hósdagur 24. februar 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 38 - 24. februar 2005
Hesi hugtøk fúka um oyruni dagliga. Ein orsøk er, at í
síðstu viku varð Kyoto-sáttmálin settur í gildi. Eisini fingu
vit at vita, at el-felagið SEV ger ymiskar royndir við var-
andi orku, og er við í granskingarverkætlanum, sum al-
menningurin bara einki veit um.
Grundleggjandi orsøkin til økta orðaskifti um umhvørvi
og dálking er, at Móðir Jørð hevur tað ikki gott. Altjóða
samfelagið er vorðið tilvitandi um, at tað ber ikki til at
halda fram at dálka við vakstrarhúsgassum, tí so fer alt út
av lagi. Holið í ozonlagnum veksur alsamt. Hitin á jørðini
veksur og ein avleiðing av tí er, at vatnstøðan hækkar, tí
jøklarnir bráðna o.s.fr.
Men tað er trupult at fáa øll heimsins lond at ásanna hesar
trupulleikar. Heimsins ríkasta land, USA, hevur enn ikki
viljað góðtikið Kyoto-sáttmálan, sum eftir einum ávísum
áramáli skal avmarka útlátið - tey dálkandi evnini, sum
fara í náttúruna.
Nógv av hesum kennist í so fremmant í okkara eygum.
Men vit mugu vera við, tí sambært tølunum hava bara tvey
lond, USA og Avstralia, størri útlát enn Føroyar hava fyri
hvønn íbúgva. Tí er tað púra beint, at landsstýrismaðurin
í innlendismálum, Jogvan við Keldu, tekur spurningin í
størsta álvara, og er sinnaður at seta tað neyðuga av, so vit
kunnu lúka ásetingarnar í Kyoto-sáttmálanum.
Vit kunnu ikki siga annað, enn Fólkaflokkurin er broyttur.
Fyri fáum árum síðani gjørdi hugsjónarligi stavnamaður
floksins gjøldur burtur úr øllum teimum, sum vístu á
dálkingarvandar og virkaðu fyri varandi orku!!! Um-
hvørvis-aktivstar var eitt av skemdarorðunum. Men nú
umsitur flokkurin orku- og umhvørvismál!!!
Um vit venda aftur til SEV, mugu vit ásanna, at nýggir
tónar eru at hoyra, eftir at SEV-stýrið hevur fingið nýggj-
an formann, Leiv Hansen, tíðindamann. Í fyrstu samrøð-
unum við miðlanar boðaði hann frá, at nú skal SEV verða
meira opið og at føroyski almenningurin skal fáa fleiri
upplýsingar um, hvat fer fram í elfelagnum hjá okkum
øllum. Gleðiligt!
Men í sama andadrátti fór hann í eina ivingarsama verju-
støðu. Víst hevur SEV lagt dent á vatnorku sum eina
varandi orkukeldu. Men tá tað kemur til vindorku, hevur
leiðslan í SEV andøvt ímóti so tað forslær, samstundis
sum vindmylluskógir hava skotið seg upp kring alt
Evropa. SEV hevur ikki gingið á odda at í at royna og at
granska, sum felagið átti at havt moralska skyldu til sum
ein monopolstovnur. At el-felagið nú setir fleiri vind-
myllur upp er at fegnast um.
Men vit eiga ikki at steðga her og í royndini at gera ett
alduverk í Sandoynni. Vit eiga eisini at krøkja okkum upp
í royndirnar í Íslandi við brintorku, vetni. Leggja okkum
at brúka avlopshitan í motorverkunum hjá SEV. Byggja
biogass-verkløg. Og útbyggja vatnorkuna í smáum uttan
at leggja eftir fleiri vøtnum.
Karmurin - ein skipaður umhvørvis- og orkupolitikkur -
vantar enn. Eftir orðaskiftinum á tingi er semja um, at vit
skulu orða ein orkupolitikk. Men ein orkupolitikkur
stendur ikki einsamallur. Hann má eisini knýtast at
fíggjarpolitikkinum, so tað kostar at dálka. Tí mugu vit
eisini av álvara umhugsa grøn avgjøld og grønar
roknskapir.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Kyoto, útlát, vindmyllur,
dálking, grøn avgjøld....
