Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-24, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. februar 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Áki Andreasen Oddagrein í Dimmalætting 21. februar staðfestir, at ræðumyndirnar eru fremsta amboð hjá afturhaldinum, og Dimmalætting helst ikki er so óheft sum blaði vil verða við. Lat meg gera greitt bein- anvegin at mær dámar væl at vit í Føroyum hava møguleikan at kjakast og hava ymiska meiningar um ymiskt mál. Eins væl dám- ar mær tá vit hava møgu- leikan at vera ósamd. Men tá Dimmalætting vil vera við at undirritaði ikki vil, at onnur úttala seg um samfelagsviðurskifti, so er tað at tilluta mær nakað sum eg takið frástøðu frá og als ikki takið undir við, so fingu vit tað spøkilsi av vegnum. Tey náddu politisku málini! Oddagreinskrivarin metir tað vera burtur við, at vísa á nádd politisk mál, at tað er galið at vísa á, at nádd úrslit er partur av ávísum poli- tikki, í oddagreinini stend- ur: "Men undarligt er tað at hoyra, tá politisk tilvitað fólk soleiðis taka sær rættin til ávís úrslit, sum eru nádd í politiskum høpi gjøgnum tíðina". Álvaratos - er oddagrein- skrivarin ein ársungi á poli- tiska vøllinum og í sam- felagskjaki annars? Eru júst úrslit ikki ein partur av førda politikki?? - tað vil eg vóna, tí tann dag politikkur ikki hevur til endamáls at náa úrslitum, tá kann alt vera líkamikið. Hinvegin so skilji eg á ein hátt greinskrivaran, tí hvat er politiska málið hjá Sambandsflokkinum?? At varðveita og helst økja sambandi við Danmark?? - at økja blokkin - kundi ljóða sum góður sambands- politikkur - men er tað endamálið?? Nei, sam- bandspolitikkur er ikki lættur at lýsa í dag, tí veru- leikin er tann, at kjarnan í politikki sambandsfloksins, er at avmarka føroyskt vald í egnum landi. Uttanumtos og ræðumyndir Tað er bæði veruleikafjart og fjákut, tá oddagreinin leggur upp til at tey sum ikki taka undir við einum frælsum Føroyum fáa munnkurv tá fullveldi gerst veruleiki, í oddagreinini stendur: "Hvat sleppa tey at gera í fullveldinum Føroy- um? Hvat sleppa tey at út- tala seg um?" Tað er eitt sindur undr- unarvert at slíkt skal vera partur av einari oddagrein - er kanska ikki vert at við- merkja, men hatta er so langt frá veruleikanum at ilt er at taka greinskrivaran fyri fult. Mjørkaskrivingin um flóttafólk er ein sjúklig samanbering og undir alt lágmark. Hatta er einki annað enn uttanumtos og ein reindyrk- aðar ræðumyndir. Royndin at spjaða full- veldisfólk liggur heldur ikki eftir, í oddagreinini stendur: "Vónandi umboð- ar skrivarin ikki muruna í øllum fullveldissinnaðum føroyingum". Mín meining er mín egna - so einfalt er tað; men hetta er so eyð- kent - royndin at spjaða ella seta spurningin um "mur- an" er góð ella ring, og at bólka summi í bólkar ella "veingir". Eitt ráð kundi verið at fingið meira tyngd í odda- greinirnar - tí støði er iva- samt í Dimmalætting 21. februar 2005. Og so tað persónliga.... Oddagreinskrivarin hevur eisini ilt við ikki at koma inn á tað persónliga, í oddagreinini stendur: "..annað enn at hann er løntur skrivari hjá floks- skrivstovuni". Eg skrivaði eina grein, sum var ein viðmerking til eina grein hjá tinglimi Sambandsfloksins. Eg setti mítt kristna navn undir - greinin var mín persónliga meining, og einki við mítt skrivarastarv at gera. Hví nýtir oddagreinskrivarin ikki mítt navn? - tá viðkom- andi kortini dregur mítt starv inn í greinina.... Tá