum skulu umsita sølu og keyp av virðisbrøvum. Slíkur grunnur fer at rinda lands- kassanum skatt av vinningi, og kann harumframt luta út av vinningum til gransking og onnur samfelagsgagnlig endamál. Samstundis fæst ein meira skipað privatiser- ingstilgongd, har ikki heilar fyritøkur verða seldar í ein- um, ið hevði drenað nógvan kapital úr verandi vinnum. Privatisering og avleiðingar fyri kapp- ingina á føroyska kapitalmarknaðinum? Sera viðkomandi spurning- ur í samband við privatiser- ing av almennum fyritøk- um er, hvørjir keypararnir verða. Føroya Banki, spari- kassarnir og Tryggingar- felagið Føroyar eru helst einastu institutionellu íleggjarar í Føroyum, sum hava fíggjarliga orku at keypa stórar partar av al- mennu fyritøkunum. Um nøkur ár fara pensjóns- grunnar ivaleyst eisini at hava so nógv fæ um hendi, at teir kunnu gera slíkar íløgur. Ivaleyst er tó, at vit eisini í Føroyum fara at hava stóra konsentratión av eigarun- um í vinnulívinum. Tað í sær sjálvum nýtist ikki at verða ringt. Men merkir hetta, at kappingin í før- oyska fíggingarheiminum minkar, so er tað ikki til fyrimuns fyri kundarnar. Hugsast kann, at onkur av verandi peningastovnum keypir so mikið av Húsa- lánsgrunninum og Realin- um, at teir stýra hesum út- lánarum, og tað merkir munandi skerjing av kapp- 22 Nr. 37 - 23. februar 2005 Privatisering og kapping á føroys Ja Nei Veit ikki /Positivt /Negativt /ikki týdning Tilsamans Spurningur Tal % Tal % Tal % Tal % Er nógv kapping millum peningastovnarnar? 16 24% 35 53% 15 23% 66 100% Støða til fulla privatisering? 17 26% 11 17% 38 58% 66 100% Støða til víðkað samstarv við føroyskan samstarvsfelaga? 15 23% 17 26% 34 52% 66 100% Støða til avtøku av fíggingargrunni? 1 2% 46 70% 19 29% 66 100%