hósdagur 24. februar 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 38 - 24. februar 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Á aðalfundi mikudagin 16.
februar 2005 varð nevndin
í Havnar Handverksmeist-
arafelag afturvald. Eftir
aðalfundin skipaði nevndin
seg soleiðis:
Magnus Magnussen for-
maður, Jón Danielsen,
næstformaður, Pauli Hof-
gaard, nevndarlimur, Mou-
ritz Mohr, nevndarlimur og
Sjúrður Holm, nevndar-
limur.
Dagurin
24. februar. Leypársmessa. Fjórða hvørt ár varð ein
dagur taldur afturat í februar mánaði, so at hann fekk
29 dagar. Hetta var ein fyriskipan í tíðarrokning
okkara, sum skuldi fáa ár og dagar at samsvara við
gongd sólarinnar. Hann var vanliga hildin 24. febr-
uar, men 25. februar, tá ið leypár var.
Niels Winther doyði hendan dagin í 1892.
Havnar Handverksmeistarafelag:
Magnus Magnussen heldur
fram sum formaður
Nevndin í Havnar Handverksmeistarafelag f.v.: Magnus Magnussen, Pauli Hofgaard, Mouritz
Mohr, Sjúrður Holm og Jón Danielsen
Kelda: www.industry.fo
"Á, at hetjurnar skuldu falla, hervápnini
ganga til grundar!"
Soleiðis tók ein av vinmonnunum til
leygardagin, tá vit hittust í Ebenezer og
tíðindini bórust, at Ólavur á Váli var
farin. Hetta brotið úr 2. Sám., úr sorgar-
sanginum sum Dávid kongur sang um
Saul og Jónatan, tá Saul var deyður, vóru
beinrakin og hóskaðu so væl um mín
góða vin, Ólavur.
Ómøguligt er í stuttari hugleiðing at
lýsa Ólav, og alt tað hann avrikaði, og tí
verður bert nomið við okkurt av tí, sum
rann fram fyri meg seinasta leygardag.
Vit komu tíðliga at kennast. Javngamlir
vóru vit, og tá Anna og Líggjas við børn-
unum eitt skifti í 60’unum búðu í Havn,
komu vit at ganga í sama flokki. Og her
byrjaði eitt vinalag, sum mentist og var
ongantíð betri enn nú, boð vóru eftir hon-
um. Sum dreingir og unglingar hittust vit
javnan til legurnar í Zarepta, og tá
familja so seinni flutti til Havnar at
búgva, rann rættiliga saman.
Samkoman í Ebenezer varð andaliga
heim okkara, og hjá okkum og so mong-
um øðrum gjørdist sangkórið miðdepilin,
hesin urtagarðurin, har alskurin til sang
og at syngja rann saman við gleðiboð-
skapinum um Hann, sum vann okkum
æviga lívið og nakað veruligt at syngja
um. Ólavur hevur sungið við í sangkórin-
um í Ebenezer síðani fyrst í sjeyti-árun-
um, og verið kórinum ein sannur stuðul.
- Á hesum økinum var Ólavur ein hetja.
Um heystið 1978 vóru vit nakrir, sum
møttust í heiminum hjá Ólavi úti í J.
Paturssonargøtu fyri at tosa um sang og
at synga, og hetta gjørdist byrjanin til
Dupultkvartettina í Ebenezer. Og hansara
leiklutur í Dupultkvartettini hesi farnu 27
árini hevur verið einastandandi. Vanliga
sang hann 1. bass, men manglaði okkum
ein 2. bass, so flutti hann niður, og
manglaði ein 2. tenorur, so flutti hann
upp - alt uttan trupuleikar. Soleiðis var
hann. Dugdi ikki bert sína rødd, men
dugdi allar røddirnar í hvørjum sangi.
Uttan at terpa. Hoyrdi sangin ein ferð, so
sat hann. - Her var Ólavur ein hetja.
