Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-25, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. februar 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 39 - 25. februar 2005 5 Við Gjógv er tað mestsum vanligt, at fólk fylla 100 ár. Kommunan ger eitt sindur burtur úr við slík høvi 100 ÁRA FØÐINGARDAGUR Edvard Joensen Sunnudagin fyllir Karl Jacob Sigvardsen frá Gjógv 100 ár. Hann er fjórða fólkið við Gjógv, sum rund- ar øldina seinastu 30 árini. Í samband við hundrað ára dagin verður eitt sindur gjørt burtur úr við Gjógv, sigur Sofus Johannesen, fyrrverandi borgarstjóri í Gjáar Kommunu og núver- andi bygdarráðslimur í Sunda Kommunu, sum Gjógv nú er uppií. – Vit gera, sum vit plaga, sigur hann. Hvør skal siga: Nú hava vit venjingina. Dagurin byrjar við guðs- tænastu í Gjáar kirkju á middegi, har Emil Olsen, sóknarprestur fer at prædika. Klokkan 13.30 bjóðar kommunan døgurða fyri øllum, sum hava hug at heilsa upp á Karl Jacob. Døgurðin verður í Gjáar Samkomuhúsi. Eftir døgurðan verður farið niðan á Gjáargarð at drekka kaffi, og har verður Karl Jacob eisini staddur og tekur í móti fólki, sum kemur at heilsa honum á hesum stóra degnum. Almenna hátíðarhaldið endar klokkan 17.00, sigur Sofus Johannesen, bygdar- ráðslimur. Veðurmenninir lova rími- lig líkindi, og einki skuldi verið til hindurs fyri at koyrt til Gjáar hendan dag- in. Og bygdin fer flagg- skrýdd at taka væl í móti øllum gestunum, sum kama framvið, sigur Sofus Johannesen, bygdarráðs- limur. Miðvágs Kommuna hevur eina nýggja útstykking klára, og arbeitt fram í móti at gera nýggjan bátahyl saman við Sandavágs Kommunu KOMMUNUTÍÐINDI Edvard Joensen Miðvági: Nýggja útstykking við 15 grundstykkjum og ein báta- hyl, sum kann rúma teim- um størru útróðrarbátun- um, eru tvey av høvuðsmál- unum, sum Miðvágs Kom- muna arbeiðir við í løtuni. Fyrireikingarnar til at gera umstøðurnar hjá teim- um, sum hava bát í Miðvági betri, eru farnar í gongd. Ætlaða útbyggingin verður eitt samstarv millum Mið- vágs- og Sandavágs komm- unur, sigur Napolion Magnussen, borgarstjóri í Miðvágs kommunu. Bátahylurin í Miðvági er vorðin ov trongur, sigur borgarstjórin. Bátarnir eru ikki bara fleiri í tali, men teir gerast eisini alt størri og størri og krevja tískil eisini betri pláss í hylinum. Sum er, er ikki pláss fyri øllum bátunum, sum rógva út úr Miðvági. Umframt miðvágsbátarn- ar, sum eru í hylinum, eru eisini nakrir bátar, sum sandavágsmenn eiga, ið hava fasta støð í Miðvági. Sandavágur er ikki kyrru- pláss, og eingir møguleikar eru har at hava bát alt árið, um ein ætlar at rógva nakað út av týdningi. Hetta samstarvið skuldi verið sjálvsagt, heldur borgarstjórin í Miðvági, tí framman undan hava kommunurnar samstarv um havnarlagið hinumegin vágna. Bygdarráðið í Miðavági hevur givið teknisku nevnd heimild at taka upp sam- ráðingar við teknisku nevnd Sandavágs komm- unu um samstarv um báta- hylin. Tilboðið kemur fyri á bygdarráðsfundi í Sanda- vági mánakvøldið. Málið er á byrjanarstøði enn, og eingin avgerð av nøkrum slagi er tikin, sigur brogarstjórin í Mivági. Men sjálvandi er kannað, hvønn veg farast skal við einum komandi hyli. Møguleikar eru at fara báðar vegi. Men líkt er tó til at mest fæst burturúr, um farið verður frá verandi hyli og úteftir. Innan fyri eru neyst, og tað kann gera, at hylurin verður minni, um farast skal tann vegin. Eingin endalig kostnað- armeting er heldur gjørd enn. Men fyri einum tveim- um árum síðan varð ein kanning gjørd, sum vísti, at bara at leggja eitt nýtt grótkast fór at kosta umleið hálvaaðru millión krónur, sigur Napolion Magnussen. Ein meira ítøkilig verk- ætlan hjá Miðvágs Komm- unu er útstykkingin Norð- uri í Heiðum, sigur borgar- stjórin. Har verða eini 15 grundstykkir væntandi klár niðan fyri verandi bygging um einar tveir mánar ella so, væntar hann. Vegirnir, sum gerast skulu í samband við nýggju útstykkinginga, eru avsett- ir, og eftirspurningurin eftir grundstykkjum er stórur, sigur Napolion Magnussen. Miðvágs Kommuna fer ein av fyrstu søgunum at seta ein arbeiðsformann í starv. Ein slíkan hevur kommunan ikki hvat síðan 1992, sigur borgarstjórin, sum væntar, at tað kann fara at gera samskipanina av kommunalu uppgávun- um betri. Vestanstevna verður í Miðvági í summar, og í tí sambandinum verður hond ivaleyst tikin í okkurt eyka, sum treingir til ábøtur, væntar hann. Miðvágur var umtalað fyri vatntrupuleikar fyri einum tveimum árum síð- an. Men tann trupulleikin er ikki í dag. Nú er bæði nógv og gott vatn at fáa í Miðvági, sigur borgarstjór- in. Men tað er dýrt at pumpa vantið allan veg av Gróthustanga og heim til Miðvágs. Kannað verður nú eftir, um tað kann gerast á onkran bíligari hátt. Útstykking og bátahylur á veg Vanlig mannagongd við Gjógv Tað er liviligt við Gjógv. Fólk gerast gomul, og bygdin eigur met í fólki, sum gerast hundrað ár, eins og elsta fólk í Føroyum í nýggjari tíð var frá Gjógv Mynd: Edvard Joensen Kanningar í samband við at útbyggja báthylin í Miðvági eru farnar í gongd. Lagt er upp til samstarv við Sandavágs Kommunu um útbygging av báthyli Mynd: Edvard Joensen