hósdagur 24. februar 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 38 - 24. februar 2005
18 næmingar úr
Stranda skúla stóðu
bæði ímóti kulda og
kava, tá tey leygar-
dagin seldu rullandi
lutaseðlar úr Oyndar-
firði og heilt út á
Skála. Ætlanin var at
fara út á Strendur,
men tá vóru allir teir
450 vinningarnir
longu farnir. Strand-
ingar verða tó ikki við
sviðusoð, tí teir fáa
rullandi vitjan í
næstu viku
SKÚLAFERÐIR
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Tað var ein løgin skari av
ungfólkum, sum henda
leygarmorgunin stigu út úr
bussinum í Skálafirði.
Øll vóru ílætin í tey heit-
astu klæðini, tá tey við
skundi fóru inn í øll húsini
í bygdini við einum einasta
endamáli: At fáa fólk at
keypa lutaseðlar til frama
fyri London-ferðina hjá
flokkinum.
Eitt av foreldrunum skip-
aði fyri og legði lag á,
hvussu tey skuldu býta seg
sundur, fyri at fáa sum mest
burturúr tíðini á staðnum.
Við sær høvdu tey luta-
seðlar, sum fólk høvdu
møguleika at keypa fyri
einans 5 kr. stykkið. Um-
framt hesa leysasøluna so
kundi fólk keypa ein posa
við 20 seðlum í, har ein var
vísur í at fáa ein vinning.
Og tað vísti seg eisini
skjótt, at tað stóð ikki á at
sleppa av við allar teir
túsundtals seðlarnar – og
vinningarnar!
Strævið
Vinningarnar kundu fólkini
fáa beinanvegin. Miðskeið-
is í bygdini stóð nevniliga
ein
av
bussunum
hjá
Bygdaleiðum,
sum
var
leigaður til endamálið.
Henda dagin førdi hann
kortini ikki einans næm-
ingar og foreldur, men var á
tremur við góðum vinning-
um.
Stóð ikki "nitte" á seðlin-
um kundu fólk fara bein-
leiðis yvir til bussin, har
fryntligir næmingar hand-
aðu vinningin í somu løtu –
sodavatn, góðgæti, kakur,
mat og mangt annað.
Tá tey á kvøldi gjørdu
upp fyri dagin, var øll orsøk
at fegnast: Tey høvdu frá kl.
10 til 19 selt fyri ikki minni
enn 20.000 kr.
- Hetta var ein strævin
dagur, men kortini eru vit
øll fegin um úrslitið, sigur
eitt av foreldrunum, skála-
maðurin Hans Jákup Jo-
hannesen, sum var ein
teirra, sum legði teimum
lag á søluna av seðlunum
henda dagin.
Alt selt
Rutan var løgd frá morgun-
stundini av: Byrjast skuldi í
Oyndarfirði,
og
síðani
skuldi bussurin koyra til
Skálafjarðar og Skála, og
hagani úr á Strendur.
Tað vísti seg kortini, at
tey skuldu ikki koma longri
enn út á Skála, tí tá vóru
allir teir 450 vinningarnir
longu farnir.
Ferðin byrjaði í Oynd-ar-
firði kl. 10 henda morgun-
in. Kalt var í veðrinum,
men næmingarnir høvdu
latið seg í til slíkt veður.
Tey gingu hús úr húsi fyri
at selja seðlarnar, og kundu
tey, sum vóru so heppin at
vinna, fara yvir til bussin
fyri at heinta vinningarnar.
Um middagsleitið var
leiðin løgd móti Skálafirði.
Hetta er ikki stór bygd, so
skjótt gekk at vitja øll
húsini, áðrenn Skála stóð
fyri tørni.
Veðrið eingin forðan
Í Skálabotni gekk væl at
selja. Her var eisini kalt í
veðrinum og vegirnir í
bygdini glerstoyttir, men
hetta forðaði tó ikki hugin-
um at fullføra uppgávuna,
tey vóru komin til.
Tey fóru inn í øll húsini,
og haraftrat sluppu tey av
við nógvar seðlar í sam-
komuhúsinum hjá Kelduni
har menn og kvinnur ar-
beiddu við at gera húsið
klár til páskastevnuna í ár.
Okkurt av arbeiðsfólkunum
vann eisini ein vinning.
