Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. august 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 158 - 19. august 2000 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Hjørdis Árnadóttir Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Edvard Joensen Rúnar Reistrup Dia Midjord Stefan í Skorini Ítróttur: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Fax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: P/F Prentmiðstøðin Sosialurin Oddagrein Tórsvøllur royndur av álvara TÓRSVØLLUR stóð sína fyrstu veruligu roynd, tá føroyska landsliðið í fótbólti tók ímóti tí danska mikukvøldið. Áhugin var stórur. Øll atgongu- merkini vórðu seld, og hóast eini 6000 fólk vóru í Gundadali hetta kvøldið, gekk alt væl. Bæði Fótbóltssambandið og Tórsvøllur megnaðu sína uppgávu til fulnar. MIKUKVØLDIÐ prógvaði, at tað er rætt, at vit hava eitt veruligt landsstadion í høvuðsstaðnum, og at teir týðandi dystirnir verða spældir har. Tað skerst ikki burtur, at í høvuðsstaðnum er besti møguleikin at fáa so nógv fólk til dystir. Nú var áhugin fyri hesum dystinum serstakliga stórur, og nógv høvdu óivað farið inn á Svanga- skarð, men neyvan hevði borið til at fáa so nógvar áskoðarar. B68 tók eitt djarvt sig, og skjótir vóru teir í vend- ingini, tá toftamenn fingu í lag at gera fótbólts- stadion við grasvølli á Svangaskarði. Hesin vøllurin hevur havt stóran týdning og hevur verið við til at menna landsliðsfótbóltin í Føroyum. Vit kunnu kanska siga, at tað var gott, at havnar- menn vóru eitt sindur seinir í vendingini tá. Høvdu vit ikki fingið eitt fótbóltsstadion á Svangaskarði tá, og eitt varð gjørt í Havnini, høvdu vit neyvan fingið nakað annað í bræði. Og neyðugt og gott er at hava tveir grasvøllir, tá kappingar ella stevnur við fleiri liðum verða fyriskipaðar. TÓKU toftamenn og kanska eysturoyingar dyggiliga undir við ætlanini á Svangaskarði tá fyrst í 90-unum, so kann ikki sigast annað enn, at havnarmenn hava tikið dyggiliga undir við Tórsvølli. Tá hann varð gjørdur í fjør, varð eitt stórt sjálvboðið arbeiði gjørt, og eisini seinni hava fólk tikið eina hond í. HÓAST alt verður meira og meira professionelt og goldið verður fyri alt, er kortini gott, at nakað av tí gamla er eftir í Føroyum – tað at taka eina hond í, hjálpa til, uttan júst at fáa nakað aftur fyri, men bara kunna gleðast við at hava hjálpt til. Ofta verður sagt, at tey ungu fáa bara alt í dag. Tey gera einki sjálvi fyri at fáa nakað. Hetta er kanska ikki heilt rætt, tí tey royna eisini, tá tey fáa høvi. Men í sambandi við Tórsvøll hava tað helst verið meiri pápar og abbar, sum hava tikið eina hond í. TÁ hetta er sagt, so skal kortini viðmerkjast, at vónandi fær Tórsvøllur borið tað soleiðis í bandi, at útsjóndin – serliga omaneftir og vestureftir – verður fríðkað. Í dag er áskoðarapallurin einki prýði fyri Gundadal. Tvørturímóti. Tað at fara at hugsa um, hvussu útsjóndin kann betrast aftaná, er tann øvugta gongd. Men tað er gjørt so nógv øvugt í hesum máli, at hetta mugu vit taka við eisini. Fóru menn ikki til verka tá, høvdu vit ikki nakað fótbóltsstadion í dag. Bara spell, at renni- breytin ikki varð løgd rundan um vøllin. Men sum fótbóltsvøllur hevur hann av álvara staðið sína