Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-24, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. februar 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 38 - 24. februar 2005 9 Nær hendir tað aftur? Onkusvegna er neyðugt, at fakfólk blanda seg uppí, men tað skal altíð vera við tí fyri eyga, at familjan kann verða verandi saman í umstøðum, har øll trívast. Í summum førum kann vera neyðugt, at børn og for- eldur er frá hvørjum øðrum í eina tíð, men tað skal ongantíð haldast upp sum ein endalig loysn at taka barnið úr heiminum. Í hesum viðfangi eftir- lýsa Alisa og Salua betri samstarv millum psyki- atriska stovnin, heimið og gerandisumhvørvið hjá barninum. – Tíverri snýr viðgerðin av teimum sálarsjúku í Før- oyum seg í alt ov stóran mun bara um sjúkuna sjálva, meðan vit hava lyndi til at gloyma, at tann sálar- sjúki jú hevur eitt heim og eina familju at koma aftur til, tá hann verður útskriv- aður, sigur Salua. Hon leggur aftrat, at nógv hevði verið øðrvísi, um bara tey avvarðandi vórðu kunnaði um, hvat tann sjúki í grund- ini feilar, og hvørjar av- leiðingar sjúkan kann hava við sær. Í dag síggja vit alt ov nógv dømi um, at tey avvarandi ofta ikki megna at gleðast um tær góðu periodurnar, í berari ræðslu fyri, nær og hvussu sjúkan brýtur út aftur. Heil menniskju Í sambandi við uppgávuna hava Alisa og Salua arbeitt við eini røð av hugskotum um, hvussu sambandið millum fakfólk og heimliga umhvørvið hjá tí sálarsjúka kann betrast. Umframt samrøður, kontaktfólk, kontaktfamiljur o.a skjóta tær upp, at umstøðurnar á eitt nú psykiatrisku deild gerast meir heimligar ella innbjóðani fyri tey avvarð- andi. - Vit ímynda okkum til dømis, at eitt familjurúm ella bara ein barnakrókur hevði kunnað verið við til, at børnini ella tey avvarandi kundu fingið eitt stað, har tey eru saman sum familja. Hetta kundi verið við til, at vit sum pedagogar á deild- ini høvdu havt møguleika at eygleitt eitt nú sam- spælið teirra millum, sum man so kundi arbeitt víðari við og ment. Barnakrókurin hevði eisini havt ein annan týdningarmiklan leiklut, nevniliga at mint starvs- fólkið á deildini á, at sjúk- lingurin ikki bara er ein sjuklingur, men at hann eisini er foreldur, og at børnini eru ein týðandi partur av honum, siga Alisa og Salua. Ein heildarmynd av støð- uni hjá tí sálarsjúka hevði eisini kunnu hjálpt fak- fólkum at fingið eyga á tær resursir og ta styrki, sum uttan iva finnast í familjuni ella hjá øðrum avvarðandi, men sum ikki verða brúkt- ar, tí stovnurin ikki veit av teimum. Avlíva myturnar Tankin um, hvussu vit í Føroyum ítøkiliga kunnu byrja at hjálpa børnum hjá sálarsjúkum, hevur allatíð- ina ligið fremst í huganum hjá Alisu og Salua, meðan tær hava arbeitt við hesi uppgávuni. Fyrsta stigið á vegnum verður ein ráð- stevna komandi vikuskifti, har ein røð av fakfólki úr Føroyum og Danmark fara at halda fyrilestrar um, hvat vit ítøkiliga kunnu og eiga at gera. Eisini fáa fólk høvi at tekna seg til sokallaðar samrøðubólkar, har ávísir spurningar verða viðgjørdir meir nágreiniliga í smærri bólkum. Harumframt hevur ar- beiðið við serlestrinum eis- ini havt við sær, at Salua og Alisa eru komnar við í eina nýggja verkætlan hjá Sinn- isbata. Hendan verkætlan hevur sum endamál at seta á stovn eitt veri- og læristað hjá avvarðandi hjá sálar- sjúkum, sum skal virka sum millumlið millum psykiatriska stovnin og samfelagið ella heimið. Veristaðið skal hava eina røð av tilboðum, sum øll hava til endamál at upplýsa og hjálpa teimum avvarandi til at skilja støðuna, tey standa í, betri, so tey kunnu koma víðari við teirra egna lívi. Alisa og Salua eru eisini sera spentar uppá eina ætlan, sum Sinnisbati ar- beiðir við í løtuni, har roynt verður at fáa í lag eina skipan, har fakfólk fara út á fólkaskúlar at undirvísa í, hvat tað vil siga at vera sálarsjúkur. - Nógvir av trupulleikun- um, børn og avvarandi hjá sálarsjúkum dragast við, standast av einum hug- burði, sum hevur røtur í vantandi vitan, misskilj- ingum og fordómum. Og slíkt fært tú ikki broytt eftir einum degi. Men byrja vit longu í fólkaskúlanum at avlíva allar hesar reingjaðu mytirnar um tey sálarsjúku, eru vit væl á veg móti tí hugburðsbroyting, sum krevst, um teirra børn skulu fáa ta hjálp, tey hava krav uppá, siga Alisa og Salua. vði blandað seg Námsfrøðingarnar Alisa Hammer og Salua Manai eru í samstarvi við Soffi Egholm, forkvinnu í Sinnisbata, í løtuni í holt við ítøkiligar ætlanir, sum skulu betra um hjálpina til børn hjá sálarsjúkum Eftir at mamma var farin til Danmarkar, vildi eg altíð vita, hvar pápi var, ja eg tordi næstan ikki at fara úr Havn, uttan pápi kom við. Eg gjørdist so bangin og einsa- mallur, og tankarnir sveimaðu sjálvandi. Tí hevði eg nú fingið somu sjúku sum mamma? Maður, 54 ár ”