fríggjadagur 25. februar 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 39 - 25. februar 2005
Nú norðhavsróðurin
er byrjaður, skjýtir
Mortan Johannesen
upp, at útróðrarmenn
sleppa at avreiða dag-
gamla fiskin ókruvd-
an til okkurt av laksa-
kryvjivirkjunum, sum
einki hava at gera í
hesum døgum, nú lítil
og eingin føroyskur
laksur er eftir at taka.
Hann fýlist á, at dag-
gamal útróðrarfiskur
fær væl lægri prís á
uppboðssøluni enn 7-
10 dagar gamal fiskur.
– Fiskivinnumyndug-
leikarnir eru nakrar
nátthúgvur. Teir sita
bara hendur í favn og
gera einki, tí so hava
teir einki skeivt gjørt
– halda teir, sigur
Mortan Johannesen
ÚTRÓÐRARVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í nógv ár var Mortan Jo-
hannesen,
Mortan
hjá
Andriasi í Hvannasundi,
fiskimaður og kendur sum
skipari. Seinni gjørdist
hann alari og hevði virki í
Kaldbak. Mortan hevur
sum
virkiseigari
eisini
fingist við onnur fiskasløg
enn laks. Sum fiskaútflytari
hevur hann eisini nomið
sær kunnleika til útlendska
marknaðin.
Seinastu
árini
hevur
Mortan verið útróðrarmað-
ur, og nú várfiskurin tekur
seg móti landi norðanfyri,
er hann millum teirra, sum
liggja fram við. Onkur
brúkiligur
dagur
hevur
verið við snelluni, men enn
hevur eingin rokfiskiskapur
verið. Tað er tíðliga til árs,
so enn er eingin orsøk til at
missa mótið - og tað ger
Mortan so avgjørt ikki,
kenna vit hann rætt.
Tað er ikki honum líkt at
missa mótið.
Líkist púra ongum
Men Mortan hevur sína
kontantu
meining
um
útróðrarfiskin, sum hann
heldur fer fyri alt ov lágan
prís á uppboðssøluni í mun
til fiskin, sum er 7-10 dagar
gamal.
- Tað kann ikki vera rætt,
at tú sum útróðrarmaður
við daggomlum og væl
hagreiddum fiski fært 2-3
krónur minni fyri veiðina
enn eitt nú ein línubátur,
sum kemur við 10 dagar
gomlum fiski. Hetta líkist
púrasta ongum, og tað er
okkurt spinnandi galið, tá
ið so er, heldur hann.
Aðrir útróðrarmenn eru
fullkomiliga samdir við
honum.
Men Mortan fýlist ikki
bara at gongdini. Hann
hevur eisini eitt uppskot
um, hvussu komast kann
burtur úr hesi vanlukku, at
daggamal
útróðrarfiskur
soleiðis verður niður pri-
oriteraður í mun til fleiri
dagar gamlan fisk.
- Eg haldi, at tann besti
og feskasti toskurin, sum
útróðrarmenn avreiða av
Norðhavinum, átti at farið
fyri einar 30-40 krónur fyri
kilo – ja, kanska enntá
meira.
Mortan hevur eitt ítøki-
ligt uppskot um, hvussu
hann heldur, at meira kann
fáast fyri daggamla út-
róðrarfiskin, um rætt verð-
ur atborið.
Ókruvdur til lands
Hann skjýtir upp, at norð-
havsfiskurin verður førdur
ókruvdur til lands og verð-
ur kruvdur inni á einum av
kryvjivirkjunum,
sum
liggja still – ella hava minni
at gera, nú lítil laksur er
eftir at taka í Føroyum.
- Umborð á bátinum
verður fiskurin blóðgaður í
rennandi sjógvi og koyrdur
í ísvatn. Síðan verður hann
landaður til eitt av hesum
virkjum, har hann verður
kruvdur. Innvølurin - livur,
rogn, magi og sil, sum telja
eini 15% av vektini á
fiskinum – verður selt, eins
og fiskurin antin fer feskur
av landinum – heilur ella
sum fesk fløk ella verður
virkaður til bestu og dýr-
astu vørur.
Mortan heldur, at hetta er
ein møguleiki, sum í fyrsta
lagi hevði givið daggamla
fiskinum ein betri prís, eins
og tey, sum eru vorðin ar-
beiðsleys á kryvjivirkinum
– ella verða tað í næstum –
framvegis
kunnu
hava
nakað at fara upp til heldur
enn at ganga arbeiðsleys.
Haraftrat hevði alt, sum er
uppi á fiskinum, komið til
høldar í staðin fyri sum nú,
at ein partur fer í havið
aftur.
- Eg haldi avgjørt, at
hetta hevði verið ein gongd
leið til tess at komið burtur
úr teirri vanlagnu, sum
útróðrarfiskinum er fyri.
Tvífaldur prísur
Mortan Johannesen heldur,
at soleiðis, sum støðan er í
dag, loysir tað seg slett ikki
hjá útróðrarmonnum at
hagreiða fiskin væl, tí tá ið
útróðrarfiskurin liggur á
fiskamarknaðinum,
fer
hann kortini fyri væl minni
prís enn gamal fiskur, og
tað er avgjørt ikki stimbr-
andi fyri hugin at hagreiða
útróðrarfisk.
- Eg haldi, at vit soleiðis
áttu at byrjað við várfiskin-
um av Norðhavinum nú
beinanvegin, og eydnaðist
royndin væl kryvja fiskin
uppi á landi, kundi útróð-
rarfiskur sum heild verið
kruvdur á kryvjivirkinum.
Mortan sigur, at útróðrar-
fiskurin antin kundi verið
seldur púra feskur, sum
fesk fløk ella virkaður til
dýrar vørur.
Í sínum royndum sum
laksaframleiðari og fiska-
útflytari, vísir hann á, at
niðurkøldur toskur er nógv
lættari at hava við at gera
enn laksur.
- Blanktoskur, sum hann
eisini verður róptur, liggur
høgt í prísi allastaðni, har
tú kemur, men ikki í Før-
oyum. Tummilfingrareglan
er, at feskur fiskur, sum
ongantíð hevur verið fryst-
ur, hevur tvífalt so góðan
prís, sum frystur fiskur
hevur.
Harður kappingar-
neyti
Mortan vísir á, at so skjótt,
fiskur verður frystur, verð-
Latið kryvjivirkini sleppa at ar