fríggjadagur 25. februar 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Ísland hevur sent Einar Kárason og Sjón.
Noreg hevur ein sterkan kandidat við Karl
Ove Knausgård og hansara stóru skaldsøgu
"En tid for alt" og kenda yrkjaran Stein
Mehren. Svøríki hevur sum vant góðar
høvundar við í ár í kappingini. Serliga er
skaldsøgan hjá Majgull Axelsson "Den jag
aldrig var" ein møguligur vinnari í ár.
Danmark hevur sent tveir
avantgarduhøvundar, ið helst ikki hava
nakran størri kjans. Simon Grotrian og savnið
"Korstogets lille tabel" er sera torført at lesa.
Teir flestu ummælarar tora væl at viðganga, at
teir ikki skilja Grotrian. Onkur heldur, at
hann er sálarliga sjúkur. Hitt umboðið fyri
Danmark er skaldsøgan hjá Kirsten
Hammann "Fra smørhullet", ið er dømi um
eina (serliga) danska postmodernismu frá
1990inum, tá hon er mest keðilig.
BÓKMENTAVIRÐISLØN
Kim Simonsen
Danskir høvundar verða hildnir at vera teir keðiligastu í
Norðurlondum. Í ár hava danir so aftur provokerandi sent
tvey avstað, ið júst í ovurmáta umboða, hvat tey í Svøríki
og Noreg finnast at donskum bókmentum fyri, at hesar
bókmentir er ólesilig mimalminimalistisk stuttprosa.
Í 2005 eru 11 uppskot frammi til bókmentavirðislønina
hjá Norðurlandaráðnum. Millum tey 11 sum kappast um
at fáa hesa heiðursløn, er føroyingurin Tóroddur Poulsen.
Virðislønin verður latin vinnaranum á fundi í Norð-
urlandaráðnum í Reykjavík í oktober. Tóroddur er
innstillaður fyri yrkingasavnið "Eygnamørk", ið
Mentunargrunnur Studentafelagsins hevur útgivið. Skjótt
kemur mentanarnevnd Norðurlandaráðsins at hava sín
árliga fund, tá verður almannakunngjørt, hvør hin hepni
vinnarin er. Bókmentavirðisløn Norðurlanda-ráðsins
2005, sum er uppá kr. 350.000 danskar krónur.
Við í ár eru nógv kend nøvn. Í norðurlenskum høpi eru
fólk sum Sjón (Í), finska Rakel Liehu, Einar Kárason (Í),
Majgull Axelsson (S).
Mikudagin koma vit so at fáa at vita hvør fær stóra
heiðurin í ár. Í fjør vann finski Kari Hotakainen sera
óvæntað, sjálvt um eg haldi at bókin var sera stuttlig og
væl skrivað.
Danir spenna fót fyri seg sjálvar
Í Danmark sita Peter Laugesen og Marianne Ping Huang í
nevndini. Serliga Peter Laugesen er ein kendur danskur
yrkjari sjálvur. Møguligani er tað tí, at tey í ár hava valt
høvundar sum
Kirsten Hammann og Simon Grotrian. Tey siga, at
Simon Grotrian er valdur tí hann bæði umboðar
avantgarduna í 1960inum, barok og at hann hevur ein
serligan form. Hesin formur, er so hermetiskt lokaður, at
tað er nærum ógjørligt at opna hann:
Jeg ønsker at være dit mørke
og ekspropriere rosinhavet.
Skilpaddeskjoldet
ved Hebrons forsagelse.
Solen går stønnende ned over manden
der høster bronzele
du er klædt på i kærtegn
en himmel (...)
Bókin hjá Kirsten Hammann "Fra smørhullet", er óvanliga
ótolandi lestnaður:
Se, Søren og Mette. Søren bor i et hus, og Mette bor i et
hus. Søren og Mette bor i et hus. Nej de bor i en lej-lig-
hed. På en vej. Nej, i en gade, A.ma.li.e.gade.
Skaldsøgan snýr seg um Mette, sum hvørki er serliga
klók ella býtt, serliga mentað ella ónd, góð ella politisk.
Hon mistrívist í síni stóru íbúð á Amaliegade i Keyp-
mannahavn. Hon er ein rættuliga keðiligur persónur, ið
sær realitysendingar í sjónvarpinum. Hon etur ov nógv
slikk og tá maðurin Søren (sum í lesibókini Mette og
Søren) rýmur, gerðst hon desperat og fer at umhugsa lívið.
Men mátin hon skrivar er rættuliga løgin. Eg hoyri til tað
slagið av kritikara, ið ongantíð havi tolt Kirsten
Hammann. Eg skilji ikki, hví danir ikki hava instilla Lars
Frost og óføru skaldsøguna hjá honum "Smukke biler
efter krigen" ella Christian Jungersen "Undtagelsen". Við
hesum bókunum høvdu teir haft ein kjans. Báðar hava
vunnið óført av prísum og selja sera væl, men hetta er
kanska tað sum er galið?
At møta tí enska
Norðurlenska øki er sera lítið og tí er lætt, at ensk-
amerikansk mentan kemur at yvirtaka av nógv rúm. Eitt
endamál við hesum prísinum er tí at: "bryde med den
strøm af angelsaksisk littera-tur, der tager hyldepladsen i
de nordiske boghandlere og at ud-brede kendskabet til
litteraturen i norden«, hetta tók Marianne Ping Huang.
Mangt løgið er hent við hesi virðisløn, m.a. varð Henrik
Nordbrandt instillaður tríggjar ferð, áðrenn hann fekk
virðislønina í 2000 fyri yrkingasavnið 'Drømmespor'.
