fríggjadagur 25. februar 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 39 - 25. februar 2005
Løgreglan í Klaksvík
roknar við at
uppklára málið, tá ið
ein ella fleiri persónar
raseraðu býin
týsnáttina og framdu
herverk, stuldur og
eldáseting. Helst eru
tað ungfólk, sum hava
framt mongu
lógarbrotini
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Klaksvík:
Løgreglan
í
Klaksvík hevur havt úr at
gera hesa vikuna.
Tað var óvanliga ófriðar-
ligt í býnum týsnáttina og
mikukvøldið, og nógv mál
um herverk, stuldur og eld-
áseting skulu uppklárast.
– Vit hava havt úr at gera
alla hesa vikuna, og kann-
ingarnar av málunum halda
fram, sigur vakthavandi á
løgreglustøðini í Klaksvík.
Raseraðu býin
Týsnáttina raseraðu ein ella
fleiri persónar býin. Teir
stolu ein bil, sum teir
koyrdu skilaleyst við, rendu
á tríggjar parkeraðar bilar
og endaðu við at renna bilin
inn í ein garð Undir Klakki.
Somu nátt varð eldur varð
settur á ein vørubil, sum
stóð parkeraður við Klaks-
víksvegin, og eldurin var so
umfatandi, at vandi var fyri
at hann skuldi festa í ein
handilsbygning. Harafturat
varð herverk varð framt í
einum privathúsum, og
umborð á Ternuni var ein
VHF'ur stolin.
Rokna við at uppklára
málið
– Vit hava góð spor at
ganga eftir í málunum, og
vit halda, at tað eru somu
fólkini, sum hava framt øll
lógarbrotini. Vit vita ikki
enn, hvussu nógvir persón-
ar hava verið blandaðir upp
í, men talan er eftir øllum at
døma um ungfólk, sum
gjørt alt hetta, sigur vakt-
havandi.
Løgreglan hevur gjørt
nógvar kanningar og av-
hoyringar í málinum, men
fyrrapartin hósdagin var
eingin
skuldsettur
fyri
lógarbrotini.
Heiligvágur og
bilstuldur
Mikukvøldið varð heilig-
vágur stolin í einari medi-
sinkistu
á
Klaksvíkar
Sjúkrahúsi, og her er løg-
reglan komin longur við
uppkláringini.
Tríggir
persónar
eru
handtiknir í málinum, og
ein teirra er eisini tikin í
sambandi við, at ein stolin
bilur rendi út av millum
báðar Borðoyartunlarnar
mikukvøldið.
Handtiknu persónarnir
høvdu heiligvág uppi ár
sær, og tað mesta av heilig-
váginum er komið afturíaft-
ur.
Talan var um at handtaka
ein fjórða persón í hesum
málinum, men fleiri hand-
tøkur enn tær tríggjar vóru
ikki gjørdar fyrrapartin
hósdagin.
Vill nátt í Klaksvík:
Løgreglan hevur góð
spor at ganga eftir
Hesin bilurin fór upp í royk í Klaksvík týsnáttina. Ein annar
bilur varð stolin, og hann rendi á tríggjar parkeraðar bilar,
áðrenn hann sjálvur rendi inn í ein garð. Harafturat var eisini
annað herverk og stuldur framdur týsnáttina
Mynd: Norðlýsið
– Tað skaðar álitið á
Búskaparráðið, at ein
búskaparfrøðingur,
sum hevur verið
politiskt virkin, er
valdur í ráðið, heldur
løgtingsmaðurin Bill
Justinussen. Lands-
stýrismaðurin og
fyrrverandi lands-
stýrismaður eru ikki
samdir
POLITIKKUR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Tað er at biða um kritikk, at
seta ein búskaparfrøðing,
sum hevur verið politiskt
virkin, í Búskaparráðið at
lata óheft ráð til landsins
myndugleikar.
Tað heldur løgtings-mað-
urin Bill Justinussen, sum
seinnapartin
mikudagin
setti landsstýrismanninum
við
fíggjarmálum
ein
munnligan fyrispurning í
løgtinginum um hetta.
– Búskaparráðið skal
hevja seg upp um vanligan
politikk og bara hugsa um
búskaparfrøði. Tí er tað
sera óheppið, at landsstýri-
smaðurin hevur valt ein
búskaparfrøðing, sum hev-
ur stillað upp fyri ein polit-
iskan flokk, í Búskapar-
ráðið, heldur Bill Justinuss-
en, sum umboðar Mið-
flokkin í løgtinginum.
