hósdagur 24. februar 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 38 - 24. februar 2005
Harðar venjingar á La Manga
Føroyska fótbólts-
landsliðið er í hesum
døgum á La Manga í
Spania á venjingar-
legu, og landsliðs-
venjarin, Henrik Lar-
sen, sigur, at menn
eru heilt væl fyri í ár
FÓTBÓLTSLANDSLIÐIÐ
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Sum siðvenja er, er før-
oyska fótbóltslandsliðið á
venjingarlegu í Spania í
februar mánað. Hópurin fór
til Spania sunnudagin, og
komandi sunnudag gongur
leiðin so heim aftur til Før-
oyar. 20 mans eru við á
ferðini, og nógvir av teim-
um eru við í landsliðshóp-
inum fyri fyrstu ferð.
Eingir skaðar
Landsliðið vandi longu
sama dag, sum komið var
til La Manga, vandi før-
oyski
landsliðshópurin
fyrstu ferð, og síðani hevur
verið vant tvær ferðir dag-
liga. Tá ið vit fingu fatur á
Henrik Larsen umvegis far-
telefon úr Spania á miðdegi
mikudagin, høvdu teir júst
verið til eina venjing, og
sum eitt eindømi høvdu
spælararnir frí aftan á
døgurða mikudagin.
Í dag eru so aftur tvær
venjingar á skránni, og
fríggjadagin
er
einasti
venjingardysturin á ferðini á
skránni.
Mótstøðuliðið
fríggjadagin verður norska
tippeligaliðið,
HamKam,
sum hevur navnframa fyrr-
verandi norska landsliðs-
leikaran, Ståle Solbakken,
sum venjara. HamKam er
við til at mynda toppin í
norskum fótbólti, og Henrik
Larsen sigur seg vænta ein
harðan dyst hjá ungu føro-
ysku landsliðsmanningini.
Tá ið landsliðið hevur
verið á venjingarlegu so
tíðliga á árinum, hevur tað
ofta verið ein trupulleiki, at
fleiri av spælarunum hava
fingið onkrar skaðar orsaka
av hørðu venjingarskránni,
men soleiðis hevur ikki
verið í ár.
– Eg má siga, at tað hevur
verið sera hugaligt í ár. Tað
er ikki ein spælari, sum
hevur lopið eina venjing
um, tí at hann ikki hevur
verið førur fyri at vant, og
tað er ógvuliga gleðiligt,
sigur Henrik Larsen.
Allir standa seg væl
Í sambandi við venjingar-
leguna í ár valdi føroyski
landsliðsvenjarin at úttaka
nógvar ungar og í lands-
liðshøpi óroyndar spælarar,
so at hann fær møguleika
fyri at síggja, um teir eru
førir fyri at fylgja við, tá ið
vant verður fleiri ferðir um
dagin fleiri dagar á rað.
– Allir hava staðið seg
sera væl, og tað er eingin,
sum ikki hevur megnað at
fylgt við. Sjálvt um vit hava
vant hart, so hava allir liva
upp til tað, ið vit kunnu
vænta av teimum, og eg eri
rættuliga spentur upp á,
hvussu teir fara at standa
seg í venjingardystinum
fríggjadagin, sigur Henrik
Larsen.
Dysturin
móti
HamKam verður fríggja-
dagin klokkan ellivu fyrra-
partin føroyska tíð.
Sum nakað nýtt er ein
málmansvenjari
við
á
venjingarleguni hesaferð.
Talan er um Jens Martin
Knudsen, sum á ferðini
virkar sum málmansvenjari
og ikki sum leikari. Mál-
verjar á ferðini eru teir báð-
ir Bárður Johannesen úr HB
og Tórður Thomsen úr NSÍ.
Henrik Larsen sigur seg
fegnast um, at ein mál-
mansvenjari er við á ferðini,
tí tað er ofta ein mangulvøra
á landsliðnum at málverj-
arnir fáa serliga málmans-
venjing. Hann sigur eisini,
at tað er gleðiligt, at okkurt
av føroysku feløgunum nú
eisini hava sett sín egna
málmansvenjara.
Vikuskiftið 26. og 27.
februar verða stór-
kappingarnar í rútm-
iskum fimleiki í
ítróttarhøllini á Nabb
í Tórshavn. Kapping-
in hetta árið verður
ørðvísi enn undan-
farnu árini, og fyri
vinnararnar liggja
aðrar stórar altjóða
avbjóðingar fyri
framman.
Eina ferð um árið er stór.-
kappingin í rútmiskum
fimleiki. Tá hava fimleikar-
ar møguleika at vísa øll síni
kynstur sum teir hava vant
allan veturin. Øll hesi
seinastu árini hevur stórur
dentur verði lagdur á at
fimleikararnir nøkta somu
krøv sum í Danmark. Í ár er
eitt sindur ørðvísi, tí nú
skulu gentur og kvinnur
eisini uppfylla altjóða krøv.