Í 1985 fór helvtin av Dupultkvartettini
til Grønlands at syngja. Vit sigldu við
bátinum Immanuel frá Nuuk heilt suður
til Aappilattoq, og sungu gleðiboðskapin
á hvørjum staði, har fólk var. Serliga
klárt stendur fyri mær eitt kvøldi, vit
innanskers stimaðu suðuryvir. Eli Smith
kokkaðist, Jóannes á Váli stýrdi og hinir
av manningini vóru í stýrihúsinum. Vit
báðir, Ólavur, stóðu úti á dekkinum har
afturi. Blikastilli var, og tað stóð við
klettin. So treiv hann í at syngja ’Tá
tígnandi í undran, Harri dráttur,’ meðan
vit eygleiddu aldurnar frá Immanuel,
sum brutu inní klettin. Hann sang fleiri
sangir. Hugtakandi. Vit vóru gripnir av
skaparverkinum og Skaparanum. Tosaðu
um lívið og løgdu ætlanir. So tók Ólavur
skerpitjógvið, hann hevði við úr Føroy-
um, skar tvær álir, rætti mær aðra og
segði: ’Nú verði eg 30, men hetta er
løtan!’ … og so ótu vit! - Vit kendu okk-
um á lívsins tindi, og vóru tað eisini.
Altíð ætlaðu vit at gera túrin umaftur, og
í fjør tosaðu vit dúgliga um at gera hann
í summar, nú 20 ár eru farin. Tað náddu
vit ikki.
At Ólavur hevði serstakar gávur at
syngja, og at hann brúkti tær, vita øll.
Hann sang altíð. Sang einsamallur, í
Nikodemussangbókinum, við systkinum,
saman við MC, og saman við so mongum
øðrum, á møtum, allastaðni. Og altíð var
hann klárur. Hansara lutur lá ongantíð
eftir. Og sangur hansara gleddi øll sum
hoyrdu. Ólavur og Jóannes gjørdu nakrar
upptøkur til sendingina ’Í víngarðinum’,
sangir sum ’Táið myrkast var náttin’ og
’Ei eg kenni morgindagin’, og tað svitað-
ist ikki, at tá hesar upptøkur vórðu
spældar, gjørdu lurtarar vart við seg, og
ynsktu at ogna sær tær.
Men sangurin og at syngja kom ikki frá
fremmandum. Fór einaferð at vitja hann,
og innkomin hoyri eg so vakran sang.
Kórsang. Mamman í køkinum, pápin í
stovuni, systrarnar onkra aðrastaðni í
húsinum og so Ólavur í kjallaranum.
Himmal á jørð. Soleiðis var heimið, sum
Váli-systkini vuksu upp í. Fylt av sangi.
Ei undur í at Ólavur, við hesi barlast líka
frá barnaárunum, við sangi sínum gjørd-
ist fólkaogn.
Eisini lá væl fyri hjá honum at tekna,
og fleiri bóklingar eru prýddir við tekn-
ingum hansara. Men uttan mun til hvat
hann gjørdi, sang, teknaði, í arbeiði
sínum umborð á Norrønu, ella hvat tað
so var, so var alt gjørt uttan nakran háva
og við slíkum lítillætni, sum fáur leggur
fyri dagin. Við sínum blídliga og hjarta-
liga verumáta, sínum trúfesti og vinalagi,
varð hann ótilvitað miðdepilin, sum øll
savnaðust um. Øll kendu seg væl saman
við honum - ikki minst børnini, sum
hann var mammu- og pápabeiggi at. Tað
sást skilliga. Tey flokkaðust um hann, alt
var Ólavur.
Á, at hetjurnar skuldu falla, hervápnini
ganga til grundar!
Jú, Ólavur var ein hetja. Sangkórið í
Ebenezer og Dupultkvartettin hava mist
so ómetaliga nógv við honum. Ein sang-
ara, eina fyrimynd, og ikki minst ein
sannan vin. Men ikki bert vit hava mist.
Øll, sum kendu hann og hoyrdu hann,
hava mist. Men hjá tær, Anna, verður
missurin av soninum svárastur. Umsorg-
an hansara fyri tær var hjartanemandi.
Og fyri tykkum, Britu, Charlottu og
Jóannes við familjum tykkara. Gevi hin
Altvaldandi tykkum ta troyst, tykkum
tørvar, og gleðina í minninum um ein
góðan son og bróður.
Ærað veri minnið um Ólavur á Váli.
Alexander
Til minnis um Ólav á Váli
Tøkk
Vit takka hjartaliga øllum tykkum,
sum sýndu samkenslu, tá ið okkara elskaði maður,
pápi, verfaðir, abbi og langabbi
Sigmund Petur Langgaard
Klaksvík
andaðist og fór til gravar.
Takk fyri vøkur orð í kapellinum og í kirkjuni.
Takk fyri heilsanir, blómur, kransar og gávur.
Takk til starvsfólk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Tøkk til øll tykkum, ið á ymiskan hátt hjálptu til.
Vegna tey avvarðandi
Nancy