Á Skála gekk somuleiðis
sera væl at selja – helst tí at
fleiri av næmingunum eru
hagani. Og tá tey vóru
komin út til tey uttastu
húsini á Skála, kundu tey
bara staðfesta, at nú vóru
eingir vinningar eftir.
Alt var selt, og tí var
einki at fara út á Strendur
við. Tá var eisini farið um
nátturðatíð, so tíð mundi
vera at hugsa um at sleppa
sær til hús eftir ein langan,
strævnan og kaldan dag.
Trý hugskot í eitt
Tað vóru upprunaliga trý
heilt ymisk hugskot, sum
runnu saman til eitt slíkt
rullandi tombola:
Ein hevði hugsað um at
havt eitt tombola, har ein
ikki helt til á einum staði,
men vitjaði fleiri ymiskar
bygdir.
Ein annar hevði hugsað
um eitt tombola, har ein
kundi keypa ein posa við
ávísum tali av seðlum, og
har ein var vísur í at vinna.
Uppaftur ein triði hevði
hugsað um møguleikan at
ferðast bygd úr bygd við
einum bussi, har bæði selj-
arar og vinningarnir vóru
savnaðir á einum og sama
staði.
Soleiðis varð tað til hetta
sjáldsama tiltakið, tá 9B í
Stranda skúla vitjaði í
trimum bygdum seinasta
leygardag.
At hesi trý samanrunnu
hugskotini eydnaðust so
væl, gevur kanska øðrum
dirvi og hug at gera tað
sama á øðrum støðum.
Tey rullaðu, seldu og vunnu
Strandingar fáa
vitjan í næstu
viku
Endamálið við hesi
heldur øðrvísi søluni
leygardagin er at savna
inn pening til eina
London-ferð seinni í ár.
Tey hava longu skip-
að fyri øðrum tiltøkum,
og nú leygardagin fara
hesir ídnu næmingarnir
undir næsta tiltakið. Tá
verður skipað fyri ein-
um loppumarknaði í
Skála skúla, har – van-
ligt! – tombola er á
skránni, eins og fólk
kunnu keypa sær okkurt
gott afturvið einum
drekkamunni.
Tey ætla sær tó ikki at
gloyma fólkið í granna-
bygdini Strondum, og tí
verður farið hagar og
Innan Glyvur at selja
rullandi seðlar leygar-
dagin 5. mars.
Tey eru í løtuni eisini
í ferð við at selja luta-
seðlar, og hava framm-
anundan
somuleiðis
skipað fyri øðrum pen-
ingasavnandi tiltøkum
til frama fyri ferðini.
Nógvur peningur skal
til eina slíka ferð, men
við tí hugflogi og ídni
tey hava víst, er lítil ivi
um, at tey megna at
savna inn hesar 130.000
kr., áðrenn lagt verður
til brots í London.
Í 9 B í Stranda skúla
ganga næmingar úr
Oyndarfirði, Skálafirði
og av Skála. 18 teirra
fara avstað til London,
umframt tríggir leiðar-
ar.
Enn ein
vinningur
Tey hepnu sum vunnu
ein av góðu vinningun-
um, hava enn ein møgu-
leika at ogna sær ein
enn betri vinning.
Aftanfyri tann vinn-
andi seðilin skriva tey
navn og bústað, og síð-
ani verður drigið um
nakrar eykavinningar,
har høvið verður at eta
eina betri máltíð á fýra
matstovum í Havn og í
Runavík.
London-ferð
í summar
Peningurin, sum kemur
inn við øll hesi peninga-
savnandi tiltøkini fer til
eina námsferð til Lond-
on.
Her er ætlanin at vitja
ymisk støð, m.a. Natio-
nal History Museum,
Science Museum, BBC
og Madame Tussaud.
Ætlanin er somuleiðis
at vitja ymisk áhuga-
verd tiltøk í London.
Hóast bæði kalt og kavi var leygardagin, so forðaði hetta kortini ikki næmingunum í at fullføra uppgávuna at selja
lutaseðlarnar. Hóast vinningarnir vóru 450 í tali, so vóru eingin teirra eftir, tá tey høvdu selt í Oyndarfirði, Skálafirði og á Skála
Eitt av arbeiðsfólkunum í samkomubygninginum Kelduni í Skálafirði keypti og vann ein av
góðu vinningunum. – Hetta var ein strævin, men góður dagur, sigur eitt av foreldrunum, Hans
Jákup Johannesen, sum stendur uttast høgrumegin