Skaðar áltið
– Magni Laksáfoss hevur
verið uppstillaður fyri ein
politiskan flokk, hann hev-
ur verið frammi við polit-
iskum meiningum um eitt
nú blokkstuðulin, og hann
hevur eisini havt avgjørd
sjónarmið um sjálvt Bú-
skaparráðið.
Tí heldur Bill Justinuss-
en, at tað er skeivt at lands-
stýrismanninum við fíggj-
armálum at velja Magna
Laksáfoss í Búskaparráðið.
– Hetta skaðar álitið á
Búskaparráðið, og hóast
onkur vil føra fram, at fyrr-
verandi formaðurin eisini
hevði verið politiskt virkin,
so er tað eingin umbering
fyri at gera mistakið eina-
ferð afturat, heldur Bill
Justinussen.
Trupult at finna
ópolitisk fólk
Fyrrverandi
landsstýris-
maðurin við fíggjarmálum
Karsten Hansen vil ikki
kolldøma Magna Laksáfoss
sum lim í Búskaparráðn-
um, og Karsten Hansen
valdi
eisini
Herman
Oskarsson í Búskaparráðið,
hóast hann hevði verið upp-
stillaður til eitt val.
– Tað er trupult at finna
persónar í føroyska samfel-
agnum, har tey nærmastu
ikki vita, hvar tey standa
politiskt. Tí ræður tað fyrst
og fremst um at arbeiða
professionelt og leggja dent
á sjálvt fakið. Tað gjørdi
Herman Oskarsson, og tað
fer Magni Laksáfoss uttan
iva eisini at gera, sigur
Karsten Hansen, sum um-
boðar Tjóðveldisflokkin í
løgtinginum.
Karsten Hansen heldur,
at tað hevði verið best, um
fólk, sum ikki hava verið
virkin í politikki, vóru í Bú-
skaparráðnum, men hann
tekur ikki undir við teim-
um, sum finnast at valinum
av Magna Laksáfoss.
– Magni Laksáfoss hevur
verið virkin og uppstillaður
í Sambandsflokkinum, og
hann kann koma at renna
seg í nøkur ting, sum hann
áður hevur ført fram, men
eg síggi einki galið við at
velja hann í Búskaparráðið,
sigur Karsten Hansen.
Valdi millum
innstillað fólk
Tað er Bárður á Steig
Nielsen, landsstýrismaður
við fíggjarmálum, sum
hevur valt Magna Laksá-
foss í Búskaparráðið, og
hann er ikki samdur við
sjónarmiðinum hjá Bill
Justinussen.
– Eg fekk eina innstilling
frá Setursráðnum við seks
fólkum, sum eg valdi ímill-
um. Magni Laksáfoss var
ein av teimum. Eg haldi
ikki, at tað skal diskvalifis-
era ein persón, at hann
einaferð hevur givið sína
politisku hugsan til kennar
alment, og tað helt Seturs-
ráðið heldur ikki.
Bill Justinussen heldur,
at tað skaðar álitið á Bú-
skaparráðið, at ein búskap-
arfrøðingur, sum hevur ver-
ið politiskt virkin, er valdur
í ráðið. Er tað ikki rætt?
– Nei, tað haldi eg ikki.
Eg rokni við, at Magni
Laksáfoss
kann
geva
Búskaparráðnum
eina
innspræning við sínum
meningum, og tað er eingin
orsøk at velja sjey fólk,
sum
øll
hava
somu
meining. Tey sjónarmið,
sum Búskaparráðið hevur,
eru sjónarmið, sum fólkini
í ráðnum eru blivin samd
um at hava, og tí verður tað
ikki bara nøkur sjónarmið
hjá
einum
einstøkum
búskaparfrøðingi,
sum
koma út, sigur Bárður á
Steig Nielsen.
Politiskur búskaparfrøðingur skaðar álitið
– Búskaparráðið skal hevja seg upp um vanligan politikk og
bara hugsa um búskaparfrøði. Tí er tað sera óheppið, at
landsstýrismaðurin hevur valt ein búskaparfrøðing, sum hevur
stillað upp fyri ein politiskan flokk, í Búskaparráðið, heldur Bill
Justinussen, sum umboðar Miðflokkin í løgtinginum