fríggjadagur 25. februar 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tá ið kommunurnar
fáa eldraøkið at um-
sita, kunnu tær vænta
sær stórar rokningar
frá Landssjúkrahús-
inum, hvørja ferð ein
sjúklingur verður
noyddur at liggja
óneyðuga leingi á
sjúkrahúsinum
ELDRAØKIÐ
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Verður eldraøkið lagt undir
kommunurnar, skulu tær
kommunur, sum ikki røkja
sínar skyldur á økinum,
vænta sær stórar rokningar
frá Landssjúkrahúsinum.
Tað er ein støðugur
trupulleiki, at fólk noyðast
at verða innløgd á Lands-
sjúkrahúsinum tí at tey
kunnu ikki útskrivast av tí
at ongin er at taka sær av
teimum.
Men hesa tænastuna ætl-
ar Landssjúkrahúsið sær
ikki at veita ókeypis í fram-
tíðini, sigur Jóan Petur Da-
vidsen, leiðandi yvirlækni á
skurðdeildini
á
Lands-
sjúkrahúsinum.
Hann sigur, at á skurð-
deildunum á Landssjúkra-
húsinum er nakrar av
sengrunum altíð upptiknar
av røktarsjúklingum, sum
eru liðugt viðgjørdur, men
sum ikki kunnu útskrivast,
tí at ongin er at taka sær av
teimum.
– Talan er sostatt er ein
rættiliga stórur partur av
sengrunum upptiknar av
fólki, sum als ikki hoyra
heima á Landssjúkrahúsin-
um, men sum antin eiga at
sleppa á stovn, ella eiga at
koma undir heimarøktina.
Í summum førum er talan
um røktarsjúklingar, sum
hava ligið á Landssjúkra-
húsinum í fleiri mánaðir,
men sum ikki kunnu út-
skrivast, tí ongin er at taka
sær av teimum, hvørki
stovnur ella heimarøkt
Støðan er akkurát tann
sama á medisinsku deild.
Jóan Petur Davidsen sig-
ur, at sostatt eru tað fleiri
sengur, sum vit ikki fáa
brúkt til tað, sum tær eru
ætlaðar til, nevniliga til
sjúklingar, sum hava brúk
fyri viðgerð.
Jóan Petur Davidsen sig-
ur, at avleiðingin av hesum
her, at í summum førum
noyðast sjúklingar, sum
hava brúk fyri viðgerð, at
bíða óneyðuga leingi eftir
at sleppa framat at fáa við-
gerð.
– Hinvegin fáa vit illa út-
skriva
sjúklingar,
sum
búgva heima, uttan at hava
trygd fyri, at heimarøktin er
til reiðar at taka sær av
teimum.
– Hetta eru skattaborgar-
ar, sum hava goldið skatt alt
lívið, men nú tey veruliga
hava brúk fyri at fáa nakað
afturfyri, verða tey slept
upp á fjall.
Landssjúkrahúsið
situr við Svartaperi
Jóan Petur Davidsen sigur,
at hetta er ein trupulleiki,
sum
Landssjúkrahúsið
hugsar ógvuliga nógv um,
men ikki fær gjørt so nógv
um.
– Hetta órógvar arbeiðs-
gongdina á Landssjúkra-
húsinum rættiliga illa, tí tað
leggur hald á so nógv av
okkara arbeiðsorku.
– Men støðan í dag er
tann, at Landssjúkrahúsið
situr við Svartaperi og ikki
fær røkt sína skyldu til
fulnar, tí at politikarar og
heimarøkt
svíkja
sínar
skyldur so grovliga, sum
teir gera á eldraøkinum.
Jóan Petur Davidsen sig-
ur, at samstundis verður tað
væntað og beinleiðis kravt
av Landssjúkrahúsinum, at
tað fæst sum mest burturúr
teirri játtan, sum Lands-
sjúkrahúsið fær.
– Men so leingi ein fittur
partur av sengrunum eru
upptiknar av røktarsjúk-
lingum, fáa vit ikki røkt
okkara arbeiðið so væl,
sum tað verður væntað og
kravt av okkum.
