Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-24, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. februar 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Jaguar Advanced Lightweight Coupé er ein elegantur sports- bilur í røttum Jaguar stíli. Bilurin, ið er gjørdur úr alumin- ium og skal avloysa XK8, kemur á mark- naðin í 2006 BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Jaguar kal la konseptbilin Advanced Lightweight Coupé, men eingin ivi er, um at talan er um avloysaran fyri Jaguar XK8. Ein Jaguar skal útstrála orku og síggja sportsligur út, samstundis sum bilurin skal vera elegantur í allar mátar. Ætlanin er at hesin bil- urin skal koma á marknaðin í 2006 við aluminiums- karossarí og bygdur á alu- miniumschassis. Motorurin verður 4,2 litur V8 við 295 hk og eini kompressaraløddari útgávu við 392 hk, ið koyrir frá 0- 100 km/t upp á undir 5 sekund. Advanced Lightweight Coupé er ein 2+2 við framúr væl innrættaðari kabinu, har alt er gjørt úr leður og aluminium, og øll instrumentini eru savnaði mitt framman fyri føraran. Bilurin hevur stóra bak- lúku og lutfalsliga stórt við- førisrúm Í dag kostar ein Jaguar XK8 við 298 hk umleið 1,7 milliónir krónur í Dan- mark. Nr. 38 - 24. februar 2005 17 Heimsins mest fram- komni "humanoidi" robottur, Asimo, heilsaði herfyri upp á limirnar í Evropa- parlamentinum, fyri at vísa hvat vit kunnu vænta okkum innan elekronisku tøknina í framtíðini ROBOTTUR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Asimo, framkomni robott- urin hjá japansku Honda verksmiðjuni, er intelli- gentur og kan "næstan" tað sama sum menniskju - ella tað sum hann verður pro- grammeraður til. Asimo er kendur sum heimsins mest framkomni robottur. Asimo stendur fyri "Advanced Step in In- novative Mobility". Herfyri var Asimo í Evropa-parlamentinum og heilsaði upp á limirnar har í sambandi við at parlament- ið stuðlar menningini av robottum í verkætlanini "RobotCup". Vitjanin var fingin í lag, fyri at vísa hvat vit kunnu vænta okkum innan elek- tronisku tøknina í framtíð- ini. Asimo gekk m.a. upp og niður gjøgnum trappur, heilsaði upp á fólk og tos- aði. Í síni røðu í Evropa- parlamentinum segði dr. Koerner, stjóri fyri Honda Research, at teirra mál var at gera robottar, sum sunnu flyta seg eins og menniskju, virka saman við teimum og vera teimum til hjálp. Honda robottur í Evropa-parlamentinum Super intelligenti robotturin hjá Honda, Asimo, heilsaði herfyri upp á limirnar í Evropa-parlamentinum Jaguar Advanced Lightweight Coupé kemur á marknaðin í 2006 við aluminiumskarossa rí og bygdur á aluminiumschassis Bilurin hevur stóra baklúku lutfalsliga stórt viðførisrúm Jaguar Advanced Lightweight Coupé: Sportscoupé við stórari baklúku Kabinan er framúr væl innrættað, alt er gjørt úr leður og aluminium. Elegant og smart