Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-24, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. februar 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 38 - 24. februar 2005 Vit vita, at tey sita har í skúlaflokkinum, í barnagarðinum, í frtíðarklubbanum, men kortini eru børnini hjá sálar- sjúkum eitt tað best dulda loyndarmálið í okkara samfelag. Fríggjadagin taka tveir ungir náms- frøðingar stig til at fáa hetta trupla evnið fram í ljósið á stórari ráðstevnu á lærara- skúlanum SÁLARSJÚKA Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Mynd: Jens K. Vang "Hvat við børnunum?" er heitið á endaligu uppgáv- uni, tær báðar Alisa Hamm- er og Salua Manai skrivaðu á námfrøðingaútbúgvingini síðsta ár. Ein bæði viðkom- andi og viðkvæmur spurn- ingur, tí hóast allar kann- ingar benda á, at rættiliga nógv børn í Føroyum líða undir at liva saman við einum sálarsjúkum foreldri, fáa námsfrøðingar onga frálæru í, hvussu tey skulu halda eyga við teimum og enn minni í, hvussu tey kunnu hjálpa teimum. Tí- skil settu Alisa og Salua sær fyri, sjálvar at byrja at granska í hesum evninum - í fyrsta umfari fyri at skapa opinleika um hendan tor- føra spurning, men ikki minst fyri at skunda undir at nakað ítøkiligt verður gjørt fyri hesi børnini Loyndarmálið – Lat tað verða sagt beinan- vegin, at vit trúgva ikki, at vantandi hjálpin til hesi børnini botnar í ringum vilja. Trupulleikin er, at bæði børnini sjálvi, foreldr- ini og galdandi hugburð- urin í samfelagnum hvør á sín hátt eru við til at fjala út yvir loyndarmálið hjá hes- um børnunum. Sum úrslit av uppalingini og í soli- dariteti við foreldrini duga børn hjá sálarsjúkum ofta ómetaliga væl at krógva, at støðan í heiminum er, sum hon er. Foreldrini sjálvi eru, sum vera man, ofta ræðslu- sligin fyri, at børnini verða tikin frá teimum, um loyndarmálið verður av- dúkað og biðja tí ikki um hjálp, hóast tey kanska hava hug og orku til tað. Grannar og avvarandi vilja kanska heldur ikki verða orsøkin til, at børnini verða tikin úr heiminum og vita yvirhøv- ur sjáldan, hvussu tey møguliga kunnu hjálpa. Harafturat kemur skomm- in, sum bæði tey sálarsjúku og teirra avvarðandi kenna alt ov væl í einum samfe- lag, har tað at vera sálar- sjúkur oftast merkir tað sama sum at vera "svakur". Í hesum viðfangi er eisini vert at nevna, at tað jú ikki er so øgiliga langt síðani, at sálarliga sjúk í Føroyum vórðu send av landinum at fáa viðgerð. Tí er tað eisini lutfallsliga stutt síðani, at sálarsjúka gjørdist ein trupulleiki, føroyska sam- felagið nátúrliga eigur at taka sær av, vísa Alisa og Salua á. Vaksin børn Í einum lítlum samfelag, sum tí føroyska, vita fólk ofta av tí, tá eitt foreldur er sálarsjúkt. Kortini er tað ikki so lætt at vita, í hvønn mun hetta hevur ávirkað barnið, tí børn hjá sálar- sjúkum eru ofta millum dugnaligastu næmingarnar í skúlanum og eru altíð til reiðar at hjálpa hinum næmingunum. Hetta er í grundini ikki so løgið, tá tú hugsar um, at tey ofta hava verið noydd at taka ábyrgdina bæði fyri tí sjúka foreldrinum, yngri systkjum og húsarhaldinum sum heild. Tey eru sokallað "vaksin børn", sum ongan- tíð hava fingið loyvi at vera børn og altíð hava sett sín egna tørv til viks, sigur Alisa og leggur afturat, at eitt eyðkenni fyri teirra at- burð ofta er, at tey ikki hava somu áhugamál, sum børn á sama aldri, júst tí tey eru vorðin vaksin ov tíðliga. Sum lið í hesum arbeið- inum hava Alisa og Salua prátað við fleiri fólk, sum vuksu upp í einum heimi, har annað foreldrið var sálarsjúkt. Felags fyri tey øll tykist at vera, at tey aftur og aftur seta sær sjálvum spurningin: Hví blandaði ongin seg uppí? - Tey vistu jú hvat gekk fyri seg. Fleiri nevna, at høvdu tey bara havt eitt menniskja at tosa við, hevði støðan verið ein heilt onnur, tí tað svárasta var, at kenna seg púra einsamallan í allari verðini við trupulleikanum. - Tað er tískil ongin ivi um, at eitt stórt stig á veg- num er, at vit sum fakfólk vísa hesum børnunum, at vit síggja tey og ikki eru bangin fyri at taka næsta stigið. Hvat tað skal vera, veldst um støðuna, men tað nyttar í øllum førum lítið, um til dømis bara tann eini pedagogurin roynir sum frægast, meðan lærarar og onnur, sum eru um barnið, ikki vita, hvat gongur fyri seg. Tí er tað so neyðugt, at eitt nú lærarar og pedagog- ar ásánna, at tey mugu arbeiða saman fyri at geva tí einstaka barninum júst tann stuðul, tað hevur tørv á, sigur Salua. Børn hjá sálarsjúkum: – Bara onkur he "Eg havi onki samband við psykiatrisku deild. Tey útskriva bara mammu, tá tey hava hug, uttan at spyrja meg, og so skal eg ansa eftir henni" Genta, 17 ár ” "Mamma hevur ofta sagt við meg, at tað einasta, hon hevur at liva fyri, er eg. Tá hon so ferð eftir ferð roynir at taka lívið av sær, fari eg ofta at ivast í, hvat eg havi gjørt skeivt, tá eg nú ikki longur eri verd at liva fyri" Genta, 19 ár ”