Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-24, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. februar 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 38 - 24. februar 2005 7 Bundin tóni telir við Fólk, sum síðsta viku- skiftið vildu atkvøða í sangkappingini Stjørna eitt kvøld vóru í villar- eiði, tí tey fingu bara ein bundnan tóna, tá ið tey ringdu til danska numm- arið. Hetta fekk tey at halda, at tey sluppu ikki fram at atkvøðugreiðsluni. Men soleiðis er ikki, sambært SvF. Føroysku atkvøðurnar síðsta vikuskiftið taldu við, hóast tónin var bundin, og soleiðis verð- ur aftur fríggjakvøldið, tá ið stóra finalan í kappingini verður. SvF boðar frá, at før- oyingar kunnu atkvøða við at ringja – ikki senda sms – og tað er nóg gott, um tónin er bundin. Fólk, sum atkvøða, skulu ikki hava samband við nakran ella fáa nakra váttan. Atkvøðan er skrásett, tá ið tú hoyrir ein bundan tóna. Tað kostar vanligan telefontakst at ringja, og føroyingar skulu minnast til at hava 0045 framman fyri tað danska nummar- ið. ek Bíða eftir tunlinum Norðoya Sparikassa hev- ur síðstu 10 árini havt eina ábyrgdaraskipan, og ein partur av tí hevur verið ein stórur ábyrgdarafundur annað- hvørt ár. Skuldi vanliga skráin verið fylgd, skuldi næsti fundurin verður fyrst í hesum árinum, men leiðslan í Norðoya Spari- kassa hevur gjørt av at útseta hendan fundin. Í ársfrásøgnini hjá spari- kassanum verður sagt, at næsti ábyrgdarfundurin verður fluttur nærri upp- latingardegnum hjá Norðoyatunlinum. ek Pia aftur forkvinna Pia Larsen úr Vinstra- flokkinum heldur fram sum forkvinna fyri ser- ligu Føroyanevndina í fólkatinginum. Nývalda fólkatingið hevur skipað seg, og Pia Larsen, sum hevur sitið í fólkatinginum seinastu 15 árini, skal halda fram í ábyrgdarsessinum við- víkjandi Føroyum. Serliga Føroyanevndin í fólkatinginum hevur havt til uppgávu at fylgja við samráðingunum mill- um donsku stjórnina og føroyska landsstýrið um størri sjálvstýri til føroyingar. ek – Skal Norðoya Sparikassi varðveita sín marknaðarpart ella vaksa um hann, má sparikassin fara út um lokaløkið, og gera vit tað, so stendur Havnin fyrst fyri, sigur Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa SPARIKASSI Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Norðoya Sparikassi um- hugsar nú av álvara um at fara út um sítt lokaløkið fyri at fáa ein størri part av marknaðinum. – Vit hava trimmað spari- kassan, so hann er kapp- ingarførur við aðrar peningarstovnar, og tað er fyrsta treytin, um vit skulu bjóða okkum fram. Nú fara vit at leggja eina strategi fyri sparikassan, og tað er greitt, at skal Norðoya Sparikassi varðveita sín marknaðarpart ella vaksa um hann, má sparikassin fara út um lokaløkið, sigur Eyðfinn Reyðberg, stjóri. Norðoya Sparikassi hev- ur sína høvuðsdeild í Klaksvík, men hevur nógv- ar kundar í Norðoyggjum sum heild og í Leirvík, har einasta deildin uttan fyri Norðoyggjar liggur. Men tað kann skjótt fara at broytast. – Skulu vit vaksa um okkara virksemi og fáa okkum nýggjar deildir, mugu vit leita til tey økini í landinum, har vøkstur er. Har stendur Havnin fyrst fyri, tí har eru eini 40 pros- ent av fólkinum og eini 50 prosent av teimum samlaðu inn- og útlánunum, sigur stjórin í Norðoya Spari- kassa. Havnin og Runavík fyrst fyri Norðoya Sparikassi eigur ein bygning mitt í Havnini, og spurningurin hevur ofta verið settur, um sparikassin í Norðoyggjum æltar sær til Havnar. Svarið hevur ongantíð verið greitt, men stjórin í Norðoya Spari- kassi fjalir ikki út yvir, at hetta verður nú av álvara umhugsað og viðgjørt í leiðsluni fyri sparikassan. – Vit hava síðstu tíðina fingið alt fleiri kundar kring landið, og teir koma til okkum, tí vit standa okk- um í kappingini við aðrar. Í Norðoyggjum eru vit so stórir, sum vit kunnu blíva, og vit kunnu ikki vaksa nakað stórvegis í hesum økinum. – Hinvegin eru Norð- oyggjar eitt øki, sum stend- ur í stað, meðan onnur øki vaksa, og tí mugu vit út um lokaløkið, um vit skulu halda okkara marknaðar- part ella vaksa. Havnin er uppløgd, men eisini Runa- víkarøkið er eitt økið, sum veksur, og sum vit taka við