Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-24, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. februar 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 38 • hósdagur • 24. februar 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Fyrireika seg til Challenge Cup í heyst Um vikuskiftið var føroyska manslands- liðið í hondbólti savnað til venjingar. Henrik Gerster, landsliðsvenjari, er sera væl nøgdur við venjingarnar MANSLANDSLIÐIÐ Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Umframt A-landsliðið vara eisini unglingalandsliðið savnað til venjingar. Av teimum ungu vóru 22 mans til venjingar, meðan 16 mans vóru savnaðir til venjingina hjá A-lands- liðnum. Menn eru væl fyri Henrik Gerster sigur, at venjingarnar gingu sera væl, og at spælararnir vóru sera hugagóðir at arbeiða við. – Teir spælarar, ið vóru við til venjingarnar, tóktust allir veruliga at hava áhuga í at spæla á landsliðnum. Hugurin at venja var góður, og allir góvu seg fult út, sigur Henrik Gerster. Umframt vanligu venj- ingina var eisini serlig mál- mansvenjing á skránni. Tí venjingini tók Neista-mál- verjin Jota sær av. Hann er knýttur at øllum teimum føroysku landsliðunum sum málmansvenjari, og tað gleðist Henrik Gerster um. Landsliðshópurin vandi fríggjakvøldið, leygardagin og sunnudagin, og Henrik Gerster dylur ikki fyri, at tað serliga eru ungir spæl- arar, ið hann hevur úttikið til landsliðið. – Eg haldi, at tað eru ómetaliga nógvir góðir og evnaríkir ungir hondbólts- spælarar í Føroyum, og eftir mínum tykki sær fram- tíðin hjá føroyskum hond- bólti ljós út, sigur lands- liðsvenjarin. – Eg ivist ikki í, at um menningin innan føroyskan hondbólt heldur fram, og at teir mongu evnaríku ungu spælararnir venja miðvíst, so er føroyskur hondbóltur komin á líka høgt støði samanborið við onnur lond, sum fótbólturin í Føroyum er, sigur Henrik Gerster. Spurdur, um tað er nakar serligur av teimum ungu spælarunum, ið skaraði framúr undir venjingunum um vikuskiftið, sigur Henr- ik Gerster: – Eg kann ikki lata verða við at nevna Rók Akralíð úr Kyndli. Hóast hann einans er 17 ára gamal, so er hann við í A-landsliðshópinum, og eg má viðganga, at hann hugtekur meg hvørjaferð, ið eg síggi hann í dysti. Hann er deiliga óimponer- aður, og harafturat spælir hann sum ein rutineraður spælari, hóast hann er so ungur, sigur Henrik Gerster. Teir spælararnir, sum vóru við til venjingarnar um vikuskiftið, spæla allir í heimligu kappingini, men umframt teir eru eisini teir báðir Marius Joensen og Heini Hanusarson, sum báðir spæla í Danmark, inni í myndini til føroyska lands- liðið, sigur Henrik Gerster. Spæla venjingardystir í mai Hondbóltskappingin endar 19 mars, men hetta merkir ikki, at teir spælarar, ið eru knýttir at føroyska hond- bóltslandsliðnum, sleppa at taka sær av løttum í vár. Landsliðsvenjarin hevur nevnliga lagt tað soleiðis til rættis, at hópurin savnast til venjingar í nakrar dagar um páskirnar síðst í mars mánað. Í apríl mánað verður so aftur eitt vikuskifti, har landsliðið verður savnað til venjingar, og tá skulu spælararnir so eisini testast reint fysiskt, hvussu teir eru fyri, hvat viðvíkur eitt nú konditión og styrki, greiðir Henrik Gerster frá. Sum rosinan í pylsuend- anum undan summarfrí- tíðini er ein venjingarlega á skránni fyrst í mai mánað. Venjingarlegan verður í Føroyum, og eftir ætlan verða tveir venjingardystir á skránni. – Tað verða ivaleyst tveir venjingardystir leiktir í sambandi við venjingarleg- una, men enn er tó ikki greitt, hvat mótstøðuliðið verður. Tað verður tó allar- helst antin Grønland ella Belgia, sigur Henrik Gerster. Teir spælarar, sum ætla sær at verða við á lands- liðnum, fáa tó eisini at vita, at um teir veruliga eru sinn- aðir at taka lut á landsliðn- um, so er neyðugt hjá teim- um, at teir ikki liggja heilt stillir, tá ið landskappingin er liðug, tí tað ræður um at halda seg í gongd allatíð- ina, sigur landsliðsvenjarin. Írland og Ongland verða millum mótstøðuliðini Endaliga málið við øllum hesum venjingunum hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti er Challenge Cup Trophy kappingin, sum verður einaferð í okto- bur mánað. Sum kunnugt luttóku føroyska kvinnu- landsliðið í slíkari kapping í fjør vár við góðum úrsliti, og mett verður, at slíkar kappingar eru á einum hóskandi støði fyri før- oysku landsliðini. – Vit vita enn ikki ná- greiniligt, hvussu verður við tí kappingini, men eg havi frætt frá formanninum í HSF, Eivind Jacobsen, at kappingin allarhelst verður antin í Írlandi ella á Malta, sigur Henrik Gerster. Føroyski landsliðsvenjar- in veit heldur ikki enn, akk- urát hvørji mótstøðuliðini verða, men hann sigur seg hava frætt, at í hvussu so er Ongland, Írland og Malta fara at taka lut í kappingini. – Tað er frí tilmelding til kappingina, so enn ber ikki til at siga, hvørji lið fara at taka lut. Eg havi tó eisini fingið at vita, at roynt verð- ur at sleppa undan at lond úr Eystur-Evropa taka lut í kappingini, sigur Henrik Gerster, sum heldur talan verða um eina spennandi kappingin, ið er hóskandi fyri føroyskan hondbólt. Fyrsti ósigurin hjá Andrew í ár Týskvøldið leikti Andrew av Fløtum og Fremad Amager venjingardyst móti HIK, og HIK vann dystin 2-0 ÚTISETAR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað hevur gingið sera væl hjá Fremad Amager og Andrew av Fløtum í venjingardystunum higartil í ár, men týs- kvøldið noyddist Frem- ad Amager fyri fyrstu ferð í ár at lúta í einum venjingardysti. Mót- støðuliðið var HIK, sum eins og Fremad Amager spælir í næstfremstu donsku deildini, og HIK vann dystin 2-0. Andrew fekk fulla tíð Føroyski landsliðsfram- herjin var við í álopin- um hjá Fremad Amager frá fyrsta bríksli, og hann var á vøllinum allar 90 minuttirnar. HIK avgjørdi dystin beint fyri hálvleik og beint eftir steðgin. Teir løgdu seg á odda tríggj- ar minuttir fyri hálvleik, og síðani øktu teir til 2- 0 tríggjar minuttir eftir steðgin. Næsti venjingardyst- urin hjá Fremad Amager verður leygardagin, tá ið teir skulu spæla móti AB, sum eisini spælir í næstfremstu deildini. Føroyski landsliðsvenjarin, Henrik Gerster, er stak væl nøgdur við venjingarnar, sum vóru um vikuskiftið. Hann heldur, at framtíðin hjá føroyskum hondbólti er bjørt, tí tað eru so nógvir ungir og evnaríkir spælarar. Savnsmyndmynd Føroyski landsliðsvenjarin, Henrik Gerster, heldur, at Rókur Akralíð úr Kyndli er kanska størsta talentið í føroyskum hondbólti í løtuni. Mynd: Álvur Haraldsen