roynd! STEFAN Í SKORINI Erik Arge, lærari á Stu- dentaskúlanum og HF- skeiðnum á Kambsdali, hevur júst givið út bók, sum viðgerð búskaparkreppuna og fráflytingina, sum stóðst av henni. Eisini verður í bókini komið inn á, hvussu kreppan rakti føroyingin, og hvussu lívskorini broyttust av hesum. Flest fluttu fyri at fara í útbúgving Ein útisetakanning var gjørd, og hon verður brúkt sum støði undir einum stór- um parti av bókini. Tey spurdu eru føroyingar í Danmark, sum fluttu í 1991 og í 1994, og tað er Fróð- skaparsetur Føroya, Hag- stova Føroya og Danmarks Statistik, ið hava skipað fyri hesi kanningini í 1996. Í hesi kanningini sigur meira enn helmingurin av teimum spurdu, at orsøkin, til at tey fluttu til Dan- markar, var at fáa sær eina útbúgving. Serliga er tað aldursbólkurin frá 20-30 ár, sum flutti úr Føroyum vegna útbúgving. Vert er at hava í huga í hesum sam- bandi, at hesin aldursbólk- urin ikki hevði teir stóru møguleikarnar í Føroyum, sjálvt um orsøkin til at tey fluttu úr Føroyum kanska ikki beinleiðis var arbeiðs- loysi. 17% av teimum spurdu søgdu seg flyta til Dan- markar, av tí at ein, sum tey høvdu tætt tilknýti til, flutti av landinum, meðan onnur 17% søgdu seg flyta til Dan- markar fyri at fáa arbeiði. Vert er at leggja merki til, at færri enn 1 % av teimum spurdu søgdu seg flyta úr Føroyum undan ov stórari persónligari skuld. Hetta setir rithøvundurin tó spurn- artekin við, tí at tað óivað vóru fleiri, sum rýmdu undan stórari persónligari skuld, men vilja ikki við- ganga tað ella hava valt ikki at svara spurnarblaðnum. Út frá hesi kanningini ber til at siga, at tey, sum rýmdu av landinum, ikki bara fóru vegna arbeiðsloysi, men at enn fleiri søgdu orsøkina vera útbúgvingarmøguleik- ar. Útisetakanningin vísir eisini útbúgvingarstøðuna hjá føroyingunum. Aftur her er myndin greið, tí 35% eru í holt við eina útbúgving í Danmark, og hetta talið veksur frá 1991 til 1994. 27% hava eina hálvlanga ella millumútbúgving, með- an 19% als onga útbúgving hava. Í 1991 høvdu 65% av teimum, sum rýmdu, ar- beiði eitt hálvt ár áðrenn tey fluttu. Í 1994 er hetta talið minka niður í eini 50%. Serliga tey ungu rýmdu Tað er ikki nakað nýtt, at tað serliga vóru tey ungu, sum fluttu av landinum, og tað eru fleiri orsøkir til tað. Fyri tað fyrsta rýmdu tey flestu, tí tey fóru í útbúgv- ing, og tí er tað ikki so løgið, at tey flestu vóru ung, sum fluttu. Eisini ber til at finna aðrar orsøkir til at serliga tann yngri aldursbólkurin rýmdi, tí á einum arbeiðsplássi er tað ofta skipað soleiðis, at tey, sum seinast eru sett í starv, eisini eru tey fyrstu at verða uppsøgd, tá ið nið- urskurðir verða gjørdir á arbeiðsplássinum. Fleiri ung, sum júst høvdu bygt hús, hava havt torført við at gjalda lánini aftur, tá løn- irnar lækkaðu munandi. Kanningin vísir eisini, at í 1991 vóru 40% av útiset- unum í Danmark í aldrinum 25-29 ár, og hetta vísir greitt mynstrið, at serliga tey ungu rýmdu. Ikki bara tey arbeiðs- leysu rýmdu Í bók síni er Erik Arge komin fram til, at tað ikki bara vóru tey arbeiðs- leysu, sum rýmdu av landinum undan kreppuni Tøkk Hjartaliga takki eg øllum, sum við vitjan, tele- fonsamrøðum, gávum og telegrammum gleddu meg á 90 ára føðingardegnum 25. juli. Thomas