hósdagur 24. februar 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 38 - 24. februar 2005
Líka ringt við Íslandskvotunum
Uppruddingin í fiskidagaskipanini er byrjað
Eitt innslag í Degi og
Viku hevur fingið
tingfólk at seta lands-
stýrismanninum við
fiskivinnumálum
spurningar um
rækjuloyvi. Men hatta
er einki nýtt mál, siga
keldur í fiskivinnuni.
Soleiðis hevur verið
arbeitt við íslands-
kvotum í áravís
KVOTASØLUR
Edvard Joensen
Røring kom í, eftir at Dagur
og Vika segði frá, hvussu
rækjuloyvi verða handlað
millum skipini. Men so-
leiðis
hava
føroyskar
snellukvotur undir Íslandi
verið handlaðar í áravís,
vísa fólk í fiskivinnuni á.
Føroyingar hava í eitt
mannaminni fingið forer-
andi eitt ávíst tonsatal av
botnfiski frá íslendingum.
Serliga hava tað verið
snelluskipini,
sum
eru
sloppin at fiska hesa kvot-
una. Upsa fyri tað mesta tey
mongu seinnu árini.
Hetta eru einastu stertar,
føroyingar hava fingið fyri
púra einki nakrastaðni frá.
Alla
aðrastaðni
verður
goldið fyri veiðirættindi,
siga fiskivinnufólk, sum
Sosialurin hevur tosað við.
Føroyskir myndugleikar
hava so trúliga býtt hesar
upsastertarnar út til teirra,
sum einaferð gjørdu sær
tann ómak at fara til Íslands
eftir hesum um summarið.
Men tað var skjótt, at
summir funnu útav, at hetta
loysti seg ikki, og fóru at
selja sín part til teirra, sum
tímdu at fara eftir honum.
Dømi er um, siga keldur
okkara, at bátar, sum ong-
antíð hava havt húk umborð
yvirhøvur, men bara hava
trolað undir Føroyum, eis-
ini hava fingið hesa snellu-
kvotu undir Íslandi, og so
selt hana. Í samfull tíggju
ár bar hetta til. Tá skuldi
hon so, eftir sum reglurnar
vóru broyttar, avhendast
endaliga. Og tað varð so
gjørt við at selja dagarnar
til eitt línuskip. Sostatt fall
tann parturin av snellu-
kvotuni burtur.
Nú
løgtingslimir
eru
farnir at vísa áhuga fyri
rækjukvotunum, átti hetta
eisini at verðið tikið við,
halda fiskivinnufólk.
Á landsstýrisfundi
týsdagin var millum
annað mál um broyt-
ingar í lógini um
vinnuliga fiskiskap til
viðgerðar. Ætlanin er
at steðga flyting av
døgum millum skipa-
bólkar, sigur lands-
stýrimaðurin við
fiskivinnumálum
FISKIVINNA
Edvard Joensen
Broytingar í lógini um
vinnuligan fiksiskap eru
komnar á landsstýrisborð
og verða bornar niðan í
Løgtingið í hesi setuni,
sigur Bjørn Kalsø, lands-
stýrismaður við fiskivinnu-
málum. Nú skal ruddast
upp í fiskidagaskipanini.
Millum
málini,
sum
Bjørn Kalsø, landsstýris-
maður legði fyri landsstýr-
isfundin týsdagin, vóru
broytingar í samband við
avhending og smanlegging
av fiskidøgum.
Her var serligt atlit tikið
til bólkarnar trý og fýra,
sum eru línuskip yvir 110
tons og útróðarbátar mill-
um 15 og 110 tons.
Bjørn Kalsø, landsstýris-
maður, ásannar, at tað
gongur í so skjótt við at
flyta útróðrardagar yvir á
línuskipini. Hann heldur
tað ikki vera serliga heppið,
um tað endar við, at útróðr-
arflotin minkar munandi,
ella í ringasta lagi hvørvur.
Upprunaliga ætlanin við
bólkabýtinum var ongantíð,
at pengar skuldu gera av,
hvørjir bólkar skuldu yvir-
liva, og hvørjir ikki, sigur
hann. Og hann er ikki
áhugaður i, at tað skal enda
sum eitt nú í Íslandi, har alt
størri partur av útróðrar-
flotanum verður burtur, og
stóru reiðaríini yvirtaka øll
loyvini.
Bjørn Kalsø sigur, at
semja var á landsstýrisfund-
inum um, at málið eigur at
verða lagt fyri løgtingið, so
tað kann avgreiðast í hesi
tingsetuni. Hann sigur, at
hann serliga vil hava steðg-
að umsetiligheitini, meðan
arbeitt verður við eini veru-
ligari upprudding í lógini
um vinnuligan fiskiskap.
Aðrir partar av lógini um
vinnuligan fiskiskap vóru
eisini í uppskotinum hjá
landsstýrismanninum. Eitt
nú um landingar uttan-
lands.
Sum er kunnu skip, sum
ikki koma undir fiskidaga-
skipanina, landa har, tey
hava hug. Men skipini und-
ir fiksidagaskipanini hava
álagdar bindingar, sum
gera, at tey bara kunnu
landa part av síni veiðu
uttanlands.
Hetta vil landsstýrismað-
urin nú broyta soleiðis, at
øll koma undir somu treytir
viðvíkjandi landingum utt-
anlands.
Eisini hevur landsstýris-
maðurin við í sínum pakka
hesaferð onkra kunngerð
um gýtingarfriðingar á
Bankanum, sigur hann.
Bjørn Kalsø ætlar at fáa
hesi málini avgreidd sum
skjótast, sigur hann. Freistin
at leggja mál fyri Løgtingið
er nú í mars, og síðan skal
viðgerð til. Hann roknar tó
við, at hesi málini verða
avgreidd, áðrenn Løgtingið
fer í summarfrí einaferð
umleið 1. mei ella so.
Millum málini, sum
landsstýrismaðurin við
fiskivinnumálum hevur lagt
fyri landsstýrið, eru
broytingar í reglunum um
landingar uttanlands, har
hann vil hava, at eisini tey
skip, sum ikki eru umfatað
av fiskidagaskipanini, koma
undir somu reglur sum tey,
ið eru í skipanini
Mynd: Edvard Joensen
Í áravís hava snelluskipini fingið kvotu fyri einki frá íslendingum. Tey allarflestu hava seinnu árini selt hana aftur til onnur
føroysk skip heldur enn at fara til Íslands eftir henni. Stórur partur av snelludøgunum eru endaðir hjá línuskipunum
(Tilvildarlig mynd)