Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-24, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. februar 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Honum dámar best at fortelja eina søgu uttan ov nógv fjas og óneyðugar smálutir. Úrslitið kenna vit millum annað sum teir undarliga barns- ligu, men altíð áhuga- verdu málningarnar, sum bara Hanni Bjartalíð kann mála teir. Fríggjadagin letur ein framsýning við verkum hjá Hanna upp í Galerie Focus í Havn LISTAFRAMSÝNING Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Myndamálið hjá Hanna er lyriskt og einfalt. Í mynd- unum eru smáir figurar, hús og lutir. Fyri Kinnu Poulsen, listafrøðing, minnir mynda- málið hjá Hanna eitt sindur um um tað, sum verður brúkt í ávísum under- ground-teknirøðum. Stílur- in er barnsligur soleiðis at skilja, at figurarnir ikki eru teknaðir á anatomiskt rætt- an hátt; primitivar striku- myndir, har alt óneyðugt er skorið burtur. Onkur hálsur ella kanska ein armur fattast, men sama ger, tí her verða vit leidd inn í ein heim, har veruleikans lógir hava lítið og einki at týða. Fólk sveima runt í leysari luft, einglar ganga túr við hundinum, meðan allir møguligir og ómøguligir skapningar flóta runt á myndaflatuni. Kinna vísir á, at hesin heimur kann tykjast skemtiligur, kanska enntá fittur. Men sjálvur heldur Hanni, at tey, sum bara halda tað heila vera fitt, hava ikki hugt nóg væl eftir – Nógv fólk sambinda tað við naivar barnatekn- ingar, men mínar myndir hava altso einki við naiv- ismu ella nakað naivt at gera. Eg dugi at tekna "ordiliga", at tekna fólk og landsløg við rúmd og skuggum, soleiðis at tað líkist veruleikanum. Men eg havi tilvitað valt eitt myndamál, sum er merkt av einfeldi og spontaniteti. Sama einfeldi, sum er ein natúrligur eginleiki hjá børnum. Børn eru øgiliga økonomisk, tá tey tekna. Tey gera skjótt av og geva sær ikki far um, hvussu armarnir eru festir at kroppinum í veruleikanum. Mín áhugi liggur í hesum sama; at fortelja eina søgu uttan ov nógv fjas, uttan óneyðugar smálutir, sigur Hanni Bjartalíð í samrøðu við Kinnu Poulsen í Bragi, 2001. Áhugaverdi listamálarin stendur tó ikki í stað, og á hesi framsýningini í Galer- ie Focus síggja vit eina broyting í litavalinum hjá Hanna yvir til gult, reytt og grønt við svørtum kontur- um. Framsýningin verður opin til 11. mars, týsdag til fríggjadag kl. 14 til 18 og leygardag kl. 16 til 18. Hanni Bjartalíð (1968) er úr Klaksvík. Hann er út- búgvin á Nordiska Konst- skolan í Kokkola í Finn- landi og er búsitandi í Finn- landi fyri tíðina. 14 Nr. 38 - 24. februar 2005 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Hanni í Focus: Onki fjas Diamantbrúdleyp Fríggjadagin tann 25. februar hava Jovnitha og Hans Jacob Midjord, Lopra, diamantbrúdleyp. Marianna Norðoy hongur málningarnar hjá Hanna Bjartalíð upp í Galerie Focus Mynd: Jens Kristian Vang Hanni Bjartalíð, listamálari Leygardagin 19. februar andaðist Ólavur á Váli. Hann var føddur 26. august í 1955 og hevði sostatt havt rokkið teimum hálvt hundrað í summar, um honum hevði havt verið unnað at liva so leingi. Men leygar- dagin vóru boð eftir honum, og harvið verður velduga sangrøddin hjá Ólavi ikki longur at hoyra á møtum í salum og í túnum. Ólavur vaks upp í Klaksvík. Foreldrini vóru Anna og Líggjas á Váli. Tey fingu fýra børn - Jóannes, Charlotta, Ólavur og Brita. Í 1972 flutti familjan til Havnar. Líggjas var 70 ára gamalur, tá ið hann doyði 19. august í 1993. Ólavur og Anna húsaðust saman, og tey trý systkini hjá Ólavi hava øll sett búgv í høvuðsstað- num. Jóannes er giftur Eyðvør, fødd Djurhuus. Charlotta er gift Óla Hans Olsen, og Brita er gift Eli Smith. Ólavur