hósdagur 24. februar 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 38 - 24. februar 2005
5
Vit eiga at siga
sáttmálan upp
Tað einasta rætta er at
siga sáttmálan upp,
sigur Ingeborg
Vinther í Føroya
Arbeiðarafelag
SÁTTMÁLASAM-
RÁÐINGAR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Eg haldi, at tað er rætt at
siga sáttmálarnar upp.
Tað
sigur
Ingeborg
Vinther, forkvinna í Føroya
Arbeiðafafelag.
Og tað fer Føroya Ar-
beiðarafelag eisini at gera.
Sáttmálin við arbeiðsgevar-
arnar gongur út 30. apríl og
sostatt skulu samráðingar
verða við arbeiðsgevarar-
nar um nýggjan sáttmála.
Ingeborg Vinther sigur, at
spurningurin er umrøddur á
kjakfundi í Føroya Arbeið-
arafelag og har var full
semja um at sáttmálin
skuldi sigast upp.
Tað var eisini semja um,
at Føroya Arbeiðarafelag
skuldi kanna møguleikan
fyri at øll arbeiðarafeløgini
í felag fara til samráðingar
við arbeiðsgevararnar.
Ingeborg Vinther heldur,
at tað er rætt at siga sátt-
málan upp hvørja ferð.
– Vit gera tvey ára sátt-
málar. Tað er tí at ætlanin er
at hann skal sigast upp og
dagførast, hvørja ferð eitt
sáttmálaskeið er úti. Tá ið
vit gera tvey ára sáttmálar,
er tað sjálvandi tí at tað er
ætlanin, at hann skal sigast
upp, tá ið sáttmálaskeiðið
er úti.
Ingeborg Vinther sigur, at
tí hevur Føroya Arbeiðara-
felag altíð sagt sáttmálan
upp.
Ingeborg Vinther hevur
ikki stórvegis viðmerkingar
til at Klaksvíkar Arbeiðs-
mannafelag hevur gjørt av
ikki at siga sáttmálan upp.
– Men tað kann tulkast
sum eitt tekin um veikleika
og tað kann verða óheppið,
sigur hon.
Hon er heldur ikki samd í
grundgevingini hjá arbeiðs-
monnunum í Klaksvík. For-
maðurin í felagnum heldur,
at teir stúra fyri arbeiðs-
plássunum og at teir tí ikki
vilja leggja trýst á lønina.
Tað er orsøkin til, at teir ikki
vilja siga sáttmálan upp.
– Sáttmálasamráðingar
snúgva seg ikki bara um
løn. Tað eru nógv viður-
skifti í einum sáttmála, sum
bøtast kunnu um og tað er
ikki alt, sum kostar arbeiðs-
gevarunum so nógvan pen-
ing, sigur Ingeborg Vinther
Men hvørji krøvini verða
frá verkamannafeløgunum
hesuferð, veit Ingeborg
Vinther ikki, tí tað hava
feløgini ikki viðgjørt enn.
Øll ikki tikið støðu
Í Føroyum eru fimm ar-
beiðarafelag, sum hava sátt-
málar við arbeiðsgevara-
rnar: Arbeiðsmannafelagið
og Arbeiðskvinnufelagið í
Klaksvík, Arbeiðsmanna og
Arbeiðskvinnufelagið
í
Havn og Føroya Arbeiðara-
felag.
Sum sagt, fara menninir í
Klaksvík ikki at siga sátt-
málan upp. Hinvegin fer
Føroya Arbeiðarafelag at
gera tað.
Og í blaðnum týsdagin
segði formaðurin í Havnar
Arbeiðsmannafelag, Hans
Joensen, at limirnir, sum
vóru møttir á aðalfundinum
leygardagin, tóku fult undir
við, at sáttmálin verður
sagdur upp.
Í Klaksvíkar Arbeiðs-
kvinnufelag hevur aðal-
fundurin givið nevndini
heimild at gera av um sátt-
málin skal sigast upp, ella
ikki. Men tað hevur nevnd-
in ikki tikið støðu til enn.
Havnar Arbeiðskvinnu-
felag hevur ikki tikið støðu
til sáttmálan enn, men for-
kvinnan, Vígdis Johanne-
sen, væntar, at hann verður
sagdur upp.
