Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-24, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. februar 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 38 - 24. februar 2005 Sosialurin var við, tá nývaldi fólkatings- limurin Anfinn Kalls- berg byrjaði sítt polit- iska starv á Christ- iansborg týsdagin MYNDAFRÁSØGN CHRISTIANSBORG Marjun Dalsgaard Mynd: Símun J. Hansen Týsdagin kom fólkatingið saman aftur eftir valið 8. februar, og nývaldi fólka- tingslimurin Anfinn Kalls- berg heilsaði uppá nýggju starvsfelagirnir. – Eg ætli mær ikki at leggja meg út í donsk við- urskifti, og eg ætli mær ikki at draga sjálvstýriskjakið inn á Christiansborg, tí tað hoyrir heima í Føroyum, sigur Anfinn Kallsberg fyrsta dagin til arbeiðis. Hann leggur aftrat, at hann ætlar sær at nýta alla sína orku uppá at ávirka felags- mál og viðurskifti, sum kunnu viðvíkja Føroyar á ein hvønn hátt. Anfinn Kallsberg er ikki partur av Norðuratlants- bólkinum, men hevur eina samstarvsavtalu við Kon- servativa Fólkaflokkin. – Tað er týdningarmikið at hava samband við tey røttu fólkini, um tú skalt hava nakra ávirkan. Hevur tú ikki tað, er tað sum ein oyðimarkargongd. Eg havi fingið eina avtalu í lag, soleiðis at eg kann koma í allar tær nevndir sum við- Fólkatingið farið til verka Anfinn Kallsberg hevur nú funnið sess sín á Christiansborg Anfinn Kallsberg og Høgni Hoydal hava ymiska áskoðan á leiklutin hjá føroyskum fólkatingslimum: - Eg fari ikki at draga føroyska sjálvstýriskjakið inn í fólkatingið, tað hoyrir ikki heima her, sigur Anfinn. Pia Gjellerup, forkvinna í tingbólkinum hjá Javnaðar- flokkinum, heilsar uppá Anfinn Kallsberg og Høgna Hoydal Høgni Hoydal og Lars-Emil Johansen í fólkatingssalinum. Tveir javnaðarmenn og Høgni Hoydal fáa fáa sær eitt prát. Lars-Emil Johansen, Høgni Hoydal og Frank Jensen, ið stillar upp til formannsvalið hjá danska Javnaðarflokkinum. Birthe Rønn Hornbech frá Vinstraflokkinum og Line Barfod frá Einheitslistanum ynskja Høgna Hoydal tillukku.