Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-19, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. august 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

RÚNAR REISTRUP Hósdagin svaraði Føroya Tele uppá teir fimm fyri- spurningarnar, sum Fjar- skiftiseftirlitið setti fyritøk- uni í sambandi við málið um at skeivar telefonrokn- ingar vórðu sendar við- skiftafólkunum í tíðarskeið- num oktober í fjør til mei í ár. Og í gjár fekk Føroya Tele so viðmerkingarnar frá Fjarskiftiseftirlitinum til málið. Av viðmerkingunum sæst, at av tí at feilurin longu er funnin og rættaður, hevur Fjarskiftiseftirlitið valt ikki at gera meir við málið. Føroya Tele kundi hós- dagin geva Fjarskiftiseftir- litinum nøktandi svar upp á allar teir fimm fyrispurning- arnar, ið vórðu settir fram, og tað tekur Fjarskiftiseftir- litið til eftirtektar, verður sagt í skrivinum. Endurskoða mannagongdirnar Í svarinum til Fjarskiftis- eftirlitið sigur Føroya Tele, at óhepna støðan við feilum í avrokningini hevur havt við sær, at fyritøkan nú fer at endurskoða manna- gongdirnar í innaneftirlit- inum, og tað hevur Fjar- skiftiseftirlitið skrivað sær aftan fyri oyrað. Fjarskiftiseftirlitið gevur tí ikki Føroya Tele nakra beinleiðis átalu fyri tilburð- in, ið hevði við sær, at 1.500 viðskiftafólk goldu tilsam- ans einar 150.000 krónur ov nógv í telefonrokning. Men Fjarskiftiseftirlitið kallar tað kortini »løgið« at eingin umfatandi kanning varð gjørd, tá feilurin fyrstu ferð varð funnin í mars og rættaður í mei. Grundin til at Fjarskiftiseftirlitið heldur hetta vera løgið er, at eft- irlitið heldur lítlan iva vera um, at ónøktandi royndar- koyringar av avrokningar- skipanini í sambandi við dagføringar er orsøkin til, at óhepna støðan er íkomin. Leiðslan visti av ongum Tað var týsdagin í brátt farnu viku, at tað kom fram, Hóast tað var um reppið at telefonfelagarnir, ið hava goldið ov nógv í telefonrokning, ongantíð fingu nakað at vita frá Føroya Tele um hetta, so hevur Fjarskiftis- eftirlitið valt ikki at geva fyritøkuni átalu í fyrstu syftu. Eftirlitið heftir seg ístaðin við at Føroya Tele nú ger slætt borð at okkurt ikki ruggaði rætt við avrokningarskipanini hjá Føroya Tele. Hósdagin kom so fram, at talan var um eitt brek, ið hevði við sær, at uttanlandstakstur varð lagdur afturat avrokn- ingini av uppringdum sam- røðum við føroyskar GSM fartelefonir staddar uttan- lands, hóast tann ið ringir, bert eigur at gjalda vanligan GSM takst í slíkum førum. Tilsamans vórðu 11.506 samrøður raktar av brek- inum, og tað hevði við sær, at skeivar rokningar fyri 149.406 krónur vórðu sendar viðskiftafólkunum. Hóast brekið á skipanini varð rættað í mei í ár, var tað ikki fyrr enn Sosialurin tók málið upp í vikuni, at leiðslan í Føroya Tele fekk at vita um brekið og um tær skeivu uppkrevjingarnar, ið stavaðu frá brekinum. Teir 1.500 telefonfelag- arnir, ið hava latið ov nógv í telefonrokning orsakað av brekinum, fáa í næstum peningin afturgoldnan frá Føroya Tele. RÚNAR REISTRUP Cantat kaðalin, ið er fjarskiftislívæðrin millum Føroyar og meginlandi, hevur verið undir umvæling eitt sindur longri enn ætlað. Í fyrstu syftu varð mett, at umvælingararbeiðið helst fór at vera liðugt tíðliga í brátt farnu viku, men enn fara allar telefonsamrøður, gjaldskortsgjaldingar og alt internetsamband um fylgis- svein, tí Cantat kaðalin er ikki tikin í nýtslu aftur. Av Føroya Tele verður sagt, at eftir ætlanini skal kaðalin vera liðugt umvæld- ur í seinasta lagi fyrst í komandi viku, og tá verður fjarsiftissambandið niður á meginlandið aftur í