Í ár verða tað fýra feløg
sum kappast um FM heit-
ini. Tey eru Flog við 2
liðum, Havnar Fimleikafel-
ag við 6 liðum, Ljósið við 4
liðum og Støkk við 4 lið-
um. Kappast verður í fýra
bólkum: pinkur, smágentur,
gentur og kvinnur. Leygar-
dagin 26. februar kappast
smágentur og kvinnur, og
sunnudagin 27. februar
kappast pinkur og gentur.
Báðar dagarnar byrja kapp-
ingarnar kl. 15.00.
Kappingin leygardagin
byrjar við smágentum við
tveimum serium, einari
fríari og einari amboðsseriu
við gjarðum. Síðani koma
kvinnurnar við fríari seriu
og amboðsseriu við hoppi-
bondum.
Sunnudagin
leggja pinkurnar fyri, tær
hava bert fría seriu. Síðani
koma genturnar, sum fara
at kappast í fríari seriu og
amboðsseriu við vimplum.
Trý tey bestu liðini í
stórkappingini fáa heiðurs-
merki fyri hvørja seriu sær,
umframt ognarsteyp fyri
samanlagda úrslitið.
Fyri at gera kappingina
enn meira áskoðaravinar-
liga hevur Fimleikasam-
bandið á hvørjum árið
roynt at betra um umstøð-
urnar. Í fjørð vórðu sett upp
projektørljós, har fokus var
sett á fimleikararnar. Í ár
verður roynt at hava somu
karmar sum kappingarnar
uttanlanda. Eisini verður
við einum nýggjum gólvi
roynt at betra um hjá áskoð-
arunum at fylgja við í
kappingini.
Síðuvinningur - altjóða
kapping, DM og HM
Tað verður ikki einans
kappast um FM-heitið.
Vinnararnir hjá smágentum
hava møguleika at fara
víðari til kapping í Dan-
mark, og hjá gentum og
kvinnum verður møguleiki
at fara til altjóða kappingar.
Eins og undanfarnu tvey
árini hava Føroyameistarar-
nir hjá gentum møguleika
at fara til Danmarkar at
luttaka í DM í rútmiskum
fimleiki. Hetta verður í
apríl.
Sum naka nýtt verður
møguleiki hjá gentum og
kvinnum at fara til altjóða
kappingar í estetiskum fim-
leiki. Undanfarnu árini
hava føroysku fimleikarar-
nir fingið sera góð úrslit til
kappingarnar í Danmark.
Fimleikasambandið hevur
tí mett, at føroysku fimleik-
ararnir hava brúk fyri størri
avbjóðingum. Tí hevur
sambandið tikið stig til at
senda fimleikarar til altjóða
kappingar heldur enn bert
til DM.
Hjá gentum verður møgu-
leiki á fyrsta sinni royna
seg í einari altjóða kapping,
sum verður í Tallin í Est-
onia 19. - 20. mars, har tær
koma at kappast móti Fin-
landi, Canada, og Ruslandi.
Vinnararnir hjá kvinnunum
fáa eisini høvi at royna seg
á hægri støði, við luttøka í
HM í estetiskum fimleiki,
sum verður í Greve i mai.
Fyri at lúka tey krøv sum
verða sett teimum til al-
tjóða kappingarnar í estet-
iskum fimleiki, mugu bæði
gentur og kvinnur laga ta
fríu seriuna eftir altjóða
krøvunum. Sum fyrireiking
til hetta hevur Fimleika-
sambandið fasta avtalu við
skeiðleiðara úr Finlandi,
sum hevur verið í Føroyum
og vant við føroyskum fim-
leikarum og leiðarum. Eis-
ini hava tíggir av føroyskir
dómarar verið á altjóða
dómaraskeiði í Prag fyrr í
ár, so at dømingin eisini
lúkar altjóða krøvini.
Í sambandi við kapping-
ina verður høvi at tippa
hvussu ymisku liðini koma
at liggja í kappingini. Hetta
hevur ikki verið roynt áður
og vónar Fimleikasam-
bandið, at hetta fer at eydn-
ast væl. Eisini verður skip-
að fyri øðrum tiltøkum sum
hava til endamáls at stuðla
teimum liðum sum skulu
luttakað uttanlanda.
FM í rútmiskum fimleiki á Hálsi
Tað er ein ógvuliga ungur
hópur, sum er á venjinglegu í
Spania í løtuni.
Mynd: www.football.fo
Leikararnir strekkja út eftir venjing í La Manga
Mynd: www.football.fo