mikudagur 23. februar 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 37 - 23. februar 2005
27
Avkastið
bjargaði
rokn-
skapinum
Seinastu mongu árini hev-
ur fótbóltsfelagið B36 lagt
ein roknskap við triva-
ligum yvirskoti til góð-
kenningar fyri limir sínar.
Hesaferð var talan í so
máta um eitt undantak, tí
raksturin hjá felagnum gav
eitt hall upp á 55 tkr.
Yvirskotið seinastu árini
hevur tó havt við sær, at
felagið hevur havt stórar
peningaupphæddir inni-
standandi, og avkastið av
hesum var í fjør rættiliga
gott.
Netto góvu rentuinntøk-
urnar 180 tkr., og tí kundi
kassameistarin, Kjartan
Mohr staðfesta, at botn-
linjan á roknskapinum
gav eitt yvirskot á 126 tkr.
Eginpeningur felagins
er nú 5.025 tkr., og tøki
peningurin er 2.052 tkr.
-jm
Kjartan
nýggjur
formaður
Tað varð ikki nakað
ókunnugmaður,
sum
loysti Kristian á Neystabø
av í formanssessinum hjá
B36. Kjartan Mohr varð
fyrstu ferð valdur í nevnd-
ina í 1986, og síðani tá
hevur hann virkað sum
kassameistari. Nú verður
hann so formaður í felagn-
um, sum hann eisini um-
boðaði sum leikari. Aftur-
at honum er nevndin so-
leiðis samansett: Símun
Midjord, næstformaður,
Maiken Poulsen, kassa-
meistari, Hannis Egholm,
skrivari og Judith Eyst-
uroy, nevndarlimur.
Tiltakslimir eru Tumm-
as Eli Hansen og Ruben
Andresen.
-jm
Afrikani
skal royna
seg
Í B36 halda tey seg vera
um at hava leikarahópin
til komandi kappingarár
til reiðar. Leingi hava ætl-
anir tó verið um at styrkja
álopspartin á liðnum.
Týsdagin verður ein
roynd gjørd at bøta um
hetta, tá ein 25 ára gamal
suðurafrikanskur leikari
kemur at royna seg. Hesin
eitur Obele Okeke Onye-
buchi, og hevur undan før-
oyaferðini roynt seg í
jugoslaviskum
fótbólti,
umframt at hann seinastu
árini hevur spælt við Syri-
enska, sum spælir í næst-
bestu svensku deildini.
-jm
Føðingardagurin gav undirskot
Mánakvøldið hevði
HB aðalfund, og
roknskapurin fyri
2004 vísti eitt lítið
undirskot, men tí var
roknað við framman-
undan
AÐALFUNDUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Í hesum døgum hava fleiri
av fótbóltsfeløgunum kring
landið aðalfund, og mána-
kvøldið høvdu greipuvinn-
ararnir úr HB sín regluliga
aðalfund. Ikki óvæntað var
eitt lítið undirskot á rokn-
skapinum, sum skyldast há-
tíðarhaldinum í sambandi
við 100 ára føðingardagin
hjá felagnum í fjør.
Eru nøgdir
Formaðurin í HB, Birgir
Enghamar, sigur, at í HB
eru tey tó væl nøgd við úr-
slitið, tí tey høvdu roknað
við einum undirskoti í
sambandi við føðingar-
dagin.
– Nú hevði móðurfelagið
undirskot upp á góðar
100.000 krónur, men hin-
vegin hevði partafelagið
Havnar Fótbóltur, sum rek-
ur 1. deildarliðið, og eisini
hevði aðalfund mánakvøld-
ið, yvirskot, og leggja vit
úrslitini hjá hesum báðum
og HB-stuðlum í ein pott,
so gevur tað tilsamans eitt
yvirskot, sigur Birgir Eng-
hamar.
Ein lítil útskifting var
eisini í nevndini í HB.
Kassameistari
felagsins
seinnu árini, Petur Ove Jo-
hannesen, takkaði fyri seg
eftir lokna tænastu, og í
hansara stað varð valdur
Teitur Johannesen, sum
hevur verið tiltakslimur
frammanundan. Hin tiltaks-
limurin í nevndini, Sámal
Hansen, fór eisini frá, tí
hann fer í annað álitisstarv í
felagnum, sigur Birgir Eng-
hamar.