grundgevingarnar eru burtur í vón og viti - so skal tað onkursvegna dragast ein flokspolitiskur tráður ígjøgnum alla greinina - tí tá er málið helst nátt. Vóni at Sambandsflokk- urin og Dimmalætting í framtíðini gera sær størri ómak at grundgeva fyri sín- um politikki, og ikki fram- haldandi nýta ræðumyndir og pástandir um munnkurv og persónligar avmarking- ar, við rasistiskum undir- tónum og skammiligum samanberingum við flótta- fólk; við eittans endamálið at ræða føroyingar at stýra í egnum landi. Nr. 38 - 24. februar 2005 11 Heidi Petersen Løgtingskvinna Tjóðveldisflokkurin Øvindsjúka og klandur til viks, fokus á hvat tænir landi og fólki best. Í kjalarvørrinum av orða- skiftinum um hættisligu vinnustøðuna í Suðuroy, har sjálvt lívsgrundarlagið undir samfelagnum rillar, er kanska eisini vert at hyggja kring alt landið og kanna, um møguleikar eru fyri at varðveita, flyta ella stovnseta nýggj almenn arbeiðapláss uttan fyri Havnina. Vil hervið heita á allar politikkarar um at med- virka til at fyribyrgja, at støður sum í Suðuroy endurtaka seg aðrastaðni – leggja øvindsjúku og klandur til viks og hyggja eftir, hvat tænir landi og fólki best. Her er ovmikið at tríva í. Vil her bert koma við ein- um boði uppá ein lítlan part av almennum tænastum, sum eiga at varðveitast úti um oyggjarnar og onkrar, sum eiga at flytast tættari borgaranum. Í sama við- fangi eigur kanska at vera umhugsað, um ikki eisini meira fekst burtur úr at samskipa fleiri almennar tænastur. Almennar snarskivur Áhugavert kundi verið at kannað, um tað ikki hevði loyst seg at skipað al- mennar snarskivur á øllum størri plássum kring landið. Hugskotið frá Tórshavn- ar býráð, har borgarin hev- ur eitt stað at venda sær til við teimum viðurskiftum, hann skal hava avgreitt hjá kommununi, kann verða útbygt. Kring landið áttu almennar snarskivur at ver- ið skipaðar, og kundu hesar veitt allar tær almennu tæn- astur, borgaranum tørvar. Nøkur dømi um tænastur, ið kundu verið lagdar á eina slíka almenna snarskivu: Bileftirlitið - koyrikort og nummarplátur Heilsufrøðiliga Starvs- stovan — heilsuváttanir Toll- og Skattstovan - toll- og útflutningspappír Almannastovan og ALS — borgarasamskifti við hesar stovnar. Ivaleyst er listin av upp- gávum langur, men eg steðgi her. Vil bert nevna eitt øki afturat, sum í løtuni sær út til at verða uppetið av umsitingini í høvuðs- staðnum: Tær tænastur til borgaran, sum í dag verða veittar av politistøðunum úti í økjunum. Seinastu nógvu árini hevur miðvíst verið arbeitt við at niðursjóða virksemið hjá løgregluni kring landið og miðsavna hetta í Havn- ini. Hetta kann ivaleyst vera skilagott, um hugsað verður um reinar politiupp- gávur, men hvat við øllum teimum tænastum, sum eru knýttar at politistøðunum? Trívi í nakrar tænastur, sum enn liggja kring landið, og sum borgarin ikki kann vera fyri uttan: Skráseting av skipum og bátum, mynstring av sjófólki, brúðarvígslur, treytir í sam- bandi við sundurlesing, adoptiónir, auktiónir, skifti- rættarsakir og deyðsbúgv, fútasakir, útlegg og pant, grind og grindabýti, sjó- frágreiðingar, náttúrufrið- ingar, grannastevnur fyri at nevna nakrar uppgávur, sum ikki hava so nógv við politiuppgávur at gera. Sjálvsagt skulu hesar varð- veitast hjá brúkaranum, og ein almenn snarskiva hevði tá verið rætta staðið til slíkt virksemi. Fortreytin er politiskur vilji og samstarv Hvat krevst fyri at seta slíka skipan í verk? Jú, eg haldi hetta vera