lagi. Internetsambandið, ið leið harðast undir umvæl- ingini av Cantat kaðalinum, Cantat umvældur um nakrar dagar Fjarskiftiskaðalin millum Føroyar og meginlandið verður helst klárur at taka í nýtslu aftur fyrst í komandi viku hevur verið nýtiligt, síðan Føroya Tele fekk, meira kapasitet á fylgissveininum. Fyrstu dagarnar var int- ernetsambandið sá vánaligt, at tað gav fyritøkum á net- inum trupulleikar at røkja tænastur sínar. Millum ann- að var Internetsosialurin óregluligur, men hann siglir nú aftur fyri fullum seglum. Lesið eisini Sosialin á Internetinum www.sosialurin.fo Føroya Tele fær onga átalu 4 5 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 158 - 19. august 2000 Nr. 158 - 19. august 2000 Nógv kommunalt virksemi í Hvalvík EDVARD JOENSEN Hvalvík: Nýggj vatn- goymsla fyri 600.000,- krónur verður gjørd í Hval- vík. Talan er um tveir brunnar umframt nýggja veiting, sum verður bundin í vatnveitingina, sum fyri nøkrum árum síðan varð løgd nýggj um alla bygdina. Heðin Zachriasen, bygd- arráðsformaður í Hvalvíkar Kommunu, sigur, at á íløgu- játtanini fyri komandi ár er eisini reinsiannlegg við Nýggjar vatn- brunnar, størri bryggjupláss, nýggja útstykk- ing, barnagarð, ellisheim og størri kirkjugarð eru nøkur av málunum, Hval- víkar Kommuna arbeiðir við í løtuni Freistin longd Freistin at lata inn hand- rit til ritgerðarkappingina hjá Fróðskaparsetrinum er longd til 15. november 2000. Evnið í hesi ritgerðar- kappingini, sum er tann 26. í røðini hjá Fróðskap- arsetrinum, er »Gamlar bøkur«. Kappingin varð skrivað út á sumri 1999, og varð freistin tá sett til tann 1. august í ár. Nú er hon so longd til hálvan november. Fróðskaparsetur Før- oya sigur í tíðindaskrivi, at kappingin ikki krevur nakað fullfíggjað sið- søguligt granskingar- verk. Tey vilja heldur leggja dent á eitt breitt sjónarhorn, har almenn- ingurin fær høvi at vera við. Um so, er, at fólk ikki halda seg til at skriva eina longri ritgerð, kann hon styttast, og evnið viðgerast í brotum. Eisini ber til at senda bandupp- tøkur av samrøðum, sig- ur Fróðskaparsetrið í tíðindaskrivinum. Tey, ið ætla at lata inn handrit, skulu senda tað til: Fróðskaparsetur Føroya Setursskrivstovauna Handan Á 5 100 Tórshavn. ej Dansifrøi og Meginfelag Áhugaleikara Føroya fáa í komandi viku vitjan av 40 russiskum børnum, sum í eina viku fara at dansa og undirhalda ymsastaðni í landinum. Hetta eru børn í aldr- inum 8 til 17 ár, hvørs foreldur flýddu úr Tjer- nobyl økinum undan kjarnorkuvanlukkuni í 1986. Hesi børnini hava verið á summarlegu í Danmark og koma nú hendanvegin at vísa síni kynstur. Børnini spæla tónleik, dansa og syngja. Fram- førslur verða í Havn, Klaksvík, Runavík, Oyr- arbakka og á Giljanesi. Kostnaðurin fyri at- gongumerkið er kr. 60,- fyri vaksin og kr. 30,- fyri børn yngri enn 14 ár. Tó verða tvær ókeypis framførslur. Onnur verður í pensionistatil- haldinum í Tórsgøtu í Havn, og hin verður í Havnar Kirkju. ej Russiskur barna- dansur í Føroyum stráluviðgerð. At tað ikki verður gjørt beinanveg kemst av, sigur Heðin Zachariasen, at kommunan heldur seg til ta íløgukvotu, sum ásett er. Hon er upp á 1,2 millión krónur í ár. Av øðrum nýíløgum í ár eru settar 450.000,- krónur til víðkan av kirkjugarðin- um í Hvalvík. Hann er vorð- in ov lítil, og kommunan hevur keypt lendi við síðuna av verandi kirkjugarði, og projekteringin er í gongd. Millum gamla og nýggja havnarlagið í Hvalvík verð- ur í løtuni arbeitt við at fáa meira bryggjupláss til virk- semið, sum er á havnarlag- num. Talan er um eitt øki, sum hevur ligið ónýtt, men sum fyri lítlan penga kann