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Johan Dahl
løgtingsmaður
Tá eg skrivaði greinina um
beinleiðis og óbeinleiðis
stuðulin ,sum givin er til
Atlantic Airways , var tað
als ikki av illvilja móti flog-
felagnum, soleiðis sum Áki
Andreasen leggur upp til,
men heldur eitt "statement
of facts" yvir nakrar - lat
okkum kallað tað "polit-
iskar skeivleikar" sum eiga
at verða rættaðir.
Hvussu ber tað til at
hesin maður als ikki sær
skógin fyri berum trøðum
?? Kann man veruliga vera
so fanatiskur at allur ob-
jektivitetur dettur burtur?
Ella er tað kanska hansara
háttur at trútta enn ein
tjóveldis - skeivleika niður
í Føroya Fólk?
Áki Andreaen átti at
verið somikið tilvitaður
politiskt, at hann eisini visti
at Sambandsflokkurin ong-
antíð hevur verið ímóti
Atlantic Airways - okkara
almenna tjóðarflogfelag,
men hevur verið við til at
stuðla hetta felag frá byrjan
og til dagin ídag.
Tíbetur er tað soleiðis í
einum
demokratiskum
samfelag - og eisini stað-
fest í grundlógini - at vit
hava skrivi, tali- og trúar-
frælsi, men tað sær ikki út
til at øðrvísi hugsandi og -
skrivandi kunnu hava hetta
frælsið,
sambært
harra
Andreasen. Hjá hesum
tjóðveldismanni er bara tað
rætt, sum hann og hansara
meta vera tað rættað, og
passar tað ikki í hansara
kram, so verður veruleikin
rongdur.
Hví vil Áki ikki viðgera
sjálvt evnið?
Hví skulu almennu Før-
oyar beinleiðis og óbein-
leiðis hvørt ár við nógvum
milliónum krónum stuðla
einum almennum flogfelag,
sum - um ferðaseðlaprís-
urin varð niðursettur við
100 kr. pr. ferðandi - hevði
havt eitt hall uppá kr. 2-3
mill pr. ár, hetta hóast bein-
leiðis og óbeinleiðis stuðul-
in??
(Tá eg tosað um hundrað
krónur niðursett pr. ferða-
seðil, er tað bygt á 120.000
ferðandi).
Tá nú allur annar stuðul
til vinnur er bannlýstur av
hansara egna flokki, og
vinnan skal virka eftir
marknaðartreytum
uttan
stuðul - hví skal so hetta
almenna felag fáa fram-
íhjárætt við stuðuli og høg-
um ferðaseðlaprísum?? Er
tað ikki kappingaravlag-
andi so ta forslær ?
Hví skal sumt, sum ikki
kann standa, falla, meðan
annað verður hildið uppi ?
Tað mátti verið rætt og
rímiligt, at øll vinnuvirkir
fingu somu kor at virka
undir, ella hvat ?
Tað er als ikki ein spurn-
ingur um hvat stjórin í
Atlantic vil og ikki vil, men
einans ein spurningur um
politiski mynduleikin, sum
hevur evsta orðið at siga
viðv. hesi fyritøku, kann
liva við at geva nøkrum
betri sømdir enn ørðum.
Tað er heldur ikki ein
spurningur um tann góða
vilja hjá stjóranum viðv.
vilja til broytingar í flog-
ferðsluni, men aftur her er
spurningurin, um viljan hjá
politiska mynduleikanum
at latað fríu kappingana
ráða, hetta verið seg á
flogferðsluøkinum eins og
á ørðum vinnuligum økjum
sum t.d. fiskivinnuni á
sjógvi og landi.
