mikudagur 23. februar 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 37 - 23. februar 2005
Tjóðbankastjórin í USA
segði lítið nýtt
Skattalætti
hækkar dollaran
Eitt, sum hevur sína
ávirkan á styrkta dollar-
in í ár, er amerikanska
skattlóggávan. Hendan
er í ár broytt soleiðis, at
fyrtøkur við dóttirfeløg-
um uttanlands, kunnu
flyta útlendskan vinning
heim til USA, har skatt-
ingin nú bert er 5,25%.
Áður hevur skattur av
slíkum flytingum verið
35%. Broytingin í lóg-
gávuni er tó tíðarav-
markað til bert at fevna
um 2005.
Hetta hevur fingið
fleiri stórar fyritøkur at
boða frá, at tær í ár flyta
milliardir av dollarum til
USA, og hetta skapar
sum vera man stóran
eftirspurning eftir doll-
aranum. Hóast flytingar-
nar enn ikki eru framdar,
so hava ætlaðu flyt-ing-
arnar longu nú ávirkað
kursin uppeftir.
(kelda: Útlit og Rák, Kaupthing
Føroyar)
-jm
Viknaður
búskapur
Europeiski búskapurin
tykist í løtuni standa
veikari, enn roknað varð
við.
Í fjør var samlaði bú-
skaparligi vøksturin í
Europa 1,6%, og er hetta
0,2% minni enn tað,
sum roknað varð við.
Samsundis hevur prís-
vøksturin – frároknað
olju og mat – verið nið-
an fyri tey 2%, sum
ECB hevði roknað við.
Ein orsøk til lítla bú-
skaparvøksturin
er
gongdin í Týsklandi, har
talan var um negativan
búskaparvøkstur á 0,2%
í fjórða ársfjórðingi.
(kelda: Útlit og Rák, Kaupthing
Føroyar)
-jm
Nærum 5 mia
kr. í avlopi
Næst størsti norður-
lendski bankin, Danske
Bank, kunngjørdi fyri
stuttum ársroknskapin
fyri 2004.
Hesin sýndi eitt úrslit
á 4.921 mió kr., sum tó
var ávirkað av stórum
eingangsinntøkum.
Burturleggingarnar fyri
farna roknskaparár góvu
eitt positivt íkast til
roknskapin við 423 mió
kr. Óvanligar inntøkur
við sølu av fastogn vóru
500 mió kr., og søla av
ikki skrásettum parta-
brøvum innan gjalds-
kortaøkið og DM-Data
kastaði 576 mió kr. av
sær.
(kelda: Útlit og Rák, Kaupthing
Føroyar)
-jm
Faroe Petroleum
hækkar
Faroe Petroleum (Før-
oya Kolvetni) er í hesum
døgum eitt gott pappír
hjá partaeigarunum.
Orsøkin er, at kursurin
á partabrøvunum í fyri-
tøkuni seinasta mánaðin
er nógv hækkaður. Tøl-
ini vísa, at 17. januar í ár
var kursurin niðri á 80,
meðan hann fyrrapartin
í dag var uppi á 115. Tað
er ein vøkstur á 43,75
prosent.
Hetta merkir, at tey,
sum
hálvan
januar
keyptu fyri t.d. 50.000
krónur í partabrøvum frá
Faroe Petroleum, í dag
kunnu selja partabrøvini
fyri 71.250 krónur.
Bert hetta seinasta
vikuskiftið hevur virðis-
økingin verið stór. Tá
virðisbrævamarknaðurin
stongdi fríggjadagin var
kursurin
107,
men
mánadagin vórðu parta-
brøvini hjá Faroe Petrol-
eum handlað til kurs
115.
"Henda seinasta mán-
aðin hevur Faroe Petrol-
eum fingið tillutað tvey
leitiøki á føroyskum øki
og keypt seg inn í tvey
øki í bretska partinum
av Norðsjónum. Hetta
hevur
havt
positiva
ávirkan á partabræva-
kursin. Hyggja vit at
vístølunum fyri olju- og
gassektorurin, so hevur
hann staðið seg væl
seinasta árið, men Faroe
Petroleum hevur staðið
seg betri enn marknað-
urin sum heild. Tað
bendir á, at íleggjarar
meta, at fyritøkan hevur
eitt potentiali, sum teir
eisini vilja gjalda fyri",
sigur Finn Danberg,
fíggjarleiðari í Føroya
Sparikassa.
Faroe Petroleum er
skrásett á AIM-virðis-
brævamarknaðinum
í
London, og komandi
mánadag, tann 28. febr-
uar, verður ársroknskap-
urin hjá oljufelagnum
almannakunngjørdur.
www.sparikassin.fo
Týskland liggur nú á
odda - framman fyri
USA - sum heimsins
størsti eksportørur
BÚSKAPUR
Rolf Guttesen
rg@geogr.ku.dk
Tað var væntað, at ameri-
kanski
tjóðbankastjórin,
Alan Greenspan, fór at siga
nøkur megnarorð. Hann
skuldi mikudag og hósdag í
vikuni, sum fór, í Kon-
gressini greiða frá støðuniu
hjá dollaranum og búskap-
inum í USA. Men han stóð
bert og mutlaði, og spurn-
ingar
frá
tingmonnum
aftaná snúðu seg um nakað
heilt annað, um "Social
Security", um socialu skip-
anina. Tað stóra problemið í
USA er hvussu teir fáa ráð
til pensiónir og annað í
framtíðini. Men ofta kann
vera ringt at skilja millum
politiskt propagandasnakk
og veruleika í hesum kjaki.
