mikudagur 23. februar 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í fyrradagin boðaði
Frem frá, at teir hava
longt samstarvið við
fremsta málverjan, so
tað nú er galdandi til
á sumri í 2007
FØROYINGAR Í FREM
Jóannes Hansen
Teir tríggir føroysku spæl-
ararnir hava verið í and-
glettinum tvær tær síðstu
ferðirnar, tá ið Frem hevur
spælt venjingardystir. Í
báðum førunum hava dyst-
irnir verið spældir á gras-
líki í Club Danmark hallen
í Ballerup.
Gunnar Nielsen, sum
verður roknaður at vera
næstbesti
málverjin
í
felagnum, vardi málið bæði
næstsíðsta vikuskifti, tá ið
Frem vann 2-1 á Lyngby, og
hann var aftur í málinum, tá
ið Frem síðsta vikuskifti
vann 8-1 á FC Roskilde.
Í tí fyrra førinum var
Gunnar so mikið óheppin,
at hann noyddist at taka seg
úr stríðnum longu tá ið eitt
korter var farið. Hann var
skaddur, men kortini ikki
verri enn so, at hann síðsta
vikuskifti var førur fyri
aftur at verja málið.
Jón Rói Jacobsen er fast-
ur fúsur í Frem miðverjuni,
og tað hevur hann eisini
verið tvær tær seinastu
ferðirnar. Jónas Þór Næs
var eina løtu á vøllinum
móti Lyngby. Hann varð
skiftur inn, tá ið tað restaðu
tíggju minuttir, og níggju
minuttir seinni sá hann
reytt fyri neyðbremsu.
Einasta málið, sum Lyng-
by fekk ímóti Frem, skoraði
Christian Lamhauge Holst,
sum áður hevur snoddað til
føroyska landsliðið.
Heldur fram
Vánirnar hjá Gunnari Niel-
sen at sleppa framat pláss-
inum millum stólparnar á
besta Frem liðnum eru
kanska ikki tær bestu. Í
hvussu so er ikki, um alt
gongur, sum tað verður
roknað við.
Í fyrradagin boðaði Frem
frá, at teir hava skrivað
nýggjan sáttmála við Jørg-
en Nielsen. Hann hevur
áður verið á lønarlistanum í
Liverpool, og í Frem siga
teir seg vera ógvuliga væl
nøgdar við málverjan, sum
teir siga so at siga ikki ger
mistøk. Hann verður sagd-
ur at vera týdningarmikil
liður í royndini hjá Frem at
endurvinna pláss í sup-
erliguni.
Nýggi sáttmálin millum
Jørgen Nielsen og Frem er
galdandi frá 1. juli í ár og
fram til 30. juni í 2007.
Gunnar hevur fingið
kjansin tvær ferðir
Føroyski málverjin, Gunnar Nielsen, hevur staðið millum stengurnar hjá Frem frá byrjan í
tveimum teimum seinastu venjingardystunum.
savnsmynd
Nr. 37 • mikudagur • 23. februar 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Leygardagin 19.
februar 2005, skip-
aði Bowlinghøllin á
Hálsi fyri liðkapping
18 lið meldaðu seg til
kappingina.
Kappingin byrjaði leyg-
armorgunin kl. 9.00 og
helt áfram uttan steðg, til
kl. 14.30.
Við 18 tilmeldingum,
varð lagt upp til eina góða
og spennandi kapping.
Og tá hugsað verður
um, at tað er triðju ferð
skipað verður fyri tílíkari
kapping, var spennandi at
síggja hvussu leikur fór,
og um tað nú vóru tey
somu liðini sum hórða
undan.
Kappingin var skip-
að sum cupkapping
Hvørt
liðið
hevði
3
bowlarar,og hvørt spæl
var 2 seriur.
Bowlað var í trimum
innleiðandi
umførum,
harav 12 lið komu víðari.
Hesi 12 liðini kappaðust
síðan í tveimum semifin-
alum, harav 6 lið komu
víðari í finaluna.
Í finaluna hendan dagin
komu, Arsenal, Pizza-
kjallarin, Liverpool, 3
Amicos, Real Madrid og
Skemman.
Úrslitið gjørdist:
Nr. 1
Liverpool
Torkil, Pauli og Johan
948 stigum
Nr. 2
3 Amicos
Sunnleif, Rógvi, og
Andreas 914 stigum
Nr. 3
Arsenal
Jóannes, Niels og Jens
894 stigum
Nr. 4
Skemman
Remy, Johnny, og Bárður
890 stigum
Nr. 5
Real Madrid
Kristin, Grettir, og Inga
878 stigum
Nr. 6
Pizzakjallarin
Høgni, Petur og Regin
865 stigum
Bestu seriu, gjøgnum all-
an dagin, hevði Johan
Poulsen við 252 stigum.
Kappingin var stuðlað
av Føroya Bjór.
Kappingin gekk væl og
fyrireikararnir eru sera
væl nøgdir við dagin.
Bowlinghøllin á Hálsi
takkar øllum fyri stuðulin.
Føroya Bjór
Cup
Prógv til 23 B1 venjarar
Í næsta mánað verður
skipað fyri skeiði í
málmansvenjing, og tá
fara báðir lands-
liðsmálverjarnir sam-
an við Jógvan Martini
Olsen at standa fyri
FSF SKEIÐ
Jóannes Hansen
Í vikuskiftinum vórðu prógv
handað teimum, sum hava
luttikið í sonevnda B1
venjaraskeiðnum. Skeiðið
fevnir um 40 tímar, og
luttakararnir hava verið á
skeiði 4. og til 6. februar og
so aftur nú 19. og 20.
februar. Skeiðið gevur rætt
til at taka lut í B2 venjara-
skeiðnum.
Luttakararnir á skeiðnum
vóru hesir: HB (7) Ingi
Rasmussen, Niels Pauli
Jacobsen,
Debes
Bech,
Ingolv Gunnarson, Egil D.
Jacobsen, Áki Johansen og
Andras
K.
Thomassen.
EB/Streymur (5): Knút
Vesturtún, Sorin Anghel,
Høgni
Hansen,
Rólant
Waag Dam og Hallur Jacob-
sen. LÍF (3): Magnus
Skoralíð, Terji Lervig og
Petur Lervig. Royn (2):
Róin Schrøter og Jákup
Midjord, KÍ (2): Sylvan Jac-
obsen og Finn Egilsson.
Eyðun Dalsgarð, AB, Julian
Johnsson,
B68,
Finnur
Helmsdal, MB, og Edmund
Joensen, NSÍ.
Skeiðleiðarar vóru Hans
Mourits Foldbo og Eli
Hentze.
Frá 11. og til 13. mars
verður skipað fyri málmans-
venjaraskeiði. Teir tríggir,
sum fara at standa fyri tí
skeiðnum,
eru
lands-
liðsmálverjararnir
báðir,
Jens Martin Knudsen og
Jákup Mikkelsen, og so
Jógvan Martin Olsen.
Allir venjararnir, sum um
vikuskiftið tóku B1-
venjaraprógvið hjá FSF.
Mynd: www.football.fo
Trý tey fremstu liðini í Føroya Bjór Cup kappingini í
bowling, sum Bowlinghøllin skipaði fyri um vikuskiftið.