Seinni fekk norski høvundin Jan Kjærstad endeliga hesa
virðislønina fyri sína skaldsøgutriologi um Jonas
Wergeland.
Øll vinna
Tað er ein heiður, at verða innstillaður til hesa virðisløn.
Høvundin fær henda heiður, forlagið og sjálvur stovnurin
sum gevir hana.
Ummælarin hjá Politiken Mikkel Bruun Zangenberg
viðgjørdi m.a. Tórodd Poulsen, Stein Mehren og Anna
Halberg í einum ummæli, hann helt, at:
"To ældre, slidte mænd og en slagkraftig og køn ung
kvinde - det er næsten, som om de tre nordlige
lyrikkandidater til Nordisk Råds Litteraturpris mimer den
hjemlige valgkamps gebrækkeligheder, og måske også de
opløftende takter."
Hann helt, at Tóroddur minti um Anders Fogh
Rasmussen. Og Stein Mehren heldur hann er ein
ræðuligur yrkjari, ið er verri enn Mogens Lykketoft sum
politikari. Best dámdi honum svenska yrkjarin Anna
Hallberg. Sum heild dámar honum Tórodd, kanska mest í
mun til "det norske statskoryfæ Stein Mehren, der sidste
år fik den prestigiøse Gyldendal-prisen for 'Imperiet
lukker seg'. Hann heldur at hesar yrkingar eru:
14
Nr. 39 - 25. februar 2005
BÓKMENTAVIRPISLØN
Kim Simonsen
Norðurlenska Bókmentavirðislønin fór til Ís-
lands í ár. Vinnarin varð Sjón, ið vann við
skaldsøguni "Skugga-Baldur". Sjón er stytt-
ing fyri Sigurjón Birgir Sigurðsson. Hann er
føddur í 1962. Longu sum 16 ára gamal fór
hann at skriva yrkingar og útkom við bókini
"Sýnir" í 1978. Í árunum sum fylgdu útgav
hann sjey yrkingasøvn, ið vóru útgivin
savnaði í 1986 í bókini "Drengurin með
röntgenaugum" (Drongurin við røntgeneyg-
unum). At byrja við útgav Sjón sjálvur sínar
bøkur og varð tí kendur sum ein
undurgrundyrkjari
Sjón var sum yngri ein partur av bólkinum Medusa,
ið var ein bólkur av yngri høvundum í 1970inum og
1980inum, ið vóru ávirkaðir av surrealismuni.
Nevndin fyri Virðislønina tók til, at: "Skugga-
Baldur javnvigar flott millum poesi og prosa. Skald-
søgan setur motiv saman frá íslenskari søgn,
romantiskum frásøgukynstri og eina hugtakandi
søgu, har okkara tíðar etisku spurningar taka seg
upp.
Í 1987 útkom fyrsta skaldsøgan "Stálnótt" (Stál-
nátt). Í 1989 útkom "Engill, pípuhattur og jarðaber"
(Eingil, høgur hattur og jarðber). Tað var nú mest
við triðu skaldsøguni, at hann gjørdist kendur.
Bókin "Augu þín sáu mig" (Eygu tíni sóu meg)
gjørdi hann kenda sum skaldsøgurithøvund eisini.
Bokin varð týdd til danskt, finskt, norskt, svenskt og
onnur mál. Eftir hesa bók útkom annar partur av
hesi skald-søguni "Með titrandi tár".
Sjón hevur við hesum skaldsøgunum roynt at
endurskapt 20. øld. Hann brúkar eitt religiøst
sjónarhorn og sum aðrir íslenskir høvundar, sum
brúkar hann íslenska søgn, men eisini krimi, film og
teknifilm.
Instillaður til Oscar
Sjón hevur eina fortíð sum høvundi at stuttsøgum,
barnabókum, sjónleikum og hann hevur skrivað
tekstir til m.a. Björk og The Brodsky Quartet. Hann
skrivaði tekstir til filmin hjá Lars von Trier "Dancer
in The Dark" í 2001, har Björk sang og leikaði. Fyri
hetta avrikið varð hann instillaður til ein Oscar.
Skaldsøgan Skugga-Baldur er frá 2003, hon er
fimta skaldsøgan hjá Sjón. Í hesi søguni fer hann á
ferð niður í íslenskar søgur. Navnið Skugga Baldur
kemur frá einum óndum anda ella einum myrkum
trølsligum og óhugnaligum fólki. Baldur Skuggason
er høvuðspersónurin, hann er lúnskur og tolir ikki
dagsins ljós sum menniskja. Hesin persónurin broyt-
ist, men er tó løgin og illavorðin.
Bókin er bert 123 síður long og er skrivað, so at
hon bæði er prosa og poesi. Hetta er ikki ein løtt bók
at lesa, tí hon er rættuliga absurd og samstundis
hevur Sjón fyri, at skriva sera torskilt.
Sjón úr Íslandi
vann
"Vann eg kom eg í eitt gott selskap. Tað eri
eg longu tí eg eri instillaður saman við
nógvum góðum høvundum, men vinni eg,
komi eg í bólk við tey, ið hava vunnið fyrr.
Nakað sum hevði verið stuttligt við at
vunnið, var at eg kundi gjørt høvundarnar
øvundsjúkir í Íslandi. Tað kundi eg flent eftir
í eina viku ella tvær"
Sjón í samrøðu við Politiken (áðrenn han vann)
Svanar og dunnuungar
Bókmentavirðislønin hjá Norðurlandaráðnum 2005
Sjón