Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-25, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. februar 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 39 - 25. februar 2005 Eingin ivast í, at tað liggur ein tung ábyrgd á loyvis- nevndini. Nær skal hon lata skonkiloyvi. Hvar skal hon lata skonkiloyvi. Hvørjum skal hon lata skonkiloyvi. Er viðkomandi, skonkiloyvi verður latið, nóg álítiandi og ábyrgdarfullur o.s.fr. Tað er neyvan nøkur løtt uppgáva, tí tað kunnu óivað altíð setast spurnartekin við avgerðir hjá nevndini. Men neyðugt er ikki hjá nevndini at skapa sær størri trupulleikar enn neyðugt. Tað hevur hon óivað gjørti einum aktuellum máli í høvuðsstaðnum, har hon hevur noktað at latið eitt skonkiloyvi í gongugøtuni. Sambært tí, sum alment er komið fram, hevur nevndin noktað at lata loyvi, tí veitingarhúsið liggur í gongugøtuni. Frammanundan hevur Tórshavnar Kommuna viðmælt umsóknini um skonkiloyvi í kaffi- og matstovuni, sum vit framvegis kallað Kondittaríið. Grundgevingin hjá býráðsformanninum, Heðini Mortenen, er, at býráðið vil hava so nógv lív, fólk og virksemi sum møguligt í Miðbý- num. Hesum kunnu tey flestu taka undir við. Harafturat skuldi júst ein gongugøta verið eitt tað besta plássið, sum er, til matstovuvirksemi. Tað er í eini gongu- gøtu fólk spáka og kanska "detta Inn" á gólvið a fáa sær ein kaffimunn, eina øl ella eitt glas av víni. Soleiðis er tað kring allan heimin, og soleiðis eigur tað eisini at vera í Føroyum. Henda grundgevingin hjá loyvisnevndini er heldur ikki serliga haldbar. Vit skulu bara ganga nakrar fáat metrar niðan eftir einum sliski frá gongugøtuni, so enda vit í eini hugnaligari loftspub. Ganga vit hinvegin nakrar metrar oman eftir Sverrisgøtu - tað er Fransabrekkan - koma vit inn í eina aðra matstovu - niðri undir áðurnevndu lofts- matstovu - sum hevur skonkiloyvi! Hvar er logikkurin? Alt sum hevur við øl og vín, matstovur og vertshús, og rúsdrekkapolitikk sum heild at gera, hevur síni mótstøðu- fólk og viðhaldsfólk - fyri og ímóti. Báðir partar skulu virðast, og tí er frálíkt, at slík mál koma alment fram, so fólk fáa høvi at koma við síni meining. Men eitt eru flest øll samd um, at alt sum hevur við rúsdrekka at gera skal fara fram við sømiligheit, undir væl skipaðum viðurskift- um og at brúkið eigur at verða tálmað sum mest. Ein sannroynd er, at síðani vit fingu eina liberalari lóg- gávu á hesum øki, er ein stórur bati hendur. Í dag kunnu fólk fara inn á eitt verthús at fáa sær eitt glas og fólk kunnu njóta eitt glas saman við eini máltíð. Tað bar ikki til áður. Harafturat er "ballaríið" flutt frá gøtunum og inn í høli undir skipaðum viðurskiftum. Harafturat er nøgdin, sum seld verður, ikki vaksin tað, sum summi spáddu. Tað er ikki loyvisnevndin, sum skal avgera, eftir flestra manna tykki, hvar og hvussu nógv loyvi skulu latast. Tað er ikki loyvisnevndin, sum skal reka býarskipanarpolitikk, sum býráðsformaðurin í Havn sigur. Og talið av skonkiloyvum eigur at avmarka seg sjálvt. Eru ov nógv latin, ja, so gevast tey, sum ikki fáa "biksina" at mala runt, tí veitingarstaðið er ikki nóg gott og hugnaligt. DAGSINS MEINING Sosialurin Skonkiloyvi í gongu- gøtuni - ella ikki Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. TÍÐINDASKRIV S P/F Ergo & Hjálpartól við Beintu við Sandá Lassen hevur keypt "Palle Bager´s hús", eisini nevnt húsini hjá Conrad Skaale í J. C Svabosgøtu í Havn. Ergo & Hjálpartól hevur higartil hildi til í leigaða bygninginum við síðina av Palle Bager. Ergo & Hjálp- artól fegnast um góðu gongdina sum hevur gjørt tað møguligt at ogna sær bygningin, sum er uml. 400 m2 til støddar. Í tí nýggja bygninginum fer Ergo & Hjálpartól at víðka um virksemi sítt, og far umframt nógv størri framsýningar- og handils- hølið, eina nógv betri egn- aða viðgerðastovu til ergo- terapiina sum felagið eisini umfevnur. Ergo & Hjálpartól flytir inn í høllini tá umvælingin er liðug. Palle Bager´s hús selt til ergoterapi Tíðin krevur, at tú dagførir tína vitan, og hetta er ikki minst galdandi fyri mat- vøruframleiðandi virki, sum virka til útflutnings ella til heimamarknaðin TÍÐINDASKRIV Skeiðsrøðin vendir sær til matvøruframleiðandi virki á sjógvi og landi, sum longu hava eitt innaneftirlit, og tey virkini, sum fram- leiða til heimamarknaðin, og sum hava fingið boð um at skipa eitt innaneftirlit. Hetta merkir, at skeiðið er ætlað stjórum, góðskuleið- arum, formonnum og starvsfólki, sum hava ein virknan leiklut í innan- eftirlitsarbeiðnum og í framleiðsluni á virkinum. Endamálið við skeiðnum er at flyta og betra hug- burðin hjá luttakarunum og at økja um vitanina um matvørutrygd og innan- eftirlit. Frálæruhátturin verður dynamiskur og akti- verandi. Evnini á skeiðnum verða viðgjørd úr ymsum sjónarhornum. Málið við skeiðnum er, at luttakararnir skulu uppliva eitt áhugavert og spennandi skeið, at teir skulu fáa væl burturúr, og at evnini skulu vera viðkomandi. Undirvís- ingin verður á einum støði, har øll kunnu luttaka. Skeiðið er skipað við fyri- lestrum, sum fólk frá vinnuni og tí almenna halda, og við kjaki og bólkaarbeiði. Luttakararnir fáa ikki nógv tilfar at lesa, men avrit av framløgum, og teir læra eisini, hvussu teir kunnu halda sína vitan viðlíka. Tað serliga við hesum skeiðnum er ein uppfylg- ing, sum er íroknað kostn- aðin. Tá skeiðið er liðugt, bjóða fyrireikararnir seg til at koma út á arbeiðsplássini (2 tímar) at ráðgeva um ítøkiligar spurningar í sam- bandi við matvørutrygd og innaneftirlit. Skeiðið verður skipað í tríggjar eindar á 2 dagar í mars og apríl, og kostnað- urin er 10.500 kr. Fiskivinnuskúlin bjóðar matvøruvinnuni á skeið