Klaksvíkar Arbeiðs-
mannafelag fer ikki at
krevja lønarhækking
frá arbeiðsgevarun-
um í ár. Tvørturímóti
hevur felagið gjørt av,
at sáttmálin skal ikki
sigast upp
ARBEIÐSMARKNAÐUR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú nærkast aftur tíðin, tá ið
arbeiðarafeløgini og ar-
beiðsgevarar fara at samráð-
ast um nýggjan sáttmála.
Men tað er longu nú
greitt, at í ár fáa arbeiðs-
gevararnir ein trupulleika
minni at hugsa um.
Sáttmálarnir ganga út 30.
apríl. Higartil er tað bara
Havnar Arbeiðsmannafel-
ag, sum hevur givið nevnd-
ini undirtøku fyri at siga
sáttmálan upp.
Men í Klaksvík er støðan
heilt øðrvísi!
Klaksvíkar
arbeiðs-
mannafelag hevur nevniliga
tikið ta óvanligu avgerð, at
tað fer ikki at siga sáttmálin
við arbeiðsgevararnar upp.
Sostatt er tað er longu nú
greitt, at hesuferð sleppa
arbeiðsgevararnir frá at
samráðast
við
arbeiðs-
menninar í Klaksvík um
lønarhækking
og
aðrar
ábøtur á sáttmálan.
Tað var á aðalfundi í
Klaksvíkar Arbeiðsmanna-
felag leygardagin, at limir-
nir avgjørdu, at sáttmálin
við arbeiðsgevararnar skal
ikki sigast upp hesuferð.
Tað eru einir 280 limir í
Klaksvíkar arbeiðsmanna-
felag, men Kristoffur Ol-
sen, formaður, sigur, at tað
vóru ikki nógvir mans
møttir á aðalfundi.
Hvussu fámentur aðal-
fundurin var, vil hann
kortini ikki siga.
– Tað kann eisini gera tað
sama, hvussu nógvir vóru á
fundi, tí tað er meirilutin av
teimum, sum møta á fundi,
ið hevur avgerðina. Og
leygardagin
samtykti
meirilutin, at sáttmálin skal
ikki sigast upp.
– Og longri er tann søgan
ikki, tí aðalfundurin er
hægsti myndugleikin í fel-
agnum og tað má nevndin
halda seg til, sigur Krist-
offur Olsen
Nú sáttmálin ikki verður
uppsagdur, heldur hann
fram í eitt ár afturat.
Stúra fyri arbeiðnum
Flestu limirnir í Klaksvíkar
Arbeiðsmannafelag arbeiða
í fiskivinnuni.
Kristoffur Olsen skilti á
limunum, sum vóru møttir
á aðalfundinum í Klaks-
víkar Arbeiðsmannafelag,
at teir huggsaðu nógv um at
varðveita arbeiðsplássini.
– Eg skilti støðuna so-
leiðis, at menn stúra fyri
gongdini í vinnuni. Onkur
virki eru longu latin aftur
og teir stúra fyri, at fleiri
virki skulu fara sama veg.
Sostatt heldur formaður-
in, at menn hava hugsað
sum so, at teir vilja heldur
varðveita arbeiðsplássi og
arbeiðstímarnar, heldur enn
at at krevja meiri í løn og
leggja enn størri byrðar á
arbeiðsplássi og sostatt
økja vandan fyri at tað skal
lata aftur.
Men hann heldur eisini, at
tað kann hava havt sína
ávirkan, at arbeiðsgevarar
hava verið so dúgligir at
vísa á, at tað er neyðugt at
vísa lønarafturhald, tí annars
versnar kappingarførið og
so kann vinnan fara fyri
bakka.
Hóast Kristoffur Olsen
sigur, at nevndin má fylgja
avgerðini á aðalfundinum.
Men fyri egnu rokning
heldur hann, at tað er
óheppið, at sáttmálin ikki
verður uppsagdur.
– Hetta kann elva til split í
arbeiðararørsluni og sjálvur
haldi eg, at tað er óheppið.
