Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-24, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. februar 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 38 - 24. februar 2005 19 Tríggir mans vórðu handtiknir í Klaksvík mikunáttina STULDUR eydna Skaale Løgreglan í Klaksvík handtók um miðnáttarleitið týskvøldið tríggjar ungar mans. Teir eru ákærdir fyri at hava stolið heilivág frá Klaksvíkar sjúkrahúsið. Ein medisin kista, ið var stongd við heingilási, varð brotin upp og tømd. Í kist- uni vóru fleiri sløg av heilivági, m.a. nerva– og hjartaheilivágur. Vakthav- andi í Klaksvík sigur, at nakað av heilivágnum, sum var í kistuni, kann saman- berast við valium. Vakthav- andi sigur víðari, at løg- reglan beinanvegin fekk ábendingar um, hvørjir tjóvarnir vóru, og tá løg- reglan kannaði menninar, høvdu teir eisini heilivágin uppiá sær. Ein teirra varð eisini ákærdur fyri at hava stolið og brotið ein bil sama kvøldið. Menninir Enn metir løgreglan seg tó ikki hava fingið allar menninar í málinum, og vakthavandi sigur, at teir hava ábendingar um ein mann afturat, sum framveg- is ikki er tikin. Handtiknu menninir eru 17, 18 og 19 ár og teir vóru nakað ávirkaðair av rúsdrekka, tá teir vórðu tiknir. Enn er óvist um teir ætlaðu heilivágin til egna nýtslu, ella um teir møguliga ætlaðu at selja hann víðari. Stuldur av heilivági er ikki tað einasta, sum í seinast- uni er hent í Klaksvíkini. Í fyrranáttina varð nevniliga eisini herverk framt í fleiri førum. Ein vøruvognur, ið stóð parkeraður, stóð brádl- iga í ljósum loga. Vandi var fyri húsunum rundanum, men vakthavandi sigur, at eingin skaði hendi, uttan á sjálvan bilin. Løgreglan kannar nú, um eldurin varð ásettur. Seinni týsnáttina varð eisini ein bilur stolin. Tjóv- arnir hava koyrt sera skjótt runt í býnum, og gjørt skaða á einar tríggjar parkeraðar bilar, umframt at gera sera stóran skaða á stolna bilin. Vakthavandi sigur, at løgerglan fann stolna bilin uppi við Klakk- in, men tá vóru gernings- menninir rýmdir. Somu nátt var onkur eisini umborð á Ternuni, og haðani varð ein VHF'ur stolin. Týsnáttina fekk løgregl- an í Klaksvík eisini fráboð- an um, at fólk høvdu verið inni í einum privathúsum og gjørt herverk um nátt- ina, meðan húsfólki lá á loftinum og svav. Har var óruddað, okkurt var brotið og tvær flottar oljulampur vóru stolnar. Um morgunin fann húsfólkið ketilin í tún- inum, og súkklan hjá ommudóttirni var tveitt upp í eitt træ. Løgreglan metir, at hetta hevur samband við okkurt av hinum herverk- unum, sum vóru framd, og at gerningsmenninir hava verið inni í privathúsunum og krógvað seg fyri løgregl- uni, sum leitaði eftir teim- um um allan býin. Løgreglan í Klaksvík sigur tó, at enn er óvist um tað eru somu menn, ið stóðu aftanfyri alt herverk- ið, sum varð framt týsnátt- ina. Eingin er tikin í málin- um, og løgreglan hevur ógvuliga lítið ítøkiligt at ganga eftir. Vakthavandi sigur, at tað einki prógv er fyri, at tað eru somu ungu menninir, ið brutu inn á sjúkrahúsið í Klaksvík, sum eisini framdu herverk runt um í býnum náttina fyri. Løg- reglan arbeiðir tó víðari við málinum. -Eys Eisini herverk Ein vøruvognur, ið stóð parkeraður, stóð brádliga í ljósum loga, og vandi var fyri húsunum nærhendis Mynd: Norðlýsið Stolu heilivág Umframt stuldur av heilivági, var ein av monnunum eisini ákærdur fyri at hava stolið og brotið ein bil sama kvøldið Mynd: Norðlýsið