fríggjadagur 25. februar 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 39 - 25. februar 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
25. Februar. Victorinus, deyður umleið ár 250.
Halgisøgurnar eru ymiskar á máli. Summar siga, at
hann varð tikin av døgum í Júdea, aðrar í
Egyptalandi og uppaftur aðrar í Róm. Sama navnið
sum Victor: sigurharri.
Johan Henrik Schrøder varð føddur hendan
dagin í 1771.
Nú gerst tað alt oftari, at andlátini í
útvarpinunum fáa meg at rakna við,
og týskvøldið fór hjartað aftur at
banka, og knappliga gjørdist hesin
vakri dagur sorgtungur, og djúp-
hugsanin hevði hug at troðka væl-
veruna frá nátturðanum burtur.
Karston Joensen andaðist á Suð-
uroyar Sjúkrahúsi, 68 ára gamal,
ljóðaði útvarpsrøddin og so var
stríðið liðugt, stríðið móti krabba-
meini og taparin gjørdist aftur
menniskjan. Karston er lík. Liggur
við holaðum kinnum gulbleikur í
hvítari kistu. Pínan er horvin. Stúr-
anin fyri nær deyðin fór at koma er
eisini horvin. Holdið liggur frið-
sælt í kistu, og sálin er á veg heim.
»Je hevði tvær hendur, hjartað
tað slóð og gætan var mítt heim«.
Soleiðis plagdi Karston at taka til,
tá hann hugdi aftur á teir myrku
partarnar av lívinum og teir vóru
ikki so fáir.
Karston var drykkjumaður og
fyri 25 árum síðan var »gætan«
hansara heim. Tað var tá eg hitti
hann fyrstu ferð, og tá visti eg einki
um, at hann kallaðist Karston.
Hann var bara ein navnleysur. Eg
búði í einari lítlari kjallaríbúð í Dr.
Jacobsensgøtu 5. í Havn. Karston
búði onkunstaðni nærhendis, hvar
veit eg ikki, hann búði úti onkun-
staðni. Svav úti uttan hita av nøkr-
um slag, søgdu tey og ristu við
høvdinum. Eg hitti hann í Keyps-
samtøkuni dagliga. Eg hugsaði,
hvør man hesin gamli maðurin
vera. Hann gekk har í einum bláum
yvirfrakka við belti um miðjuna.
Bláur hevði hann einaferð verið, nú
var hann mest blankur av skitti, og
serliga blankt var har mest slit var
á. So hevði hann langt svart glinsut
hár og svartar sólbrillur, sum ong-
antíð blivu strikaðar, hóast langt
kann vera millum sóltímar í Føroy-
um. Svartur og skitin, forfjónaður
og einsamallur og uttan hita av
nøkrum slagi. Ein gamal maður á at
líta og tó einans 43 ára gamal, tá ið
er nú rokni eftir. Og so angaði hann
so vælsignað av frískum Aqua
Velva barberspritti. Eg kendi deym-
in av honum langa leið, har hann
spakuliga, sveittandi og ristandi
flutti seg móti barberspritthillini í
Brúksuni í Dr. Jacosensgøtu. Eg
hugsaði, eg má ongantíð enda sum
hasin maðurin.
Nógv ár seinni siti eg í íbúðini
hjá Karston í R.C Effersøesgøtu í
Havn. Tað er har ið Danstein grav-
steinafyritøkan við útlendskum
gravsteinum heldur til. Vit høvdu
nú kenst í fleiri ár. Eg endaði
næstan sum hann. Og tá eg kom
aftur til lívið, stóð hann á fyrstu røð
at taka ímóti mær og hjálpa mær
tey fyrstu fetini á nýggju edrúu
lívsleiðini. Karston var ikki heim-
leysur meira, hann búði í hesi lítlu
íbúðini og hansara sorgblíða lyndi
varð rættuliga sett í rammu í hesi
lítlu íbúð við øllum teimum navn-
leysu gravsteinum uttanfyri. Hann
umboðaði gravsteinafyritøkuna í
býnum, og hetta var seinasta starv
hann hevði, áðrenn hann flutti til
heimbygdina tey seinastu árini. Eg
visti slett ikki, at Karston var sami
maðurin, sum eg hevði eygleitt so
mangan við barberspritthillina í
brúksuni í Dr. Jacobsensgøtu. Og
meðan vit sita og práta, so síggi eg
eina lítla mynd av vegginum. Og
har er hann aftur, skitni og gamli
sprittarin úr Dr. Jacobsensgøtu. Eg
spurdi Karston, hvør hasin maðurin
var. »Hatta eri je, hatta var je, tá
gætan var mítt heim. Je hevði tvær
hendur og hjartað tað slóð og gætan
var mítt heim«.
Inni í íbúðini var nossligt, og
onki var til felags millum Karston
og gamla mannin á myndini á
vegginum. Teir vóru úr hvør sínum
heimi. »Je búði á gøtuni. Onnur
vóru í eins svárari neyð sum eg,
bara ríkari peningaliga, munurin
var bert, at tey høvdu ráð at keypa
rennusteinin og flyta hann inn í
fínu stovurnar«. Segði Karston.