Wilhelm, Tórshavn Bústaðarmynstrið Størsti parturin av føroying- unum búsettu seg í Jútlandi. Umleið helmingurin valdi at búseta seg í Jútlandi, og tey flestu fóru til Vesturjút- land, har 17% valdu at seta búgv. 13% fóru til Norð- urjútland, og tað sama til Eysturjútland, meðan bara eini 4% valdu at flyta til Suðurjútland. Frá 1991 til 1994 vaks talið av føroyingum, sum fóru til Vesturjútlands, og orsøkin til tað er, at í 1994 er fiskivinnan verri rakt av kreppuni enn í 1991, og føroyingar, sum áður hava verið í arbeiði í hesi vinn- uni, flyta til Vesturjútland og halda fram í somu vinnu. Nógv eldri fólk flyta til Norður- og Vesturjútlands. Ein triðingur flutti til Keypmannahavnar. Serliga eru tað tey ungu, sum leita sær til høvuðsstaðin, tí at har eru bestu útbúgvingar- møguleikarnir at finna. Eisini hevur Keypmanna- havn flest tilboð at bjóða, og tað dregur ung fólk. 22% siga seg ikki vilja flyta heimaftur til Føroyar, meðan onnur 30% ætla at flyta heim, um tey fáa ein hóskandi arbeiði. 13% bíða til umstøðurnar eru batn- aðar, meðan 19% bíða til útbúgvingin er lokin. STEFAN Í SKORINI Eitt av afturvendandi tiltøk- unum hjá Ferðslutrygd hev- ur verið at givið børnunum keppar, sum er reyðir, gulir og grønir. Hetta verður aftur gjørt í ár, og tað er Mjólk- arvirkið, sum letur húgvur- nar. Hetta verður gjørt fyri at bilførarar skulu kenna børnini aftur. Ferðslutrygd letur eisini foreldrum at børnum í fyrsta flokki ein faldara, sum skal hjálpa foreldrunum at veg- leiða børnini í ferðsluni. Í sjónvarpinum verða lýs- ingar sendar, sum skal minna bilførarar á børnini, sum nú fyri fyrstu ferð skulu royna seg á egnum beinum í ferðsluni. Jón Kragesteen heldur tað vera umráðandi at vísa á fyrsta floks børnini, tí tey ongar royndir hava í ferðsl- uni, nú tey skulu í skúla. Ferðslutrygd hevur í tí sambandi kannað munin millum at koyra 30 og 50 km/t. Tá ið koyrt verður 30 Fyrsti skúladagur verður mánadagin Av teimum 7400 børnunum, sum fara í skúla mánadagin, fara 732 av teimum í skúla fyri fyrstu ferð, og í hesum sambandi skipar Ráðið Fyri Ferðslutrygd fyri ymiskum tiltøkum km/t er møguligt at steðga fyri einum barni, sum er 13 metrar burturfrá, men um koyrt verður 50 km/t rennir tú á barnið uttan at hava nomið við bremsuna. Norsk Hydro takkar fyri seg í Føroyum DIA MIDJORD Geir Atle Rishovd, stjóri hjá Norsk Hydro í Føroyum, er so smátt farin at rigga av. Um stutta tíð steingir skriv- stovan á Bryggjubakka, og norðmaðurin fer aftur til Noregs, har aðrar uppgávur hjá oljufelagnum liggja og bíða. – Eitt sindur keðiligt, at vit ikki sleppa at skriva rest- ina av søguni. Men vit kenna tað soleiðis, at vit hava verið við í teimum inn- leiðani kapitlunum, sigur Geir Atle Rishovd. Hann vísir til, at Hydro hevur m.a. gjørt eitt yvirlit av føroyskum veitarum í sambandi við oljuvinnuna, og Hydro/Saga hevur eisini havt føroyingar til upplær- ing í felagnum. – Eg vóni, at okkara íkast hevur ført til, at føroyska vinnulívið er lyft eitt sindur uppfrá, sigur Geir Atle. Skuffaður Tað er við sorgblídni, at fryntligi og fyrikomandi norðmaðurin takkar fyri seg, tí hann hevur verið í Føroyum hálvttriðja ár. Fyrst sum leiðari á skriv- stovuni hjá Saga Petroleum og seinastu tíðina, sum leið- ari