sera einfalt at fremja, og fortreytirnar eru tvinnar: politiskur vilji og samstarv. Eftir útmeldingunum frá samgonguni skal ikki skorta uppá politiskan vilja at fremja menningartiltøk fyri økini uttan fyri mið- staðarøki. Tann fortreytin skuldi so verið í lagi. Tað krevur sjálvandi tíð at fáa alla tað politisku skipanina við, men er viljin til staðar, ber til í felag at røkka mál- inum. Ein onnur fortreyt fyri at kunna fremja eina slíka ætlan er, at allir partar, sum verða umfataðir av eini umskipan, vilja samstarva. Almennir myndugleikar, stovnar og stovnsleiðarar, kommunur og kommunu- felagsskapir, øll eiga at seta seg saman og í felag finna loysnir fyri, hvussu slíkar almennar snarskivur fáast at virka kring landið. Vóni, at øll eru til dystin fús at samstarva yvir um politisk mørk fyri at finna skilagóðar loysnir landi og fólki at frama. Johan F Magnussen Hetta, sum Ivan Jo- hansen sigur, eru nøkur ting, sum rørast í Føroya fólki. Men fyri tað er hann ikki heilt uttan ábyrgd, tí hann hevur sitið sum landsstýris- maður við fiskivinnu- málum undir sær. Hann sigur, at tað var landsstýrið, sum kom eftir teir, sum hevur av- skeplað skipanina. Hann sigur, at tað eru politik- arar, sum hava ábyrd av tí, sum er farið fram. Men tann maðurin, sum situr sum fiski- vinnumálaráðharri, hev- ur ta ábyrgd, sum skal til fyri at steðga øllum hes- um svansi, sum Heini í Kunoy kallar tað. Ivan, hann sigur, at hvør gamal grønlands- bátur og aðrir bátar, sum hava staðið í neystum, komu aftur í drift ella hava fingið fiskiloyvi. Hvussu er við rækju- loyvinum? Hvør eigur tey? Eru tað mans ogn ella er tað lands ogn? Spekulattónir út í odd og egg. Fiskimálaráðharrin, hvar er hann? Hví tekur hann ikki veiðiloyvini inn? Tað er hansara ábyrgd. Vit hava havt fiskimálaráðharrar úr øllum flokkum. Tað er hvør verri enn annar. Vit siggja nú, teir lata rækjuvinnuna bløða út og onki verður gørt. Tað haldi eg, at øll Føroya fólk kunna taka undir við at spekulatiónir hava vunnið á fornuftini. Hvussu allir hesir hava fingið fiskiloyvir, vita trý í Fskimálaráð- num sum hava sitið har í nógv ár. Tað ørkymlar alt Føroya fólk, hvaðani øll hesi fiskiloyvini eru komin frá. Tað hoyrdist frá fiskimálaráðnum, at øll fiskiloyvir skuldu leggjast út á eina heima- síðu. Um tað vrð gjørt, so hevði man sæð, hvað- ani tey eru komin frá, hvør ið hevur tey, og um nakar bátur ella skip er aftanfyri fiskiloyvið. Tað sær út, sum fiski- málaráðið ikki torir at koma fram við tí og leggja tað fyri Føroya fólk. Livst so spyrst. Vit eiga ein bát, sum fekk veiðiloyvi fyrst í 1986, sum seinni bleiv umlagt til fiskiloyvi. Vit havi onki goldið fyri hetta loyvi, og hava heldur ikki selt tað til nakran. Men eg havi haft góð tilboð upp á tað loyvið. Nú um dagar fór línu- báturin Mars av Míð- vági. Seldur til Hósvík- ar, har hann skal brúkast sum reservadeilir, stend- ur at lesa. Men mín sann skal hann eisini brúkast til at goyma fiskiloyvið hjá einum báti, sum er í frálandavinu. So tað er ikki bara Janus - Havbúgvin- Popy-Drengur-Jógvan S og nógvir aðrir, sum eru blandaðir í hetta svans- ið. Tað er skylda hjá landsstýrismanninum - bara honum og ongum øðrum - at fáa loyst hesa fløkju. At vit eru ein fiski- vinnutjóð og skula liva av tí, sum havið gevur, so má tað fáast skil á nú, um tað ikki longu er ov seint. Spekulatiónir og svans VIÐMERKINGAR Almennar snarskivur kring landið Uttanumtos og ræðumyndir – ein oddagrein í Dimmlætting