arbeiddi leingi sum tekniskur teknari. Nógvu tey seinnu árini hevði hann álitisstarv umborð á Norrønu. Hann hevði fjølbroyttar listarligar gávur, og hann fekst ikki so lítið við at tekna. Í 1978 og 1979 var hann á tekniskúla á Carlsberg Glyptotekinum hjá Askov Jensen, og á vári í 1982 var hann á Hol- bæk Kunstháskúlanum. Framsýningar hevði hann eitt nú í Føroya Sparikassa við Tinghúsvegin, Smiðjuni í Lítluvík, og hann hevur luttikið bæði á ólavsøkufram- sýningini og várframsýningini. Dagin fyri, sum hann andaðist, var hann saman við svágrinum, Eli Smith, norðuri við Gjógv og teknaði. Teir báðir hava verið saman á mangari listarligari námsferð, bæði uttanlands og innanlendis, og teir báðir hava fleiri ferðir sýnt fram saman. Men tað var sum sangari, at Ólavur á Váli var serliga kendur, og nú hann er farin, hava Føroyar mist ein av sínum størstu sangarum. Songevnini og song- gleðina hevði hann ikki frá fremmandum. Líggjas var framúr, og Anna hevur verið tiltikin. Tey løgdu sína orku og huga í sangin í brøðrasamkomunum, har tey høvdu sítt andaliga heim. Men tað var eyðkent fyri tey, at tey altíð vóru klár at hjálpa til og lívga við sanginum, alla- staðni har tað vóru boð eftir teimum, og soleiðis hevur tað eisini verið hjá børnun- um. Gleðishátíðirnar og sorgarløturnar eru so nógvar, sum hava fingið serligan dám yvir seg, tí tey á Váli hava lagt sítt afturat, og nú munnu tað vera mong, sum fegnast serliga nógv um, at tað fyri nøkrum árum síðani eydnaðist teimum á Váli at geva fløgu út. Ólavur var smádrongur, tá ið hann fór at syngja í barnakóri. Í 1970 fór hann uppí Betesda kórið, og tá ið familjan í 1972 flutti til Havnar, gjørdust Ólavur og øll hini í familjuni stuðlar í Ebenezer kórinum. Framúr røddin og umgeingiligi, trúfasti og lítilætni maðurin høvdu við sær, at boð vóru nógva staðni frá eftir Ólavi. Hann var við í Nikodemussang- bólkinum hjá MC og kamarkórinum hjá Ólavi Jøkladal, og tað er so mangan komið fyri, at kór hava heitt á Ólav um at stuðla sær, tá ið teimum restaðu eina trivaliga og stinna bassrødd. Mest kendur man Ólavur vera sum partur av Dupultkvartettini í Ebenezer og sum solosangari. Dupultkvartettin hevur verið framúr, og teir hava so mangan á so ógvuliga tignarligan hátt umboðað sam- komurnar, høvuðsstaðin og Føroya land og fólk. Upp undir jól í 1978 gav Evangeliska Røddin band út, har Ólavur á Váli, sum tá var 23 ára gamalur, syngur. Saman við stuðulsrøddum og orkestri var væl lagt til rættis, og tilfar av hesum bandinum er framvegis at hoyra. Her sum so ofta syngur Ólavur nógv um Himmalin. Heitð er Eg vil syngja ein sang. Hesin sangurin og so tann á hinari síðuni, sum eitur "Ein dag, ein dag" gerast serliga nærverandi og vónríkir, nú yndisligi sangarin Ólavur á Váli í dag verður borin til sítt síðsta hvíldarstað her á fold. Eg vil syngja ein song um hitt signaða land, Um hin ljósa og skínandi stað, Har ei nakra tíð stormur skal ýla um strand, Um hitt land, sum ei sorg hevur sæð. Hetta landið eg ofta í andanum sá Og tann ljóma, sum skyggir um tað, Og tað mangan mær var, sum ein toka ber lá Millum meg og hin glitrandi stað (1. vers av nr. 936 í SGF). Ein dag, ein dag - um ikki fyrr, So tá eg standi honum hjá - Er skilligt alt, ið hjartað spyr; Guds veg, Guds ráð eg skilji tá. Og so heilsar Ólavur við niðurlagnum: Tí líti eg hvønn dag á teg, Eg óttist ei, tú ert mær hjá; Ja, sjálvt á myrkum, tungum veg Eg syngi: Eg skal skilja tá! (nr. 583 í SGF). Í dag kennist hetta sum serlig heilsan frá Ólavi og til mammuna, systkini, øll teirra og allar føroyingar, sum drýpa høvur í virðing um minnini eftir stóra sangaran og menniskja Ólav á Váli. J. Hansen Ólavur á Váli farin