mikudagur 23. februar 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ingini innan sethúsa- og
skipafígging. At hetta eru
tankar sum føroyskir pen-
ingastovnar spæla við kom
beinleiðis fram, tá annar av
bankastjórunum í størsta
bankanum í Føroyum í eini
útvarpssending herfyri róði
uppundir, at landsstýrið
skuldi avtikið Húsaláns-
grunnin og Realin, ella lagt
hesar báðar grunnar undir
bankan. Eitt argument fyri
hesum var, at virði á parta-
brøvum í Føroya Banka á
henda hátt kundu hækka,
soleiðis at Fíggingargrunn-
urin kundu selja partabrøv-
ini fyri ein hægri prís í sam-
band við privatisering af
bankanum.
Rættuliga
óvæntað
sjónarmið
frá
banka sum í nærum øllum
øðrum førum hálovar fríu
marknaðarkreftunum.
Eitt hugskot kundi heldur
verið, at føroyskir fígging-
arstovnar og íleggjarar fóru
saman í strategiskar alli-
ansur í samband við íløgur
á fremmandum markn-að-
um, heldur enn at konsen-
trera seg um at minka um
kappingina á tí føroyska
marknaðinum. Tillaging til
globaliseringina er líka so
nógv galdandi fyri føroysk-
ar fíggjarstovnar sum fyri
framleiðsluvinnuna. Fyri
stuttum keypti Trygging-
arfelagið Føroyar fyri um
100 mió. í partabrøvum í
Grønlandsbanken. Føroya
Sparikassi hevur eisini
gjørt stórar íløgur uttan-
lands í samstarvið við
Kaupthing,
og
Føroya
Banki hevur stórar kapital-
upphæddir plaseraðar í
ymisk sløg av virðisbrøv-
um uttanlands. Sostatt eru
tær stóru fyritøkurnar á
føroyska kapitalmarknað-
inum hvør sær aktivar á
útlendskum marknaðum,
men hví ikki fara saman um
slíkar
íløgur?
Kanska
kundu tær í felag farið eftir
at keypt meirilutan í Grøn-
landsbanken um tað er ein
góð íløga, ella onkra aðra
skilagóða íløgu? Eftir mín-
um tykki vildi hetta alt ann-
að líka verið ein skilabetri
framferðarháttur at hækkað
um virði á sínum parta-
brøvum, enn at miðja ímóti
at skapa eina monopol-
støðu á føroyska fíggjar-
marknaðinum, við at eggja
til avtøku av føroyskum
kappingarneytum.
Hvat siga brúkarar
um privatisering og
kappingina?
Á heysti í 2004 gjørdi eg
spurnarkanning
millum
skipaeigarar,
vinnuligar
fyritøkur, stovnar og al-
mennar myndugleikar við
tilknýtið til fiski- og sjó-
vinnu, harav uml. 50%
svaraðu spurningunum.
Spurnarkanningin vendi
sær til føroyskar fiskiskipa-
eigarar (limir í Føroya
Reiðarafelag), eigarar av 14
teim størstu havnunum
(kommunur), 10 tey størstu
fiskavirkini og 17 aðrar
fyritøkur og reiðaríir við
tilknýtið til sjóvinnu og
tænastuveitingar til sjó-
vinnu.
Ein partur av kanningini
snúði seg um hvørja áskoð-
an hesar fyritøkur og stovn-
ar høvdu um kappingarum-
hvørvið og privatisering
innan skipa- og sjóvinnu-
fíggingarøkið.
Sí talvu!
Úrslitið av kanningini vísti
klárt og týðiliga, at tað ikki
verður hildið at verða nóg
stór
kapping
millum
føroyskar peningastovnar.
Einans 16% vóru nøgd við
kappingina.
Kanningin
vísti eisini uppaftur meira
týðiliga mótstøðu ímóti
avtøku av grunni ið fíggjar
skipa- og sjóvinnu. Fyri-
tøkurnar mettu ikki at pri-
vatisering fór at hava stóran
týdning. Einans 17% vóru
fyri fullari privatisering og
15% vóru fyri víðkaðum
samstarvið millum føroysk-
ar fíggjarstovnar á føroyska
fíggjarmarknaðinum.
Niðurstøða
Henda kanning vendi sær
einans til part av vinnulív-
inum, og hóast hesin part-
urin av vinnulívinum um-
boðar ein rættuliga týðandi
part av samlaðu føroysku
vinnuna, kann kanningin
sum so ikki nýtast til at
gera niðurstøðu um sjónar-
mið hjá øllum føroyingum
um privatisering og kapp-
ing á føroyska kapital-
marknaðinum.
Hinvegin
skerst ikki burtur, at kann-
ingin eigur at geva politik-
arum og øðrum sum ar-
beiða við privatiseringstil-
gongdini orsøk til at um-
hugsa ferðina á tilgongdini,
og ikki minst at ansa eftir at
privatiseringin ikki kemur
at vreingja tað sindri av
javnvág sum er á føroyska
kapitalmarknaðinum. Ein
óskipað privatisering kann í
ringasta føri føra til mono-
polstøður sum ikki gagna
brúkarum og heldur ikki
føroyska samfelagnum í
longdini. Tað er eisini sera
umráðandi, at ein privati-
seringstilgongd
hevur
undirtøku millum manna.
Og at enda eiga politikarar
heldur ikki at vera so
avgjørdir í spurninginum,
hvørt tað almenna kann
verða partur av føroyskum
vinnulívið beinleiðis ella
óbeinleiðis, tí sum kannin-
garnar í Danmark vísa, so
er tað ikki júst eigaraviður-
skiftini, sum eru altav-
gerandi fyri, hvussu fyri-
tøkurnar klára seg.
Keldur:
R. Neumann & T.Voetmann,
"Does Ownership Matter ?"
(1999)
S.Thomsen & C. Rosa,
"Foundation owership and
financial performance - Do
companies need owners ?"
(2002)
Nr. 37 - 23. februar 2005
23
ka fíggingarmarknaðinum
Føroya Banki, sparikassarnir og Tryggingarfelagið
Føroyar eru helst einastu institutionellu íleggjarar í
Føroyum, sum hava fíggjarliga orku at keypa stórar
partar av almennu fyritøkunum.