– Hetta eru skattaborg-
arans pening og vit hava
ábyrgd fyri, at vit fáa sum
mest fyri hann.
Og leiðandi yvirlæknin
vísur samstundis á, at ein
sjúkrahússong er dýr.
– Tað er ein rættiliga dýr
loysn at hava røktarsjúk-
lingar á Landsjúkrahúsin-
um. Tað kostar fleiri ferðir
tað, sum eitt pláss á einum
røktarheimi kostar. Eitt
pláss í eini sjúkrahús song
kostar kanska 3.500 krónur
um dagin.
– Sostatt kundu nógv
stovnspláss á røktarheim-
um ella í heimarøktini fing-
ist fyri tað upphæddina,
sum tað kostar Lands-
sjúkrahúsinum
at
hava
røktarsjúklingar liggjandi
– Tað, sum hendir, er at
politikarar og heimarøktin
turka trupulleikarnar upp í
Landssjúkrahúsið.
Men samfelagsbúskapar-
liga er tað sera dýrt at lata
sjúkrahúsini hanga uppá
hesar útreiðslurnar, sum
ellisheim, røktarheim og
heimarøkt áttu at havt.
Jóan
Petur
Davidsen
minnir á leiðarin í heima-
røktini á sinni fekk ávar-
ingar, tí hann kláraði ikki at
halda játtanina.
– Tað er nógv fyri at
hoyra heimarøktina at kalla
breggja sær av, at hon
klárar at halda játtanina.
Einasta orsøk til at heima-
røktin klárar at halda sína
játtan, er, at hon rætt og
slætt sýtur fyri at taka fleiri
brúkarar uppí heimarøkt-
ina.
– Tá ið vit søkja Heima-
røktina um at taka taka
ábyrgdina av røktarsjúk-
lingum á Landssjúkrahús-
inum, kemur meiri enn so
fyri, at heimarøktin bein-
leiðis noktar at taka fleiri
fólk í skipanina, tí peningur
er ikki til taks.
- – Undir slíkum umstøð-
um er gamaní at halda játt-
anina, tí tað, sum heima-
røktin ger, er at turka
trupulleikar, sum tey eiga,
upp í Landssjúkrahúsið,
sigur Jóan Petur Davidsen.
– Eg haldi ikki at tað er
rætt, at játtanin hjá Lands-
sjúkrahúsinum skal rakast
so hart, bara fyri at heima-
røktin skal klára at halda
sína játtan, leggur hann
afturat.
Kunnu vænta sær
rokning
Leiðandi yvirlæknin sigur,
at sum støðan er nú, er
eldraøkið eitt landsmál,
men tosað hevur verið um
at leggja eldraøkið út til
kommunurnar.
Í Danmark er eldraøkið
kommunal ábyrgd. Og í
Ålborg hevur sjúkrahúsið
gjørt bart og hevur sent
kommununi rokning fyri
hvørja song, sum er upp-
tikin av røktarsjúklingum,
sum av røttum ikki átti at
ligið á sjúkrahúsi, men sum
sjúkrahúsið ikki fær út-
skrivað, tí ongin er at taka
sær av teimum.
– Kunnu vit so vænta, at
Landsjúkrahúsið fer at gera
tað sama, tá ið eldraøkið í
Føroyum verður kommu-
nalt, soleiðis sum talan er
um.
– Ja, tað verður tað.Vit
hava sæð fram til, at
eldraøkið verður lagt undir
kommunurnar, so at Lands-
sjúkrahúsið kann senda
kommununum rokningar-
nar fyri teir røktarsjúkling-
ar, sum liggja á lands-
sjúkrahúsinum.
Jóan
Petur
Davidsen
sigur, at hvør sjúkrasong er
so dýr, at ein rokning til
kommunurnar fyri hesar
útreiðslurnar, kundi kanska
skunda undir kommunal-
politikarar at byggja eldra-
økið út, so at tað nøktar
tørvin.
Á heimarøktini er ongin
viðmerking at fáa. Leiðar-
in, Mary í Garði, er burtur-
stødd og økisleiðarin í
Havn, sum hevur nógv teir
størstu trupulleikarnir, er
ikki at hitta.