Í staðin fyri teir báðar
vóru vald Bjørg Joensen og
Helgi Nielsen.
Nýtt búmerki
Á aðalfundinum legði trú-
fasti skrivarin hjá HB,
Marni Mortensen, eisini
fram eitt uppskot um nýtt
búmerki til felagið. HB
hevur í mong ár havt eitt
búmerki, sum eingin kennir
søguna hjá, men í fjør var
so gjørt eitt serligt 100-ára
jubileumsbúmerki.
Felagið metti, at rættast
var at gera eitt uppskot til
eitt nýtt búmerki, og tað
hevur Marni Mortensen so
tilevnað.
Síðani
hevur
Team 85 reinteknað merk-
ið, og mánakvøldið var
uppskotið so lagt fyri aðal-
fundin.
Fundurin tók væl undir
við nýggja búmerkinum,
sum bleiv einmælt samtykt.
Nýggja búmerkið ímyndir
Tórs hamar í einum reyðum
og svørtum ringi, har tað
stendur HB og 1904.
Sum áðurnevnt hevði
partafelagið Havnar Fót-
bóltur
eisini
aðalfund
mánakvøldið, og har vóru
tveir av nevndarlimunum
útskiftir. Høgni Mikkelsen
og Jan Gaard Joensen takk-
aðu fyri seg, og tí teirra stað
vóru valdir Bjarni Kyster
og Hallur Danielsen.
Birgir Enghamar, formaður í
HB, er nøgdur við úrslitið
fyri 2004, hóast rokn-
skapurin vísti eitt hall upp á
góðar 100.000 krónur. Hann
vísir á, at felagið hevði
roknað við einum halli
orsaka av teimum mongu
útreiðslunum í sambandi við
100-ára dagin
savnsmynd
Nýggja búmerkið hjá Havnar
Bóltfelag, sum Marni
Mortensen hevur teknað, og
sum aðalfundurin hjá
felagnum góðkendi
mánakvøldið.
Mynd: www.hb.fo
Týsdagin var evsta-
mark hjá fótbóltsfel-
øgunum fyri at lata
inn minstukrøvini til
Fótbóltssamband
Føroya
MINSTUKRØV
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Fótbóltsfeløgini
kring
landið hava í seinastuni
havt úr at gera við at
fyrireika seg til at lata
minstukrøvini inn til FSF. Í
ár er fyrstu ferð, at feløgini,
ið hava sítt besta lið í 2.
deild, skulu lata minstu-
krøvini inn.
Gingið gott
Fríði Nielsen, varaaðal-
skrivari í Fótbóltssamband-
inum, sigur, at tað hevur
gingið gott við at fáa til-
farið sendandi frá feløg-
unum.
– Vit hava brúkt eitt
sindur av tíð upp á at veg-
leiða serliga 2. deildarfel-
øgini, tí tey ikki hava roynt
hetta áður, men tað hevur
gingið gott, sigur Fríði
Nielsen.
Hann greiðir frá, at FSF
hevur allatíðina havt ein
følara úti hjá feløgunum
fyri at vita, hvussu tað hev-
ur gingið, og somuleiðis
hevur Fótbóltssambandið
havt ein kontaktpersón í
teimum einstøku feløgun-
um, ið hevur havt ábyrgd-
ina av júst hesum málsøki í
tí einstaka felagnum.
Eftir at alt tilfarið um
minstukrøvini var komið
FSF í hendi týsdagin, hevði
umsitingin hjá Fótbólts-
sambandinum tríggjar vik-
ur at fara ígjøgnum tilfarið
í, áðrenn tað verður lagt
fyri loyvisnevndina hjá
FSF, sum skal endaliga
gera av, um tey einstøku
feløgini lúka minstukrøv-
ini, og harvið fáa loyvi til at
taka lut í landskappingini í
fótbólti 2005.
Loyvisnevndin hjá FSF
hevur fund 14 mars, og tá
fer nevndin at taka endaligu
avgerðirnar, um feløgini
lúka krøvini.
Minstukrøvini komin frá
feløgunum
i