hjá Norsk Hydro. – Soleiðis eru nú einaferð treytirnar í oljuverðini, og tað kanst tú ikki gera nakað við. Men eg komi at sakna Føroyar og føroyingin og ætli mær avgjørt at viðlíka- halda góða sambandi, sigur norðmaðurin, ið fer heim um nakrar vikur. – Eg ivist onga løtuna, at eg fari at fáa framhaldandi áhugaverdar og spennandi uppgávur í Norsk Hydro. Rósar føroyingum Áðrenn Geir Atle Rishovd steingir og sløkkir, ætlar hann sær inn á gólvið hjá Oljumálastýrinum. Olju- málaráðharrin hevur nevni- liga boðið teimum olju- feløgum, ið ikki sluppu upp í part, at fáa eina eftirmeting av umsóknini. Stjórin hjá Norsk Hydro í Føroyum, Geir Atle Rishovd, vinstrumegin, takkar aðalstjór- anum í Oljumálastýrinum Herálvi Joensen fyri gott samstarv og ynskir føroyingum góða eydnu víðari Skrivstovan letur aftur, tí olju- felagið slapp ikki upp í part, og stjórin Geir Atle Rishovd fer aftur til Noregs Óvissað valdar eisini um skrivstovuna hjá oljufelag- num Texaco í Havn, har trý fólk starvast. Jóhan Mac Donald, stjóri, veit ikki rættiliga at siga, – Vit fegnast um henda møguleika og taka av til- boðnum. Tað er altíð gott og sunt at fáa eina eftir- meting, tí kanska er okkurt, vit kunnu læra av í fram- tíðini, sigur Geir Atle Ris- hovd. Stjórin hjá Norsk Hydro í Føroyum rósar eins og flest onnur eisini arbeiðnum hjá Oljumálastýrinum. – Talan er um eina opti- mala loysn av umráðnum, sum varð bjóðað út, sigur hann. um skrivstovan letur aftur í næstum. Hann hevur enn eingi boð fingið hesum viðvíkjandi frá høvuðs- skrivstovuni í London. – Tað virkar eitt sindur løgið at hava eina skriv- stovu her, tá vit ikki eru slopnir upp í part. Men boðini eru so ikki komin enn, sigur hann. – Sjálvandi eru vit skuff- Eingin avgerð tikin Jóhan Mac Donald, stjóri hjá Texaco í Føroyum, veit ikki enn, hvør næsti leikur verður aði, tí vit mettu, at vit lótu inn eina góða umsókn, sigur stjórin hjá Texaco í Før- oyum, Jóhan Mac Donald. Umhvørvið í tryggum hondum Sambært faldaranum, ið lýsir GEM-verkætlanina hig- artil, koma teir fýra arbeiðsbólkarnir - innan jarðtøkni, umhvørvi, metocean og tilbúgving - á mál fyrst í komandi ári. Henda verkætlan skal tryggja oljufeløg- unum neyvar og álítandi umhvørvisupplýsingar í sambandi við oljuvirksemi á sjónum. Alment kjak um umbygging Løgtingsmenninir Páll á Reynatúgvu og Jenis av Rana heita á formansskapin at skipa fyri almennari kunning í sambandi við umbyggingina av løgtingshúsinum. Slíkt kjak kundi ført við sær natúrligar broytingar, ið allir føroyingar høvdu fegnast um, siga teir báðir í skrivi til formansskapin. DIA MIDJORD Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldisflokkinum sigur, at málið um Signar á Brúnni hevur verið trupult, men at tað eftir fundin hóskvøldið er lagt aftur um bak. – Nú hava vit fingið tosað út um tingini, hvørjar mannagongdirnar hava verið, og hvussu vit skulu fyrihalda okkum í framtíðini. Tað hevur verið flokk- inum at gagni, at hetta nú er fingið frá hondini, sigur Høgni Hoydal. Bæði tingmanning og landsstýrismanning vóru til staðar hóskvøldið, tá málið bleiv viðgjørt. Meira verður ikki gjørt við Signar Hóskvøldið var endalig viðgerð av málinum um Signar á Brúnni, og flokkurin hevur nú lagt málið aftur um bak