Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-24, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. februar 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 38 - 24. februar 2005 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Minningarorð um gentu mína Maud 24. juni 1972 30. januar 2005 Ja, góða Maud, nú fór tú so brádliga. Eg visti, at tú var sjúk, men hóast hetta kom tað óvart á meg. Vit høvdu gjørt alt til reiðar at fara niðuraftur til Danmarkar. Men soleiðis skuldi tað ikki vera. Vit høvdu nógv góð ár saman. Tey síðstu nógv merkt av sjúkuni, har vit hava havt nógvar upp- og niðurtúrar saman. Men hóast nógvar niðurtúrar var tú altíð positiv og glað. Trúgvi ikki at tað eru nógv, sum hava somu lívsgleði sum tú hevði, sjálvt tá bylgjurnar gingu høgt. Mangan var tað eg, sum hevði hug at missa mótið, men tá var tú har og uggaði meg. Ta síðstu tíðina hava vit verið nógv niðri á Hotel Tórshavn. Inn og út av Ríkissjúkrahúsinum og viðhvørt vóru vit um at missa teg, men tú misti ikki mótið og kempaði teg upp aftur á føtur. Men sum tíðin leið merkti eg, at tú gjørdist veikari og veikari. Hóast hetta misti tú ikki vónina og vónaði, at hjálpin kom til tíðina. Mangan var gott at vitja heimið hjá Súna og Annu mostur, har vit fingu nógvan góðan, føroyskan bita, tá man var langt heimanífrá, og ikki at gloyma Heidi, Torben og Andrias. Tøkk skulu tit øll hava fyri dyggan stuðul í hesi sváru tíð. Tankar mínir fara eisini til tykkum Stefani, Jógvan, Ólavur og Joan, sum hava mist eina dóttur og systur á øðrum sinni. Svárt er tað hjá tykkum. Tómt er at sita einsamallur eftir her í Leirvík. Tað tykist sum um lívið er steðgað upp. Men ein má royna at halda fram, hóast tað tykist torført. Vit sita øll her og skilja ikki, at tú ikki llongur er millum okkum. Góða, elskaða Maud, takk fyri tíðina, vit høvdu saman. Hvíl í friði, góða Maud. Eg elski teg. Tín Pauli (1. korintbræv 13, 4–7) Kærleikin er langmóðigur, hann er góðviljaður; kærleikin øvundar ikki; kærleikin er ikki stór- orðaður, blæsur seg ikki upp; hann hevur ikki ósømiligan atburð, søkir ikki sítt egna; hann ilskast ikki, er ikki illmintur; hann gleðist ikki yvir órættvísini, men gleðist saman við sannleik- anum: hann tolir alt, trýr øllum, vónar alt, ber alt. Men bæði Andras Miðskarð og øll hini lærdu kortini eitt og annað á talaraskeið- num í Havn seinasta vikuskifti SAMKOMUR Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Seinasta vikuskiftið skipaði Heimamissiónini fyri ser- støkum skeiðið fyri talarar. Hetta skeiðið vendi sær til tey, sum vóru óroynd á hesum økinum, - men eisini til tey royndu. Omanfyri 30 fólk fingu hesar dagarnar nógv at vita um, hvat ein tala er: Hvussu ein fyrireikar seg, hvussu ein ber hana fram, hvørji hjálpitól finnast og hvussu ein kann tosa til nú- tíðar menniskju. Seinnapartin leygardagin vórðu luttakararnir býttir sundir í smærri bólkar, har hvør einstakur skuldi fyri- reika seg uppá eina talu. Henda skuldi síðani berast fram fyri hinum, sum aftan- á skuldu meta um úrslitið hjá talaranum. Skeiðið endaði leygar- kvøldið við at tey sóu videoklipp av kendum tal- arum, har tey so fingu møguleika at meta um medferð teirra. Aftaná skeiðið vóru lut- takararnir sera væl nøgdir við úrslitið. Og tað munnu tí helst vera enn fleiri, sum kundu hugsað sær at verið við. Tað verður vónandi høvið til tess eina aðru ferð. Hann dugir at tala Andras Miðskarð er góður og royndur talari og dugur – sum myndin vísir – at fanga áhoyraran. Hóast hesar royndir, so var skeiðið helst eisini viðkomandi fyri hann Mynd: Sóley Jacobsen Týsdagin 22. februar lat ein nýggj frisør- salong upp í Hoyvík. Talan er sum "Salong Frisée" í Guttorms- gøtu 2 Tað eru tær báðar Elsa Falkenberg og Malan Peter- sen sum reka salongina. Elsa Falkenberg varð út- lærd sum frisør í 1991. Hon hevði egna frisørsalong á Norðskála í 11 ár, og Malan Petersen var útlærd sum frisør í 2003. Fyri at koma til Gutt- ormsgøtu skal man koyra eftir Løgmannabreyt, heilt niðan ímóti dagsstovnin- um, síðan til vinstru og so aftur til høgru. Salong Frisée hevur tele- fon 314600 / 222019, opið er gerandisdagar frá 9-17 og leygardag frá 9-13. Ann- ars eftir avtalu. Salong Frisée: Nýggj frisørsalong í Hoyvík Malan Petersen og Elsa Falkenberg reka nýggju frisørsalongina "Salong Frisée" í Hoyvík Mynd: Jens Kristian Vang