Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-24, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. februar 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 38 - 24. februar 2005 Tung innkrevjing Líkt er til, at tað gongur verri og verri hjá fyritøk- um at fáa fólk at gjalda rokningar. Tá ið ein rokn- ing ikki verður goldin, og áminningar ikki hjálpa, verða krøvini ofta latin sivilrættinum í Føroya rætti. Higartil í ár hevur sivil- rætturin fingið umleið 450 nýggj mál. Um somu tíð í fjør hevði rætturin fingið 260 nýggj mál. Talið av sivilmálum var eisini hægri í fjør enn árið fyri, skrivar heimasíðan hjá dimmu. Tað kann henda, at mun- urin á málum fyri árið í fjør og í ár minkar út á árið, tí tað veldst um, nær fyritøkurnar, sum stríðast við tær flestu ógoldnu rokningarnar, missa tolið og fara í rættin. Í fleiri førum snúgva ógoldnu rokningarnar seg um telefon, SEV, olju ella keyptar lutir, sum eru skrivaðir í handlum -eys Uhrenhold selur Frank Uhrenholt, sum um kreppuárini var ein sentr- alur persónur í Føroyum, seldi herfyri partabrøv síni í Coldwater Seafood í Grimsby. Sambært rokn- skapinum fyri fyritøkuna hjá Uhrenholt, Faurskov, so kastaði sølan av parta- brøvunum einar 25-27 mió kr. av sær. Hetta eru 24 mió kr. meira, enn partabrøvini vórðu virðis- sett til í roknskapinum. -jm Eitt sindur um skatt Grannskoðarafyritøkna, Spekt, hevur aftur í ár sent viðskiftafólkum sín- um faldaran, Eitt sindur um skatt. Í faldaranum finnast ymsir upplýs- ingar, sum kunnu vera hentir, tá skattaviðurskifti fyri 2005 verða viðgjørd. Talan er tó ikki um nak- að fullfíggjað yvirlit yvir føroyska skattalóggávu, men nógv av teimum mest vanligu skattaspurn- ingunum verða nevndir í bóklinginum. -jm Íslendski rithøvund- urin Sjón fekk norðurlendsku bók- mentavirðislønina 2005 fyri skaldsøguna Skugga-Baldur BÓKMENTAVIÐISLØN Íslendski rithøvundurin Sjón (Sigurjón Birgir Sig- urðsson) fekk norður- lendsku bókmentavirðis- lønina í ár, sigur Norður- landaráðið í tíðindaskrivi. Metingarnevndin sigur í grundgeving síni, at Skugga-Baldur er ein passalig blanding av skald- skapi og prosa við evnum úr íslendskum sagnum og romantiskum frásøgu- kynstri, har eisini nútíðar etisk mál verða tikin upp. Sjón er føddur í 1962, og Skugga-Baldur er hansara fimta skaldsøga. Umframt hevur hann millum annað givið út yrkingarsøvn, barnabøkur og stuttsøgur. Norðurlendska bók- mentavirðislønin, sum er 350.000,- danskar krónur, verður latin Sigurjóni Birgiri Sigurðsson (Sjón) á Norðurlandaráðsfundi í Reykjavík tann 26. oktober. Virðirlønin er latin síðan 1962 og er sostatt javn- gomul við ársins vinnara. ej Íslendingur fekk bókmentavirðislønina Vóna og vænta at Guðrun vinnur Mamma og Pápi Guðruna Sólju Jacob- sen vóna at hon vinnur finaluna í Stjørna eitt Kvøld. Og tey tora eisini at vænta tað, men vinn- ur hon ikki, so er hon stjørna alíkavæl, stað- festa stoltu foreldrini STJØRNA Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Heima á Tvøroyri aftur eru Ási og Gitte Jacobsen, eftir at tey hava verið í Danmark og fylgt spennandi hálvfin- aluni, har dóttur teirra Guðrun Sólja megnaði at koma víðari í finaluna, sum verður nú fríggjakvøldið. Tey eru heima aftur, so Guðrun fær frið at venja til stóru finaluna. Sjálvsagt kundu tey hugsað sær at verið niðri, men sum tey taka til: vit eru hjá henni alíkavæl. Flott Ási og Gitte Jacobsen eru bæði samd um, at dóttir teirra hevur klárað seg væl í kappingini Stjørna eitt kvøld. Flott avrik, sum tey eru stolt og fegin um. Tó vóna og vænta tey, at hon vinnur finaluna fríggjakvøldið. – Tað hevði verið stutt- ligt, tí nú hevur hon vunnið alt allan vegin ígjøgnum, sigur Gitte. – Men vinnur hon ikki, so má tað bara vera so, og so er hon stjørna alíkavæl, staðfesta tey bæði við ein munn og leggja afturat, at tað er flott, at hon er komin so langt. Hørð finala Tey eru greið yvir, at final- an verður hørð. Bert tey bestu eru eftir. Sjálvandi vildu tey helst verið hjá henni í Herning, tá finalan verður, men sum tey siga, so eru tey hjá henni alla tíðina alíkavæl. – Beiggi Guðruna, Eyð- un, fer niður, og tað fegnast Guðrun um, tí hann er henni góður stuðul. Tey hava altíð stuðlað hvør øðrum væl, siga Gitte og Ási. Eyðun hevur verið til allar kappingarnar, uttan síðstu hálvfinaluna, men nú verður hann aftur hjá- staddur. Á stórskíggja Foreldrini siga frá Guðrun, at hon er spent, men at hon hevur bæði beinini á jørð- ini. Hon er rólig av náttúr. Men nervarnir koma innan hon skal á pall. Og eitt sindur av nervum eigur ein at hava, tá ein fer á pall, sigur Gitte. Tey fegnast um, at At- lantic Airways hevur verið lagaligt mótvegis teimum til mongu ferðirnar niður, men hesaferð sita tey heima, men fara tó at stór- hugna sær. – Í Tvøroyrar Klubba verður finalan víst á stór- skíggja bæði í biografinum og í klubbanum, so har fara vit at fylgja við. Har er eis- ini hugnaligt, og tá Guðrun vann seinast, var sera nógv fólk savnað har, siga Ási og Gitte. Guðrun er aktuell á fløgu og í sjónvarpskappingini og hetta merkir hon og eisini foreldrini heima. – Fólk eru alla tíðina for- vitin at frætta og eru annars vinarlig og stuðla, siga for- eldrini bæði, meðan tey hvíla eftir ferðina niðri og samstundis fyrireika seg til spennandi finaluna í ann- aðkvøld. Hóast sangurin Run to You ikki er lættur at syngja, so skilja tey valið, tí hann krevur sítt og Guðrun fær víst sínar dygdir. Og eim- um dámar væl nýggju fløg- una hjá dóttrini og tey fegn- ast um, at Guðrun hevur gott tónlistarligt bakland í Danmark í managaranum John Christoffersen, sum er góður við Guðruna. Men fríggjakvøldið eru foreldrini hjá dóttrini, um enn tey fylgja finaluni á stórskíggja á Tvøroyri.