Tá Áki spyr, - hví ikki
Magni Arge kann svara
spurningunum um stuðul til
vinnuna, so havi eg ikki
sagt at hann ikki KANN
svarað hesum, men eg vísti
á andsøgnina í, at Magni
skuldi tosað um, at tað sum
ikki kundi standa skuldi
fallað, - tí um so var at hann
hugdi at felagnum, hann
sjálvir stjórnar,- so var tað
langt síðan fallið um ikki
almennur stuðul beinleiðis
og óbeinleiðis saman við
"prísvernd" hevði verið
uppí í leikinum. Trupul-
leikin er kanka hetta við at
síggja flísuna í eyganum
hjá næstanum, men ikki
bjálkan í sínum egna
eyga??
Hví verða so "heilagur"
tá tað snýr seg um almenn
partafeløg og alment rikin
feløg sum fáa stuðul, og so
hinvegin, - málað hin grá-
beinta uppá veggin tá tað
snýr seg um tað "privata"
vinnulívið og stuðul?
Stuðulin til rækjuvinnuna
hevur verið viðgjørdur nú í
skjótt 1 1/2 ár og her tosa
vit um 10 mió. kr. yvir eitt
2 ára skeið - meðan stuð-
ulin til Atlantic og onnur
almenn feløg ikki verður
tikin uppá tunguna!!
Er tað so stórur munur á
hesum báðum??
Má siga at eg dugi illa at
síggja munin.
Tá Áki Andreaen viðger
mín persón og áhugan í at
fáa vinnulívið í Suðri og
Suðuroynna sum heild á
føtur aftur, - so vil eg svar-
að stutt, - tað er ringur
fuglur sum drýtur í egið
reiður. Eg eri valdur at
umboða
Suðuroynna
á
Føroya Løgtingið og tað
ætli eg mær at gera so gott
sum eg kann, og til eina-
hvørja tíð verja áhugamál-
ini hjá økinum og royna at
menna økið.
Sjálvandi skal Suður-
oyggin hava somu karmar
at virka undir sum restin av
Føroyum, alt annað vildi
verið burturvið. Við snæv-
urskygni og illteinkjan
kemur ein onga leið, -
mangan betur er bøtandi
hondin enn spillandi tung-
an, Áki Andreasen.
Tann føroyska loysnin
sum Áki er so glaður fyri er
als ikki skapt av Tjóð-
veldisflokkinum eina, men
av einum samdum løgting-
ið. Slíkt átti Áki Andreasen
at vita og ikki lopið á
bláman við ósannindum og
rangari fyrigyklan.
Eg vil enn einaferð spyrja
Áka
Andreasen
somu
spurningar sum eg spurdi
hann í einum øðrum aftur-
svarið til hansara, sum eg
ongantí fekk svar uppá frá
honum:
• Heldur tú tað verða í lag-
ið, áhaldandi at geva At-
lantic Airways sersømdir,
sum m.a. tær ið nevndar
vóru í greinini?
• Heldur tú tað vera í lagi,
at vit aftur fáa monopol á
Føroyarutuni?
• Hvat metir tú størstu or-
søkina vera til at vit aftur
endaðu í hesi støðu?
• Heldur tú tað vera í lagi
at stuðul er eitt banniorð
hjá nøkrum
vinnum,
men ikki hjá øðrum.
• Heldur tú tað er í lagi,
ikki at hava fría kapping
á flúgvingini til og frá
Føroyum ?
• Skulu vit framvegis á
besta kommunista hátt,
áhaldandi latað landið
eiga størsta partin av
vinnutólum okkara, til
dømis Atlantic Airways?
Sum eg eisini havi sagt
fyrr, so eigur Atlantic Air-
ways (eins og fleiri onnur
almenn feløg) at blíva
einskilt í nærmastu framtíð,
og fáa fríar teymar og
kappast á jøvnum føti við
onnur flogfeløg í Evropa
eins væl og á Føroyrutuni.
Tað vil gagnað og menna
felagið og vónandi geva
brúkarunum besta prís og
sømdir.
Hvi so veruleikafjarur Áki Andreasen??