fríggjadagur 25. februar 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 39 - 25. februar 2005
Stóra finalan í
kappingini Stjørna
eitt kvøld verður í
kvøld. Hósdagurin og
fríggjadagurin fara
við fyrireikingum.
Guðrun Sólja Jacob-
sen hevði mikukvøld-
ið ein feril av forkøl-
ilsi, men fleiri aðrir
luttakarar eru, ella
hava verið, sjúkir
STJØRNA EITT KVØLD
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Tað var ikki tað heilt stóra
av tíðindum viðvíkjandi
sangkappingini, ið Guðrun
Sólja Jacobsen visti at siga
mikukvøldið.
Hon hevur alla vikuna
roynt at fyrireikað seg og
hevur vant. Sangurin verð-
ur hin sami, Run to You, tí
hon fær ikki loyvi at syngja
t.d. Imagine, sum hon nú
hevur givið út á fløgu.
Krím
Mikukvøldið hevði Guðrun
tó sum heild fingið at vita,
hvussu
hósdagurin
og
fríggjadagurin komu at
ganga. Hon hevði fingið
eina ætlan, sum tó ikki fór í
smálutir.
Allir
luttakararnir
í
Stjørna eitt kvøld kapping-
ini skuldu hittast í Herning
hósdag, har dagurin fór við
venjing
og
royndum.
Fríggjadagurin
fór
frá
morgunstundini við venj-
ingum og royndum og slík-
um. Men á skránni tá er
eisini ein endalig roynd -
generalroynd, har fólk eru
komin fyri at lurta.
– Meira fái eg ikki sagt, tí
eg veit ikki meira fyrr enn
eg komi til Herning, segði
Guðrun mikukvøldið.
Feril av krími
Guðrun
hevur
sama
stylistin, sniðgevan, sum
seinast, men tá vit prátaðu
við Guðruna mikukvøldið,
visiti hon ikki so nógv at
siga hesum viðvíkjandi.
Hinvegin hoyrdist, at hon
var eitt sindur hás.
– Ja, eg havi verið eitt
sindur forkøla. Og fleiri av
luttakarunum eru, ella hava
verið, sjúk, sigur Guðrun,
sum roynir at ansa eftir sær
og røddini.
Viðvíkjandi fjálturi ella
nervum sigur Guðrun, at
nervar fær hon ikki, fyrr
enn hon skal á pallin, so har
er ongin vandi fyri at hon
kennir strongd innan kapp-
ingina av tí orsøk.
Ein blíð og fryntlig Guðr-
un mikukvøldið. Ein luttak-
ari, sum hevur bæði beinini
á jørðini.
Hon fegnast um, at hóast
mamman og pápin fylgja
finaluni heima í Føroyum,
so kemur beiggin, Eyðun,
niður at vera hjástaddur til
finaluna, og við honum
verða eisini onnur í familj-
uni.
– Tað er gott at hava
onkran har, sigur Guðrun,
sum ikki torir at nýta tey
stóru orðini, tá prátið kem-
ur inn á vónirnar fyri at
vinna stóru finaluna, men
áður hevur hon sagt, at hon
vónar sjálvsagt at vinna, og
óivað eru mong her á landi
samd við henni í hesi vón-
ini. Livst, so spyrst.
Guðrun fyrireikar seg