Greenspan kom tó við
eini ávaring, sum kann
hava týdning framyvir.
Hann segði, at hóast tað
hava verið rættiliga friðar-
ligar tíðir og stabilitetur á tí
búskaparliga økinum, so
skulu vit ikki trúgva, at tað
altíð fer at verða so. Í fyrsta
lagi,
segði
Greenspan,
skuldi landið fáa javnvág
aftur millum inntøkur og
útreiðslur í fíggjarlógar-
høpi.
Tískil hendi einki serligt
á
dollarmarknaðinum,
sjálvt um valutahandlarar
og spekulantar royndu at
týða tankarnar hjá Green-
span. Hann segði, at ameri-
kanski búskapurin hevði
tað gott og at tann "stutta"
rentan fór at hækka. Mána-
dagin var frídagur í USA,
so stórvegis broytingar í
valutakursunum vóru ikki
væntandi.
Á
middegi
mánadagin var USD/EUR
lutfallið 1,3056, fríggja-
dagin fyri var tað 1,3039.
Prístalið hækkar
í USA
Fríggjadagin komu so tøl
frá amerikansku hagstovuni
um heilsøluprístalið, pro-
ducers price index ella PPI.
Hetta rokna teir uppá
tveir mátar. Annað er talið
sum tað er, í hinum rokna
teir ikki olju og ávísar
matvørur uppí, tí hesar
vørur hava lyndi at svinga
nakað nógv, og oljuprísurin
livir at kalla sítt egna lív.
Fyri januar var hetta
barberaða PPI gjørt upp til
eina 0,8% kækking. Hetta
var nógv í mun til tað, sum
teir klóku høvdu væntað,
eini 0,2 %. Tað verður tikið
sum eina ábending um, at
inflatiónin er farin at vinda
uppá seg, tí vøksturin er
tann størsti í eini seks ár.
Higartil hava amerikanar
ikki hildið inflatiónina ver-
ið nakað problem. Teir
hildu, at tað var oljan
uttanífrá, sum skapti prís-
hækkingar. Men nú vísir
tað nýggja "kjarnu-PPI", at
tað ikki bert er oljan, sum
skapar prísvøkstur, men
eisini vørur, sum verða
framleiddar í USA.
Euro/dollar lutfallið
Sjálvt um USA liggur væl
fyri í mun til Euro-økið í
vissum hagtølum — sum
vøkstur í búskapinum sum
heild og arbeiðsloysinum -
so er dollarin sum heild
viknaður
seinastu
tvey
árini. Orsøkin er í fyrsta
lagi, at USA innflytur som
nógv meira av vørum, enn
teir útflyta. Tí er handils-
javnin negativur, sum hjá-
standandi tabel vísir. Hartil
kemur, at hallið á fíggjar-
lógini eisini er hættisliga
stórt. Tað eru í fyrsta lagi
hesi tøl, sum fáa dollaran at
falla.
Sí talvu niðast á síðuni.
Týska gátan?
Í Euroøkinum hava bú-
skaparfrøðingar í langa tí
hildið, at Týskland, sum er
tann størsta eindin við
umleið
80
milliónum
íbúgvum, var tað heilt stóra
problemið. Vøksturin var
lítil og arbeiðsloysið stórt.
Men nú skrivar The Eco-
nomist, 190205, at Týsk-
land er í minsta lagi líka so
væl fyri sum USA. Høv-
uðsargumentið er, at pro-
duktiviteturin (framleiddar
vørur/tíðareind) í Týsklandi
er líka so stórur sum í USA.
Haraftrat hevur lønarvøkst-
urin verið minni í Týsk-
landi enn í USA. Samantalt
er so lønarútreiðslan pr.
framleidda
vøru
(unit
labour cost) minni enn í
USA.
Henda sterka síðan vísir
seg á tann hátt, at týski
vøruútflutningurin seinastu
fimm árini er vaksin nógv
skjótari enn tann ameri-
kanski. Týskland liggur nú
á odda framman fyri USA,
sum heimsins størsti eks-
portørur. Somu fimm-árini
hevur USA mist marknað-
arlutir á heimsmarknaðin-
um, og er fallið frá 14% til
bert 11% av marknaðinum.
Amerikanarar spara
lítið ella einki upp
Hóast góðar tíðir í USA, so
er ein trupulleiki uppá sikt,
at uppsparingin er so lág.
Amerikanar leggja í meðal
bert 1% av lønini burtur til
uppsparing. Sama talið er í
Týsklandi er 11%.
Talvan vísir nøkur hagtøl fyri 2004
Fólkatal
Búsk. vøkstur
Arbeiðsloysi
Handilsjavni
USA
290 mió
4,3%
5,2%
-666,2 mia.$
EU-25 lond
453 mió
1,8%
8,9%
+93,9 mia. $
Kelda Eurostat,The Economist190205