Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. februar 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ur hann seldur á altjóða marknaðinum í kapping við eitt nú fisk úr Kina, sum rættiliga hevur ment seg á hesum øki, og er vorðin ein veldugur kappingarneyti á altjóða marknaðinum. - Tí noyðast vit at gera okkurt, sum eitt nú kin- verjar ikki hava møguleika at gera, og tað er í fyrsta lagi at hugsa "fekst". Hann vísir á tíðina, tá ið vit høvdu standfaraskipið, Teistan, blomstraði útflutn- ingurin av feskum fløkum. - Tá kundu eini 100 tons fara av landinum um vik- una, men í dag fara kanska 100 tons um árið. Mortan heldur, at samfe- lagið so avgjørt eisini eigur at taka spurningin upp, hvørjar møguleikar vit hava í dag at útflyta fesk fløk, og síðan mugu hesi viðurskifti takast upp við tí endamáli at endurskapa hesar møgu- leikar. - Hetta er eitt mál, sum avgjørt eigur at takast upp til viðgerðar og loysast sum skjótast, sigur hann. Verri – og betri - Eg havi spurt, hvussu tað hongur saman við, at mun- ur verður gjørdur á útróð- rarfiski og fleiri dagar gomlum fiski, og eg havi skilt, at daggamli fiskurin verður hálaður niður á støðið hjá fiskinum, sum línuskip og trolarar koma við - og enntá longur niður. Hann vísir á, at útróðrar- fiskurin, sum verður seldur á uppboðssølu, er so feskur, at enn ikki deyðsstívleikin er farin úr honum. Hinveg- in er fiskurin, sum er fleiri dagar gamal, vorðin meira bleytur og linur og liggur tískil betur til maskinurnar, tá ið hann verður skorin. - Útróðrarfiskurin er hin- vegin púrasta feskur og liggur tískil verri til maskinurnar við tí úrsliti, at úrtøkan verður minni, tá ið hann verður skorin og virk- aður til eitt nú frysta vøru. Men tað skerst ikki burt- ur, sigur Mortan, at hetta er tann betri fiskurin til dygd- ar, tí hann er púrasta feskur og eigur tí onkusvegna at fáa besta prísin. - Ja, hann er so feskur, at hann enn ikki hevur havt stundir at gerast so kaldur, at hann líkur tey krøv, sum Heilsufrøðiliga Starvsstov- an setir. Mortan sigur ikki virkini og virkisleiðslurnar ringar fyri tað, tey gera, tá ið tað loysir seg betur fyri tey at virka vørur úr tí lina fisk- unum. - Tey hava sínar skyldur at forsvara. Men eg haldi virkuliga, at tá ið daggamal fiskur fer fyri lægri prís enn tann gamli fiskurin, er púrasta galið við skipanini. Best einki at gera Mortan Johannesen leggur ikki fingrarnar ímillum, tá ið hann umrøður tey, sum stýra fiskivinnuni í dag. - Eg haldi, at okkara fiskiveiðimyndugleikar eru nakrar nátthúgvur, sum hann tekur til. Teir tora einki at gera, tí so halda teir, at teir einki skeivt hava gjørt – og tískil vera teir eisini sitandi. Gert tú nakað og kanska ger okkurt skeivt, er onkur "skrappur" journalistur eftir teimum – og so rýkur maðurin! Tí er oftast lættari einki at gera. Men tað loysir ongar trupulleikar – og trupul- leikar hava vit nógvar at dragast við í vinnuni í løt- uni, leggur hann dent á. Útróðrarmaðurin heldur, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, er ein fryntligur og dámligur maður. - Men eg haldi, at hann er "konfliktsky", sum Mortan tekur til. Bjørn torir ikki at seta út í kortið - at ýta av nýggjum, nú hetta er so harðliga tiltrongt í føroyska samfelagnum, sigur Mort- an Johannesen at enda. Nr. 39 - 25. februar 2005 9 beiða tann daggamla fiskin – Umborð á bátinum verður fiskurin blóðgaður í rennandi sjógvi og koyrdur í ísvatn. Síðan verður hann landaður til eitt av kryvjivirkjunum, har hann verður kruvdur. Allur innvølurin verður seldur, og fiskurin fer feskur av landinumheilur ella sum fesk fløk - ella verður virkaður til bestu og dýrastu vørur, sigur Mortan Johannesen, útróðrarmaður Mynd: Vilmund Jacobsen Á uppboðssøluni fer daggamli útróðrarfiskurin fyri 2-3 krónur minni fyri kilo enn eitt nú fiskurin, sum línuskipini koma við, sum er einar 10 dagar gamal. – Hetta má nakað gerast við, og tað má vera beinanvegin, sigur Mortan Johannesen, sum hevur eitt ítøkiligt uppskot um, hvussu hetta skal gerast Mynd: Vilmund Jacobsen Mortan Johannesen, útróðrarmaður, mælir nú til, at kryvjivirkir, sum áður hava kruvt laks, nú fara at kryvja útróðrarfisk og selja hann av landinum. Innvølurin - livur, rogn, magi og sil - skal eisini seljast, soleiðis at samlaða úrtøkan verður so stór sum gjørligt. - At daggamal útróðrarfiskur skal fáa 2-3 krónur lægri kiloprís enn 10 dagar gamal fiskur, líkist púrasta ongum, heldur útróðrarmaðurin