Hann sigur, at hóast løn-
arkrøvini kanska ikki blivu
tey stóru, hevði tað verið
rætt av Klaksvíkar Arbeiðs-
mannafelag at tikið somu
støðu sum hini feløgini og at
sagt sáttmálan upp.
– Hetta kann somuleiðis
enda við, at arbeiðsmennin-
ir í Klaksvík koma at fáa
verri løn enn øll hini verka-
fólkini í landinum, sigur
Kristoffur Olsen.
– Tá ið vit gera tvey ára
sáttmálar við arbeiðsgevarar-
nar, er tað tí at teir skulu
sigast upp og dagførast, táið
sáttmálaskeiðið er úti, sigur
Ingeborg Vinther
– Limirnir í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag stúra fyri
arbeiðsplássunum. Tí gjørdu teir av at sáttmálin skal ikki
sigast upp, sigur Kristoffur Olsen. Sjálvur heldur hann at tað
er óheppið, at sáttmálin ikki verður sagdur upp
Mynd: Eyðun Klakstein
Tað er ivingarsamt
um hini arbeiðara-
feløgini í Føroyum
einaferð afturat fara
at vera líka lagalig
ímóti arbeiðsmonn-
unum í Klaksvík,
sum tey vóru fyrst í
nítiárunum
SÁTTMÁLASAM-
RÁÐINGAR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað er hent einaferð fyrr í
nyggjari tíð, at Klaksvíkar
Arbeiðsmannafelag ikki
hevur sagt sáttmálan við
arbeiðsgevararnar upp.
So vítt, vit hava fingið
upplýst, var tað í 1992.
Tá samráddsut hini ar-
beiðarafeløgini um um
nýggjar sáttmálar og úr-
slitið var, at tey fingu 64
oyru afturat um tíman.
Sostatt var avleiðingin
fyri arbeiðsmenninir í
Klaksvík, at teir fingu 64
oyru minni um síman, enn
hini verkafólkini í landin-
um fingu og tað máttu teir
liva við, ti, samráðingar
vóru aftur.
Tá ið samráðingar so
vóru aftur, spurdu ar-
beiðsgevararnir hini fel-
øgini, um tey høvdu nak-
að ímóti, at Klaksvíkingar
fingu eina eyka lønar-
hækking upp á 64 oyru
um tíman, so at lønin hjá
øllum verkafólkum varð
tann sama.
Tað góðtóku hini feløg-
ini tá.
Feløgini vilja ikki siga,
hvørja støðu tey høvdu
havt til hetta einaferð aft-
urat.
Men keldur í fakfelags-
rørsluni dylja ikki fyri at
tey taka avgerðina hjá
Klaksvíkar
Arbeiðs-
mannafelag sum ein knív í
ryggin á arbeiðararørsluni.
Tí gera tær greitt, at
verður úrslitið av samráð-
ingunum í vár, at hini fak-
feløgini fáa eina lønar-
hækking, er tað er ógvu-
liga ivingarsamt um tey
fara at góðtaka tað eina-
ferð afturat at Arbeiðs-
menninir
í
Klaksvík
næstu ferð fáa eina eyka
lønarhækking fyri at allar
lønirnar skulu vera javnt-
stillaðar.
Fingu 64 oyru
minni um tíman
Nevndin í Klaksvík-
ar Arbeiðsmanna-
felag er óbroytt eftir
aðalfundin leygar-
dagin
AÐALFUNDUR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Leygardagin hevði Klak-
svíkar Arbeiðsmannafel-
ag aðalfund. À fundinum
stóðu tveir limir fyri vali,
men teir vórðu báðir aft-
urvaldir.
Í nevndini sita Kristoff-
ur Olsen, formaður, Arth-
ur Guðjonsson, næstfor-
maður, Sigfríður Hansen
er skrivari, Knút Guðjons-
son er kassameistari og
Dia Reyðberg er nevndar-
limur.
Formaðurin er valdur
beinleiðis, so Kristoffur
Olsen heldur fram. Ann-
ars fer nevndin at skipa
seg av nýggjum á fyrsta
nevndarfundinum, sum
verður í næstum.
Nevndin
tann sama
Vilja hava frið í eitt ár afturat