í okkara viðgerð, sigur Eyðfinn Reyðberg. Vinnan kann klára eina niðurgongd Norðoya Sparikassi hevði í fjør góðar 17 milliónir í avlopi, og tað var nakað tað sama sum árið fyri. Hetta er stjórin vælnøgdur við. – Tá ið vit hugsa um, at rentumarginalurin er mink- aður, kappingin er harnað, og at vit fáa minni fyri okk- ara gjaldføri uttanlands, so er úrslitið í fjør gott. Vit lótu eisini umleið 2,7 milli- ónir krónur til Norðoya- grunnin, og tí var tað gott, at sparikassin kundi halda sama avlop sum árið fyri, sigur Eyðfinn Reyðberg. Hann er samdur við teim- um, sum siga, at útlitini í føroyska búskapinum eru ikki tey somu, sum tey hava verið, men hann er tó bjart- skygdur. – Tað fara at koma nøkur ár, har vit verða noydd at fóta okkum aftur, og har vøksturin í búskapinum ikki verður tann stóri. Men hendan tíðin er góð á tann hátt, at føroyska samfelagið kann effektivisera seg, og tað hava vit brúk fyri, sigur hann – Vit síggja longu nú, at tillagingar verða gjørdar allastaðni – bæði hjá tí privata og almenna – og tað fara vit at síggja meira til komandi árini. Tað er ein fyrimunur fyri okkum, at vit gera hetta. Stjórin í Norðoya Spari- kassa heldur, at vinnan er sum heild væl fyri og er før fyri at klára eina niður- gongd í umsetninginum. – Men verður hetta ein støða, sum verður galdandi í fleiri ár, so kemur tað sjálvsagt at seta síni spor. Tað kann ávirka íløgu- hugin, og íløguhugurin er avgerandi fyri, um vit kunnu menna okkum og fáa meira burturúr, sigur Eyð- finn Reyðberg. – Fólkið í Norð- oyggjum og í Leirvík føla nakað fyri økin- um, og tey vilja offra seg og sínar pengar fyri at skapa nakað. Tí eru økini væl fyri, heldur stjórin í Norðoya Sparikassa HJARTAÐ Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Hóast niðurgongd er í bú- skapinum, og tað rakar tey flestu økini í landinum, er støðan ymisk frá einum øki til annað. Norðoyggjar hava síðani kreppuárini verið væl fyri búskaparliga og hava staðið seg betur enn onnur útjaðarøki í landin- um. Stjórin í Norðoya Spari- kassa heldur, at ein týðandi orsøk er til tað. – Norðoyingar hava hjartað við í tí, teir gera. Fólkið í Norðoyggjum og í Leirvík føla nakað fyri økinum, og tey vilja offra seg og sínar pengar fyri at skapa nakað. Tað verður ikki bara hugsað um ein løtuvinning og at fáa sum mest burtur úr sjálvur, men eisini um at skapa virksemi og framgongd, sigur Eyð- finn Reyðberg. – Tað hevur gjørt, at Norðoyggjar komu seg so væl eftir kreppuna og fram- vegis eru væl fyri. Tað er ein drívmegi í fólkinum, sum er avgerandi fyri, at økið kann klára seg. Og vit seta prís á tey fólkini, sum vilja nakað og gera nakað. Vit ganga ikki og øvunda nøkrum ella illneitast, sigur Eyðfinn Reyðberg. – Hetta síggja vit eisini aftur í øðrum økjum, til dømis í Runavík og í høv- uðsstaðnum. Tað ber til Stóra avbjóðingin hjá Norðoyggjum næstu árini verður eitt samfelag við føstum sambandi til megin- økið, og tað fer at krevja nógvar og ymiskar íløgur. – Í løtuni eru Norðoyggj- ar eitt øki, sum stendur í stað, men skulu vit aftur hava vøkstur í fólkatali og búskapi, mugu vit gera neyðugar íløgur á landi. Gera vit ikki tað, fáa vit ikki vøkstur aftur, sigur Eyðfinn Reyðberg. – Vit mugu gera íløgur í framtíðina. Vit mugu altíð hava grundøki til sethús tøk, vit mugu skapa fleiri arbeiðspláss – eisini al- menn – og vit mugu gera Norðoyggjar til eitt attrakt- ivt stað at búgva, og tað gera vit millum annað við at menna frítíðar- og handilslívið. Stjórin í Norðoya Spari- kassa heldur, at lokalsam- felagið megnar at lyfta upp- gávuna. – Um allar góðar kreftir arbeiða saman, so klára vit at gera tær íløgur, sum eru neyðugur. Tað eru ikki størri, enn at vit megna tær, um vit vilja, sigur Eyðfinn Reyðberg. Hjartað er við í Norðoyggjum Norðoya Sparikassi vil vaksa út um lokaløkið – Skulu vit vaksa um okkara virksemi og fáa okkum nýggjar deildir, mugu vit leita til tey økini í landinum, har vøkstur er. Har stendur Havnin fyrst fyri, tí har eru eini 40 prosent av fólkinum og eini 50 prosent av teimum samlaðu inn- og útlánunum, sigur Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa