Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-25, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. februar 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 39 - 25. februar 2005 11 Skúlabørnini í Kvívík gleða seg til tann nýggja skúlan. Tað ger 10 ára gamla Halla eisini. Men hon heldur, at lærararnir ikki altíð noyðast at vera so strangir SKÚLAFRAMTÍÐ Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Um slakar tríggjar vikur verður nýggi skúlin í Kví- vík tikin í nýtslu. Børnini hava við spenningi sæð fram til henda dagin – eis- ini Halla Karstinsdóttir. Tey eru tó ikki sloppin so nær nýggja bygninginum enn, tí talan er um arbeiðs- øki. Og tá hava hvørki børn ella vaksin atgongd til stað- ið. Niðan í skúlagarðin leita tey sær kortini av og á – eisini eftir loknan skúladag fyri at forvitnast. Eisini mánadagin í hesi vikuni, tá veðrið var av tí allarbesta. Halla sat á súkkluni hjá Rúnu, og saman flentu tær og hugnaðu sær í skúla- garðinum. – Vit eru øgiliga spent uppá tann nýggja skúlan, sigur Halla. Hon eigur eina yngri systur, sum eisini gongur í skúla. Tað er Monika, sum gongur í 2. flokki. - Men so eigi eg eina systir aftrat. Hin eitur Palma, og hon fer í skúla aftaná summarfrítíðina, sigur Halla við einum brosi á kinn. Góður skúlagarður Halla Karstinsdóttir spældi henda mánadagin við vin- konu sína Rúnu. Í góðveðr- inum vóru tær farnar á eina súkklu, og løgdu síðani leiðina inn í skúlagarðin. Saman við hinum næm- ingunum hevur hon fylgt við, hvussu arbeiðið er farið fram, og hvussu tann nýggi skúlin hevur tikið form hesa seinastu tíðina. – Eg haldi, at tað er ordi- liga cool at fáa ein nýggjan skúla, sigur Halla. Serliga gleðir hon seg til at sleppa inn í nýggja skúlagarðin sum – eftir hvat hon sjálv sigur – fer at verða útgjørdur við nógvari stuttligari útgerð, m.a. hamstarahjóli og reiggjum. Vit kunnu fortelja henni, at innan er skúlin eisini sera væl útgjørdur. So har verða somuleiðis góðar umstøður. Strangir lærarar Halla gongur í 4. flokki saman við 10 øðrum næm- ingum, men haraftrat er eisini 3. flokkur í flokshøl- unum. Flokslærari teirra eitur Tórarin Niclasen, Tað er sjálvandi altíð ójavnt, hvussu børnum dáma at ganga í skúla – og helst eru eisini ójavnir dag- ar. Men henda mánadagin var so ein av teimum døg- unum, har Halla illa orkaði skúlan. Og hon hevði eisini eina orsøk til tað: – Lærararnir eru alt ov strangir, sigur hon. Teir duga kortini at skipa soleiðis fyri, at hon ikki al- tíð hevur so nógv skúlating fyri heima, men klárar sum oftast at gera tey í skúlan- um. – Best av øllum dámar mær tó at gera fimleik, sigur Halla. Spæla og súkkla Aftaná skúlatíð plagar hon at spæla við ymiskar gent- ur, men mest við eina sum eitur Rúna. Og tær finna uppá alt møguligt. – Onkutíð spæla vit guit- ara, ella vit spæla okkurt annað. Og onkutíð súkkla vit eisini, sigur Halla. Henda mánadagin í Kví- vík sat hon kortini á súkkl- uni hjá Rúni, hóast hon eigur eina súkklu heima við hús. – Eg visti ikki av, at Rúna súkklaði tá eg møtti henni, sigur hon. Annars hevur hon spælt hondbólt, men er nú við í skótunum í Kvívík. Hon sleppur tó ikki við á stóru landsleguna í Danmark í summar, tí hon ikki er nóg gomul at fara við. – Cool at fáa nýggjan skúla Tað hevur gingið uppá stás við bygg- ingini av nýggja skúlanum í Kvívík. Hann skuldi verða liðugur í summar, men verður tikin í nýtslu longu á grækarismessu SKÚLABYGGING Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Tað er eitt øgiligt virksemi kring nýggja skúlan í Kví- vík. Uttandura eru menn í ferð við at seta upp stólpar og at hampa rundanum. Innan- veggja verður seinasta hondin løgd á nógv ting. Og einastaðni stendur ein mað- ur og málar geriktini. Arbeitt verður við fullari megi, eins og gjørt hevur verið líka síðani arbeiðið byrjaði á heysti 2003. – Eg má bara siga, at ar- beiðið hevur gingið óal- mindiliga væl. Allir mans hava arbeitt ótrúliga gott, sigur stjórin í GAJ-smíð, Grækaris Joensen. Fyritøka hansara, GAJ- smíð hevur staðið fyri byggingini, og tað verður eisini henda fyritøkan, sum í næstum fer undir at reno- vera tann gamla skúlan í bygdini. At tann nýggi skúlin verður tikin í nýtslu á græk- arismessu í ár, man Græk- aris sjálvur vera einamest glaður fyri! Skal líkjast tí nýggja Tað var í oktober mánaði í 2003 at teir byrjaðu at rigga til fyri nýggja skúlanum í Kvívík. Ein mánað seinni byrjaði útgravingin, og síð- ani hevur tað bara gingið við fúkandi ferð. Nú, tann nýggi skúlin verður tikin í nýtslu 12. mars, er spurningurin hvat skal gerast við tann gamla skúlan. Ætlanin er, at hann skal renoverast munandi, eins og gerast skal ein reising á bygningin við taki. Sum skilst verður hetta gjørt fyri at hann skal koma at líkjast tí nýggja skúlan- um. Kostnaðurin av at byggja nýggja skúlan er einar 13 mió. kr. Betri pláss Íalt er nýggi skúlin góðar 1000 fermetrar stórur, og hevur stovur og ta útgerð sum krevjast til ein skúla í dag. Gamli skúlin, sum er fastur í tann nýggja, varð tikin í nýtslu fyri meiri enn 30 árum síðani. Hann er um 350 fermetrar stórur, og verður ikki mettur sum tíðarhóskandi í dag. Har finst t.d. hvørki bókasavn ella høli til ser- undirvísing, eins og lítið pláss er til teldurnar. Men í nýggja skúlanum fáa næm- ingarnir munandi betri pláss til hesar lærugreinar- nar og aðrar við. Nú arbeiðið við tann nýggja skúlan er liðugt, byrjar arbeiðið við renover- ingini av tí gamla fyrst í apríl mánaði. Fýra mánaðir fyri tíðina Frá fyrsta degi hevur verið arbeitt við ídni. Tí er arbeiðið eisini liðugt fýra mánaðir fyri tíð Mynd: Jens Kr. Vang - Eg spæli oftast við Rúnu, sigur Halla Karstinsdóttir sum situr aftan fyri á súkluni hjá Rúnu Reginsdóttir. Ein onnur genta, Marjun Haraldsen stendur aftanfyri súkluna Mynd: Jens Kr. Vang