Nr. 39 - 25. februar 2005
7
TRÚBOÐARI
Tíðindaskriv
Mánadagin fer Lív Poul-
sen í Porkeri úr Føroyum
til Senegal í vestur
Afrika at virka sum trú-
boðari við trúboðarafe-
lagsskapinum New Trib-
es Mission.
Lív er dóttur Daniel
og Sigrid Poulsen í
Skemmuni í Porkeri.
Eftir lokna skúlagongd í
Vági fór hon á stu-
dentaskúla í Hoydølum
og tók prógv haðani í
1993.
Eftir hetta fór hon á
sjúkrasystraskúla
í
Havnini og tók próg
haðani í 1998.
Heilt frá ungum av
hevur Lív havt ynski um
á onkran hátt at verða
við í andaligum arbeiði.
Fyrst var hugsan henn-
ara at verða við á ein-
hvønn praktiskan hátt,
og var hetta ein orsøk til,
at hon fór at læra til
sjúkrasystir.
Eftir at hava tikið hesa
útbúgving, fór hon í
1999 saman við einari
vinkonu til Gambia í
vestur Afrika við krist-
num felgasskapi, sum
eitur WEC international.
Har arbeiddi hon á ein-
um sjúkrahúsi í 14 mán-
aðir. Hesa tíðina fekk
hon staðfest, at kall
hennara var at arbeiða
sum trúboðari burtur av.
Afturkomin úr Afrika
fór Lív til North Cotes í
Onglandi á bíbiuskúla
hjá New Tribes Mission
í tvey ár. Hetta var í
2001. Fyrra árið er
bíbliuskúli, har frálæra
verður givin í teimum
grundleggjandi
sann-
leikunum í skriftini.
Seinna árið er venjingar-
skúli. Endamálið við
venjingarskúlanum er at
fyrireika næmingin bæði
handaliga og andaliga at
bera gleðiboðskapin til
ein ættarbólk, sum ong-
antíð hevur hoyrt hann
fyrr.
Tá Lív var liðug við
skúlan hjá NTM, fór hon
á málskúla í Albertville í
Fraklandi. Har fekk hon
frálæru í fronskum í úti
við 1 ár. Neyðugt er at
duga franskt, tí tað er
handilsmálið í Senegal.
Trúboðarafelagsskap-
urin NTM, ið Lív fer at
arbeiða við, var stovnað-
ur fyri yvir 50 árðum
síðan og er endamálið at
boða evangeliið fyri ætt-
arbólkum, íð ongantíð
hava hoyrt tað fyrr, at
umseta bíbliuna til móð-
urmál teirra og seta sam-
komur á stovn, ið kunnu
klára seg sjálvar.
Felagsskapurin er eitt
amboð at hjálpa sam-
komum at senda trúboð-
arar út. Samkomur úr
yvir 25 londum hava
sent sent yvir 3000 trú-
boðarar út við NTM.
Teir virka í uml. 30
ymiskum londum. Av
hesum eru uml. 25 úr
Føroyum, og virka hesir
í 7 ymiskum londum.
Í samband við, at Lív
fer av stað fyrst í kom-
andi viku, verður skipað
fyri fráferðarsamkomu í
Betania í Porkeri leygar-
kvøldið 26. februar kl.
20. Skráin hetta kvøldið
verður fjølbroytt. Leið-
arin fyri NTM í Føroy-
um, Símun í Túni kemur
at tala. Heilsanir verða
bornar fram og kórið
syngur. Eisini verður ein
hugnaløta aftanná við
drekkamunni, og eru øll
hjartaliga vælkomin at
verða við.
Føroyskur trúboðari
til Senegal
Kommunurnar kunnu
vænta stórar rokningar
frá Landssjúkrahúsinum
– Vit bíða bara eftir, at eldraøkið verður lagt undir kommun-
urnar, so at Landsjúkrahúsið kann senda kommununum
rokning uppá 3.500 krónur um dagin fyri hvønn røktar-
sjúkling, sum verður noyddur at liggja á Landssjúkrahúsin-
um, tí at ongin er at taka sær av teimum, sigur Jóan Petur
Davidsen, leiðandi yvirlækni