Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-23, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. februar 2005síða 28

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 37 - 23. februar 2005 Tryggur útflutningur av talentum Tryggingarfelagið Føroyar, sum hevur verið millum stuðlar- nar øll árini, North Atlantic Football Agency hevur »út- flutt« føroyskar spæl- arar, hevur longt stuðulssáttmálan við spælaraumboðsmann in, Jákup í Stórustovu Tey mongu seinnu árini eru alsamt fleiri føroyskir fót- bóltsspælarar slopnir at royna seg uttan fyri land- oddarnar. Summum eydn- aðist at vinna sær sáttmála og øðrum untist at fáa ta stóru uppliving, ein venj- ingarferð til okkurt av stór- feløgunum í Europa altíð vil vera. Maðurin aftan fyri hesa serligu útflutningsvinnu er Jákup í Stórustovu, sum í mong ár hevur rikið sína egnu fyritøku, North At- lantic Football Agency, hvørs endamál er at útvega evnaríkum føroyskum spæl- arum bestu møguleikar uttanlands. Slíkt virksemi gerst ikki uttan kostnað, so tí hevur North Atlantic Football Agency sínar stuðlar, ið á henda hátt beinleiðis eru við til at lyfta bestu før- oysku talentini upp á ovastu rók fótbóltsliga. Ein av fleiri stuðlum, ið hava fylgt Jákupi í Stóru- stovu øll hesi árini sum spælaraumboðsmaður, er Tryggingarfelagið Føroyar. Samstarvið hava báðir part- ar verið væl nøgdir við, tí nú um dagarnar varð sáttmálin teirra millum enn eina ferð longur. Slóðbrótandi – Tað er eitt sera áhugavert arbeiði, Jákup í Stórustovu ger sum spælaraumboðs- maður, og í longdini hava hansara drúgvu royndir nógv at siga fyri ungar fót- bóltsspælarar, ið nú kunnu fáa møguleikan til meira enn at droyma um eina fót- bóltstilveru uttanlands. Tað sigur forstjórin í Tryggingarfelagnum Før- oyar, Gunnar í Liða, ið heldur virksemið hjá North Atlantic Football Agency vera týdningarmikið fyri góða umrøðu, sum Føroyar kunnu fáa uttanlands. – Eg trúgvi eisini, at hetta kann hjálpa nógvum av hesum ungu at síggja, at tað ikki nýtist at vera ógjørligt at sleppa at royna seg sum yrkisspælarar. Hetta er jú ikki so langt burturi longur, sigur tryggingarstjórin. – Virksemið hjá Jákupi í Stórustovu er av nokk so slóðbrótandi slagi, og av tí at vit síggja hetta sum nak- að, sum er rættiliga umboð- andi fyri Føroyar úteftir, vilja vit fegin halda fram við stuðulssamstarvinum. orstjórin í Tryggingarfel- agnum Føroyar undirstrikar eisini, at í samstarvinum ber bæði til at vera við til at hjálpa ungdómi av landin- um at royna seg, men eisini at gera tryggingarfelagið meira sjónskt gjøgnum virksemið hjá North At- lantic Football Agency. Uppliva dreymin Jákup í Stórustovu fegnast um, at Tryggingarfelagið Føroyar framvegis hevur hug at stuðla virkseminum hjá North Atlantic Football Agency, tí tað krevur ikki so lítið at skapa ungum fót- bóltsspælarum møguleikar uttanlands. – Arbeiðið er sjálvandi við árunum blivið eitt sind- ur øðrvísi, enn tað var í fyrstuni. Mínar royndir eru størri enn tær vóru, men eisini er nógv hent hesi árini, ið ávirkar eitt nú arbeiðsgongdirnar, greiðir Jákup í Stórustovu frá. – Tey fyrstu árini fór mesta tíðin við at gera vart við føroyskan fótbólt utt- anlands, men nú er tað ikki so óvanligt, at feløgini sjálvi spyrja seg fyri. Tað gevur nakrar aðrar og kanska uppaftur meira spennandi møguleikar. Í løtuni hevur North At- lantic Football Agency til- samans 10 spælarar uttan- lands, men harumframt eru 12 spælarar her heima, sum arbeitt verður við í løtuni, so teir kunnu sleppa uttan- lands at royna seg. – Tað kann taka frá einum mánaði til hálvtann- að ár, áðrenn nakað ítøki- ligt spyrst burturúr, so tí fegnist eg um, at Trygging- arfelagið Føroyar fram- vegis telist millum trúgvu stuðlarnar, ið tryggja hes- um ungu spælarunum møguleikan at uppliva dreymin um eina fótbólts- tilveru uttanlands, sigur Jákup í Stórustovu. Brynhild Setberg frá Tryggingarfelagnum Føroyar og Jákup í Stórustovu frá North Atlantic Football Agency skriva undir sáttmála millum feløgini