fáast til nyttu, sigur bygdarráðs- formaðurin. Økið, sum hev- ur verið umleið ein metur hægri enn bryggjan, verður slættað og asfalterað. Hetta arbeiðið verður goldið av viðlíkahaldskontoini hjá kommununi, sigur Heðin Zachariasen, bygdarráðs- formaður. Á havnarøkinum heldur alistøðin Sílaaling til. Teir hava ringar liggjandi undir Veðranesi, men bátar og annað tilfar í Hvalvík. Teir fara millum annað at fáa nyttu úr nýggja økinum, heldur bygdarráðsformað- urin. Eisini í teimum báðum stóru bygningunum á nýggja havnarlagnum er væl av virksemi. Norska fóðurfyritøkan Skretting hevur fóður- goymslu í nýggja, niðara bygninginum. Tann ovara bygningin, tann bláa, sum sagt verður, leigar kommunan út til Landsverkfrøðingin og IRF. Landsverkfrøðingurin leigar tveir triðingar av bygninginum til at goyma salt og grús í. Hetta er slíkt, sum brúkt verður at koyra á vegirnar í hálku. Hin triðingin leigar IRF til at goyma stóru fóður- og saltsekkirnar, sum koma til brennistøðina. Brennivirðið í teimum er so stórt, at støð- in stutt sagt ikki klárar at brenna undan. Eitt tons av hesum sekkum tekur seks ferðir so langa tíð at brenna, sum eitt tons av vanligum húsarhaldsruski. Hesir stóru sekkirnir verða tí skildir frá og buntaðir í Hvalvík, hað- ani teir so verða sendir av landinum til endurnýtslu. Tað arbeiðir ein maður burt- ur av við hesum, sigur heðin Zachariasen. Komandi ár er íløguætl- anin hjá Hvalvíkar Komm- unu eisini sett til 1,2 milli- ón. Har verður, sum sagt, vatnreinsiverkið við, um- framt at víðkan av havnini stendur fyri. Eisini er út- stykking í báðum bygdun- um, Hvalvík og Streymnesi, við á komandi fíggjarætlan hjá Hvalvíkar Kommunu. Men hetta eru mál, sum eitt nýtt bygdarráð fer at av- greiða, sigur bygdarráðsfor- maðurin. Hvalvíkar Kommuna hevur kommunala dagrøkt. Í fjør varð barnatalið í skip- anini hækkað við 50 pro- sentum úr 20 upp til 30 børn. Kommunan kannar í løtuni møguleikan fyri at fáa barnagarð í staðin fyri dagrøktina. Finnast skal millum annað út av, hvat tað kostar í mun til verandi skipan. Avgerð verður tikin í málinum í ár. Í hinum endanum verður arbeitt við ellisheimi. Hval- víkar Kommuna arbeiðir saman við Hósvíkar- Hald- arsvíkar- og Sunda Komm- unum um bygging av ellis- heimi, sigur Heðin Zachariasen, bygdarráðs- formaður í Hvalvík. Komið er væl áleiðis við málinum. Semja er um, at ellisheimið skal liggja í Streymnesi. Í Bygginevndini sita Jógvan Mørkøre, bygdarráðsfor- maður í Hósvík, Heðin Zachariasen, bygdarráðs- formaður í Hvalvík og Kristian Rasmussen frá Almanna- og Heilsumála- stýrinum. Heðin Zachariasen sigur, at tað, ið nú verður bíða eftir, er at fáa at vita, hvssu stórur parturin hjá Lands- stýrinum verður av byggi- kostnaðinum. Tey vita av, at gamla skipanin við 10 og 90 prosentum ikki er til meira. Men tey hava valt at vera varin og ikki gera nakað, fyrr enn alt er komið 100 prosent upp á pláss, sigur hann. Nýggja bygdarráðið, sum valt verður í heyst, fær góðar umstøður at arbeiða undir, sigur Heðin Zacha- riasen. Fíggjarligu umstøð- urnar eru batnaðar heilt munandi hetta seinasta skeiðið. Kommuna hevur goldið næstan sjey milliónir av kommunalari skuld hesi árini. Í dag er skuldin eina hálva álíkning. Heðin Zachariasen sigur, at teir hava samráðingar við peningastovnarnar um fígging av verandi skuld. Hvalvíkar Kommuna ætlar at greiða síni viðurskifti sjálv, sigur hann, og fer ikki upp í nakra felagspulju. Nógv kommunalt virksemi er í Hvalvík í løtuni, m.a. verður økið slættað á havnarlagnum Mynd: Edvard Joensen Vit lata upp tann 24. august kl. 09.00 á Áarvegnum