hósdagur 24. februar 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tað er ikki ofta, at ein
undan eini veitslu
ikki loyvir fólki at
roykja, drekka kaffi,
eta pínutablettum og
smyrja seg við
luktilsi. Og skal ein til
fulnar merkja fast-
leikan í kjøti, er
neyvan heppið at
hava forlornu
tennirnar við til
smakkitiltakið á
Hotel Føroyum í
annaðkvøld
FM Í KJØTI
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Fyrireikararnir av einum
serstøkum føroyskum til-
taki á Hotel Føroyum hava
kortini verið noyddir til tað.
Til hetta tiltakið er nevni-
liga
neyðugt
at
allir
smakkisansirnir virka opti-
malt, áðrenn teir fara í holt
við at eta og smakka før-
oyskt kjøt.
Hotellið hevur sett sær
fyri at vísa á, hvussu gott
tað føroyska kjøtið smakk-
ar, hvussu ræsingin er, og
somuleiðishvussu ymiskt
tað kann smakkað, alt eftir
hvagani í landinum tað
kemur.
Eitt
slíkt
høvi
við
smakkiroyndum av turrum
kjøti var ikki nakað, sum
Hotel Føroyar skuldi lýsa
leingi við, hóast kostnaður-
in lá nakað omanfyri 500
kr. Eftir stuttari tíð vóru øll
atgongumerkini rivin burt-
ur, og tí er útselt til tiltakið
sum verður fríggjakvøldið.
– Fleiri fólk hava ringt til
mín hesar seinastu dagar-
nar, og eisini í morgun fyri
at sleppa til tilakið. Men
har er einki pláss eftir. Øll
atgongumerkini eru farin,
sigur Jóhannes Jensen,
stjóri á Hotel Føroyum við
Sosialin.
Til hesa veitsluna verður
bæði álvari og gaman á
skránni til smakkiroyndir-
nar og tað stóra kalda
seyðaborðið. Og tí er alt
sum bendir á, at allir luttak-
ararnir fáa eitt gott kvøld
saman.
Ymisk støð
– ymiskt kjøt
Hetta serføroyska kjøttil-
takið er eitt gott høvið hjá
føroyskum bøndrum at vísa
fram, hvat kann gerast burt-
ur úr kjøti. Møguleiki er
somuleiðis at vísa á rættir,
sum eru serstakir fyri eitt
einstakt pláss.
Við til kappingina eru
sjey bóndur, sum koma úr
sera
ymiskum
støðum
kring alt Føroyar.
Til tað kalda borðið fer
m.a. Karl Heri Joensen úr
Klaksvík at vísa fram
skinsakjøtpylsu,
roykta
kjøtpylsu og ræstkjøtssyltu,
og Eddie Lauritsen úr
Mykinesi fer at vísa fram
kjøtpylsu, rullupylsu og
slambur. Róin Schrøder úr
Hvalba fer at vísa fram
livurdeiggj, sperðil, kjøt-
pylsu og rullupylsu.
Hinir luttakarnir bønd-
urnir eru Olaf í Garði av
Eiði, Júst Rubeksen úr
Havn, Páll Dalsgarð úr
Skálavík og Lars Gunnar
Dahl-Olsen úr Saksun. Teir
fara helst eisini at borðreiða
við onkrum serstakum úr
teirra bygd.
Umframt smakkiroyndir
verður eisini undirhald við
borðhaldið.
Borðstjóri
verður Rasmus Magnussen,
meðan Finnur Hansen fer at
spæla klaver. Undir borð-
haldinum fer Jóan Pauli
Joensen at greiða frá um
føroyska matmentan, og at
enda verður so úrslitið av
smakkiroyndunum
lagt
fram.
Ræst og turt
Smakkiroyndirnar
verða
býttar upp í tvey: Borð-
haldið byrjar við smakking,
har allir gestirnir fáa ein
borðisk við sjey stykkjum
av turrum kjøti.
Eftir at hava smakkað
hetta skulu allir gestirnir
útfylla ein lepa, har tey
skriva trý tey bestu stykk-
ini. Síðani verður talt sam-
an, og trý tey bestu tjógvini
verða útnevnd seinni um
kvøldið.
Frammanundan hesum
serstaka kvøldinum hevur
ein bólkur av serfrøðingum,
saman við teimum sjey
bóndrunum
gjørt
eitt
smakkiskema, eins og teir
hava smakkað kjøtið.
Í hesum serfrøðingabólk-
inum sita hesir: Jóan Pauli
Joensen, professari; Pál
Weihe, granskari; Helgi í
Brekkunum, seyðamaður;
Jákup Ziskason, lærari á
Kokkaskúlanum;
Jørgen
Jørgensen, slaktari í Mikla-
garði; Sonni Frederiksen,
sølumaður hjá Poul Hansen
og Gunndur Fossdal, høv-
uðskokkur á Hotel Føroy-
um.
Hesir fara fyrrapartin og
seinnapartin at smakka tað
turra og tað ræsta kjøtið,
har teir serliga fara at
hyggja eftir og definera
ræstleika, fastleika, lit, lukt
og annað.
Annars verður tað Laila
S. Jacobsen frá Heilsu-
frøðiligu
Starvsstovuni,
sum fer at standa fyri
smakkiroyndunum, soleiðis
at tær lúka neyðugu krøvini
til eina slíka kapping.
Um kvøldið verða tað so
gestirnir sum fáa høvið at
siga sína hugsan um før-
oyska kjøtið.
Føroyskt
kjøt og
forlornar
tenn hóska
ikki saman
Føroyskt kjøt er gott – og
ymiskt. Høvuðstænarin á
Hotel Føroyum, Virgar
Enghamar vísir fram trý av
kjógvunum, sum skulu til
metingar fríggjakvøldið
Mynd: Jens Kristian Vang