Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-24, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. februar 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 38 - 24. februar 2005 15 Lendisarbeiði byrjar um nakrar dagar, og saman við hesum arbeiði verður gamla fimleikarhøllin nið- urtikin, og gomlu læknahúsini norðan- fyri skúlan verða í heilum líki flutt á annað grundøki SKÚLABYGGING Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Útbyggingarnar av skúlan- um á Toftum byrja ætlandi fyrst í komandi mánaði, tá ið lendisarbeiðið fer í gongd. Tveir arbeiðstakarar bjóðaðu upp á henda partin av arbeiðnum, og tað var felagið, Falkon hjá Jóhan Berg í Saltnesi, sum hevði lægra tilboðið og hevur átikið sær arbeiðið. Kommunan væl nøgd Símun Johannesen, borgar- stjóri, sigur, at tey í komm- ununi eru væl nøgd við til- boðið, sum er upp á umleið 460.000 krónur. Aftrat hes- um kemur keyp av gróti, sum stendst av lendisar- beiðnum. – Í sambandi við útbjóð- ingina, var treytin hon, at arbeiðstakarin átti grótið. Samstundis bant kommun- an seg til at keypa grótið aft- ur fyri ein ávísan prís. Enn er ikki endaliga avgjørt, hvar grótið frá lendis- arbeiðnum í fyrstu syfti verður lagt, men ætlanin er at nýta tað til planering av ídnaðarøkinum ella til út- bygging av Oyrahavnini. Endalig støða er ikki tikin til hetta enn, men ætlandi verð- ur fundur í bygdaráðnum í kvøld um eitt nú hetta mál. Hann sigur, at lendisar- beiðið saman við keypi av gróti og koyringini kemur at liggja undir 1 miljón krónur, og tað heldur kommunan vera á góðari leið. Læknahúsini flytast Símun sigur, at uppi í lendisarbeiðnum, sum Falkon nú fer undir, er eis- ini niðurtøka av gomlu fimleikarhøllini og flyting av gomlu læknahúsunum norðanfyri skúlan, sum seinastu árini hevur verið teldustova, eins og talvfel- agið hevur nýtt hølini til sínar aktivitetir. – Vit hava selt læknahús- ini, og sambært teirri ætl- anini verða tey ikki niður- tikin, men flutt í heilum líki á eitt grundøki Undir Nes- inum, sum verður planerað til endamálið, sigur borgar- stjórin. Hann væntar, at planer- ingsarbeiði við niðurtøku av fimleikarhøllini og burt- urflyting av læknahúsunum verður liðugt, tá ið komið er nakað út í juni. – Ein partur av økinum omanfyri fimleikarhøllina, har parkeringsplássini eru í dag, verður eisini gjørt byggibúgvið í sambandi við útbyggingina, sigur Símun Johannesen. Byrjar til heystar Borgarstjórin sigur, at teknistovan hjá Alberti Isfeld er í holt við at gera útbjóðingartilfarið til sjálvt byggiarbeiði klárt, og ætlanin er, at hesin partur- in, sum verður fyrsta byggi- stigið, byrjar til heystar ella umleið mánaðarskiftið aug- ust/ september. Hann vísir á, at sitandi bygdaráð, sum tók við 1. januar í ár, er í holt við at endurskoða byggiætlanina, og enn er ikki alt undir landi um, hvussu skjótt samlaða projektið skal fremjast. – Men sambært teirri ætlan, sum fyriliggur, verð- ur skúlin liðugt útbygdur í juni mánaða um tvey ár. Símun sigur, at soleiðis, sum fíggjarvánirnar í sam- felagnum eru í løtuni, er ikki óhugsandi, at umbygg- ingararbeiði, sum ætlanin er at fremja á tann nýggjara skúlabygningin, verður skotið nakað út, men hetta verður greitt, tá ið nýggja bygdaráðið er samt um, hvussu gongdin verður. Nýggj fimleikarhøll Borgarstjórin sigur, at fyrsta byggistig av skúla- projektinum fevnir um nýggja fimleikarhøll, sum er góðkend til allar vanligar ítróttarkappingar, undantik- ið hondbólt. Høllin við umklæðingarrúmum verður 620 fermetrar stór, og er tað ein rættiliga stór fimleikar- høll í mun til ta gomlu, sum nú verður tikin niður. Nýggja fimleikarhøllin verður bygd norður á økið, har gomlu læknahúsini standa í dag, men borgar- stjórin vísir á, at frástøðan til næstu húsini norðanfyri læknahúsini verður størri, enn hon er í dag, tá ið høllin er uppkomin. – Tað verða einir 8-9 metrar norður til tey næstu húsini, sigur hann. Mentanardepil Símun vísir á, at nýggja fimleikarhøllin verður bundin saman við gamla skúlabygninginum við ein- um millumbygningi, sum samstundis verður ein mentunardepil ella tæn- astudepil, har rúm verður fyri ymiskum mentanarlig- um aktivitetum. – Uppat hesum "depli" verður eitt nú tónleika- stova, bókasavn, skúlakøk- ur og hondarbeiðsstova - og so sjálv fimleikarhøllin, ið eisini fer at kunna brúkast sum partur av mentanar- deplinum, tá ið stór tiltøk eru á skránni. Borgarstjórin vísir á, at aftrat hesum verða bygdar fýra nýggjar, vanligar skúlastovur í hesum fyrsta byggistigi av skúlabygg- ingini. At enda sigur Símun Jo- hannesen, at samlaða skúla- projektið, ið sum nevnt eis- ini fevnir um umbygging av 80-ára bygninginum, verður mett at kosta einar 44 milj- ónir krónur, men hann held- ur tað ikki vera óhugsandi, at kostnaðurin verður nakað lægri, nú minni virksemi er í landinum. Nú verður Tofta skúli útbygdur Húsini fremst á myndini eru gomlu læknahúsini, sum kommunan hevur selt, og sum nú skulu flytast í heilum líki á eitt grundøkið inni Undir Nesinum Mynd: Vilmund Jacobsen Spaki verður nú settur í til útbygging av Tofta skúla. Tað verður felagið, Falkon í Saltnesi, sum kemur at taka sær av lendisarbeiðnum, sum eisini fevnir um niðurtøku av gomlu fimleikarhøllini og burturflyting av gomlu læknahúsunum norðanfyri skúlan Mynd: Vilmund Jacobsen