Og so prátaðu vit víðari um
nýggja lívið, meðan navnleysu
gravsteinarnir stóðu svangir uttan-
fyri. Tveir turrlagdir drykkjumenn
sita og leggja ætlanir, tosaðu um
nakað so fjart frá tí gamla lívinum
sum at rinda skuld aftur, vilja svara
hvørjum sítt og enda enntá inni á
andaligum lutum. Tosa um Gud, og
um at taka ábyrgd í livinum.
»Fyrst og fremst so má eg takka
tí góða Gudi fyri alt, og at hann læt
hetta undrið henda, at eg kundi fáa
eitt normalt lív. Eg hevði mist alt og
serliga virðingina fyri mær sjálv-
um, og nú er alt við at rætta seg
aftur spakuliga«, segði Karston, og
setta drekka á borðið. Karston var
húsligur sum fáur. Hann prátaði
víðari um Guð, sum sannførd fólk
av sonnum vanliga gera. Hann
hevði nú eisini funnið andaligan
heimstað í eini samkomu og gledd-
ist við lívið.
Søgan um Karston er ein sól-
skinssøga, sum hevur fløvað og
styrkt mangar illa komnar drykkju-
menn seinastu 20 árini í Føroyum.
Hann var tolin og hjálpsamur og so
húðleysa erligur. Hann var ikki
bangin at oysa av sínum egnu sváru
lívsroyndum fyri at hjálpa øðrum
við pínu. Hann var ein fyrimynd, og
hann hevði fingið frið við síni
medmenniskju, nú hann lat saman
eygu.
Karston valdi ungur sjólívið og
livdi mong ár í Íslandi, har hann
giftist og fekk fleiri børn. Familjan
syndraðist av levnaðinum og
Karston endaði aftur í Føroyum,
her hann livdi í fleiri ár sum bums í
høvuðstaðnum. Tá ið hann hevði
reist seg aftur, fór hann aftur til
skips og sigldi millum annað sum
kokkur við størsta íslendska nóta-
bátinum Hólmaborg. Karston var
kokkur og enntá ein sera dugna-
ligur kokkur. Hann sigldi so leingi
hann orkaði.
Seinastu árini hevur hann búð á
Tvøroyri og heldur ikki her gróv
hann talentirnar niður. Hansara
arbeiði við fólki í neyð ber longu
ávøskt og fræ eru sáað til styrk og
uppbygging í komandi tíðum.
Og akkurát nú, meðan eg skrivi
hesar reglur kemur Karston ljósliv-
andi fram fyri meg, hesin lítli noss-
ligi maðurin við kamelinum í slips-
inum og við blíða smílinum. Og eg
fái ringa samvitsku av, at eg ikki
fekk sagt honum farvæl í livandi
lívi, og at eg verið staddur uttan-
lands um Gud vil, meðan lætta
kistan verður jarðað seinni í vikuni.
Tó somikið av áliti havi eg til
ævinleikan, at hesi minningarorð
náa honum, uttan mun til, hvussu
langt burtur sálin nú er skotin.
Tøkk fyri, mín góði vinur Karst-
on, tú fór ikki óbrúktur higani og
tínar royndir fara at hjálpa okkum í
tínum stóra vinarskara, hesin skari,
sum tú vígdi títt lív til.
Friður veri við minninum.
Heilsan
Jústinus Leivsson Eidesgaard
Karston Joensen til minnis
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu, tá
Atli P. Dam
doyði og varð jarðaður.
Fyri tey avvarðandi
Sólvá
100 ára føðingardagur
Sunnudagin 27. februar fyllir Karl Jacob Sigvardsen frá Gjógv, búsitandi á
Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi, 100 ár.
Føðingardagurin verður hildin norðuri við Gjógv.
Byrjað verður við kirkjugongd klokkan 12.00.
Klokkan 13.30 bjóðar kommunan øllum, sum ynskja at heilsa upp á Karl
Jacob, til døgurða í Gjáar Samkomuhúsi.
Aftan á verður farið til kaffi á Gjáargarði, har øll eru hjartaliga vælkomin.
Hildið verður á til klokkan 17.00
NEKROLOG
Ved meddelelsen om sangeren og billedkunstneren
Ólavur á Vális død mindes jeg et dejligt menn-
eske, hvis venskab og menneskelige egenskaber
fylder meget i erindringen. Vi mødtes i januar
1982 på Kunsthøjskolen i Holbæk. Her lærte vi
Ólavur at kende som et varmt og musisk menn-
eske, der ejede humor og beherskede den kvikke
replik - og så kunne han synge! For undertegnede,
som kom fra den danske kulturkreds’ sydlige
hjørne, var det en oplevelse at stifte bekendskab
med den færøske sangskat.
På højskolen arbejdede Ólavur med skulptur og
maleri. Synsoplevelsen var udgangspunktet, som
også ses i tegningerne fra de senere år. Et gennem-
gående træk er billedernes faste struktur.
Sammen med sine søskende indspillede han
CD’en "Sterk var tann hond". Den rummer bl.a.
"Harri, Tû meg tókst" med melodi af Knud Vad
Thomsen, der oprindeligt komponerede den til St.
St. Blichers Til Glæden.
Boer du højt blandt hine Stjerners Hær,
Som jeg saae paa Himmelbuen tindre?
Har ej Himlen da det samme Skjær?
Er dens høje Stjernehvælving mindre?
Blichers vers passer fint på Ólavur, det åbne, glade
og musiske menneske.
Viggo Böhrnsen-Jensen
Grafiker og maler
Flensborg