hósdagur 24. februar 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Octavia, ið var fyrsti
nýggi Skoda eftir at
VW konsernin yvirtók
kekkisku bilverk-
smiðjuna, er nú komin
í aðru generatión.
Bilurin er størri og
rúmligari enn
forgangarin, ið kom á
marknaðin í 1996
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Skoda Octavia er bilurin, ið
broytti
umdømið
hjá
Skoda. Eftir umleið tíggju
árum
telist
Skoda
nú
millum bæði firma og
stjórabilar sum t.d. tann
størri Skoda Suberb, ið er
ein stórur luksusbilur.
Hóast nýggi Octavia lík-
ist nógv forgangaranum, er
talan um ein størri og
rúmligari bil, sum tó er
gjørdur eftir sama konsepti.
Bilurin er bæði longri og
breiðari við størri aksilfrá-
støðu.
Eins og forgangarin sær
hesin út sum ein vanligur
sedan, men við stórari bak-
lúku sum ein liftback.
Viðførisrúmið er vaksið frá
528 til 560 litrar.
Koyrieginleikarnir
eru
góðir og elektromekaniska
servostýringin og fjaðra-
skipanin eru við til at gera
bilin sera stúttan eitt nú í
svingum.
Ambiente og Elegance
Tveir bensin og tveir
dieselmotorar eru at velja
ímillum, bensinmotorarnir
eru: 1,6 litur við 102 hk, og
1,6 litur FSI við 115 hk.
Dieselmotorarnir eru: 1,9
TDI við 105 hk og 2,0 TDI
við 140 hk.
Octavia fæst í útgávunum
Ambiente og Elegance. So
gott sum øll trygdarútgerð-
in er standard sum t.d. 6
airbag, antispinn, bremsu-
assistentur, ESP, el-síðu-
spegl v.hita, el-síðurútar,
ferðpilotur og hiti í for-
setrunum. Bilurin fæst við
nógvari eykaútgerð, sum
kann bestillast eftir egnum
ynski.
Bilurin fær sera góð um-
mælir frá motorjournal-
istum. Danska bilblaðið
"Nyt om biler" hevur kosið
Octavia "Bedste Firmabil".
FDM limablaðið Motor
sigur um Octavia "Vi gik
bilen igennem på et FDM
testcenter og kunne kon-
stantere, at den forebygg-
ende rustbeskyttelse er
blandt de bedte, vi har set"
Skoda Octavia fæst eisini
sum Combi (stationcar).
Bíligasti Octavia kostar kr.
225.750,-
Nr. 38 • hósdagur • 24. februar 2005 • 79. árg.
Stórur eftir-
spurningur
eftir Mini
Eftirspurningurin eftir
Mini
er
framvegis
munandi størri enn
framleiðslan, verður
upplýst
frá
BMW.
Framleiðslan í 2004
var
184.000
bilar,
meðan eftirspurning-
urin var 200.000 bilar,
sum
framleiðslan
verður økt til í ár
Kelda: Motor Magasinet
Volvo við
sótfiltrum
Volvo koma í vár við
sótfiltrum til dieselút-
gávurnar av S60, V70,
S80 og XC70. Volvo
S40 og V50 hava fing-
ið sótfiltur
Kelda: Motor Magasinet
Hyundai
og Kia
Koreansku Hyundai og
Kia bilarnir skulu í
framtíðini verða meira
ólíkir, enn teir eru í
dag, verður upplýst frá
Hyundai, sum saman
við Kia er 7. størsti bil-
framleiðari í heimin-
um. Ætlanin er, at teir
skulu verða nummar
fimm áðrenn 2010
Kelda: Motor Magasinet
Skoda Octavia 1,6 Ambiente
Motorurin:
1,6 litur 4 syl. bensin 102 hk
0-100 km/t:
12,3 sek
Bensinnýtsla:
13,9 km/l
Dekkstødd:
195/65-15
Stødd og vekt
Longd:
457,2 cm
Breidd:
176,9 cm
Hædd:
146,2 cm
Eginvekt:
1.255 kg
Viðførisrúm:
560 litrar
Prísur:
kr. 225.750,-
Søluumboð
Norðbil
Oyggjarvegur
FO-110 Tórshavn
Tel. 313707
www.nordbil.fo
Nýggjur og størri
Skoda Octava
Frits Dam Jacobsen frá Norðbil við nýggja Skoda Octavia, ið nú komin í aðru generatión
Mynd: Jens Kristian Vang