hósdagur 24. februar 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gera føroysk viðurskifti,
men eg eri har bert tá tær
arbeiða við evnum, ið við-
víkja Føroyar, sigur An-
finn.
Norðuratlantsbólkinum
hevur Fólkaflokkurin ikki
verið áhugaður í.
- Eg havi sagt tað fyrr, at
Norðuratlantsbólkurin
liggur ov langt til vinstru til
mín. Teirra samstarv við
Einheitslistan er ikki nakað
fyri meg, og eg haldi heldur
ikki, at tað arbeiði, sum
Norðuratlantsbólkurin
brúkar sína orku uppá, hev-
ur nakað við fólkatings-
arbeiði at gera. Kanningar
og upplýsing kann eins væl
gerast heima í Føroyum,
sigur Anfinn Kallsberg.
Høgni Hoydal er als ikki
samdur í hesum, men held-
ur tvørturímóti, at Norður-
atlantsbólkurin eigur at
samstarva við føroysku
mynduleikarnar til dømis
um at kannað viðurskiftini
hjá føroyingum í Danmark
ella, sum ætlanin er í næst-
um, at gera eina kanning av
peningarenslinum millum
londini í ríkisfelagsskapin-
um. Samstarvið við Ein-
heitslistan er tekniskt og
ikki ábending um, at Norð-
uratlantsbólkurin liggur so
langt til vinstru, sigur hann.
Hóast føroysku umboðini
ikki eru samd um leiklutin
á Christiansborg, er ikki
óhugsandi, at teir kunnu
samstarva.
- Eftir valstríðnum at
døma hava vit fleiri felags
mál, millum annað at
syrgja fyri, at føroyingar
ikki avmarka seg við eini
heimildarlóggávu.
Vit
kunnu sjálvandi samstarva,
men vit hava ikki tosað um
tað enn, sigur Høgni Hoy-
dal.
Teir siga seg somuleiðis
báðir leggja serligan dent á
at varpa ljós á ríkisrættar-
ligu støðu Føroya, nú Dan-
mark fer at viðgera nýggja
ES-sáttmálan.
Nr. 38 - 24. februar 2005
21
- Vit kunnu gott samstarva, men vit hava ikki tosað um tað enn, sigur Høgni Hoydal. Hann
heldur, at teir hava nógv felags mál.
Formaðurin í
fólkatinginum
Christian
Mejdahl, ið er
føddur á
Tvøroyri, ynskir
Anfinni tillukku
við valinum.