Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-25, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. februar 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

"…fuldkommen rædselsfulde og elendige, den værste karikatur på noget der skal forestille at være sådan rigtig 'lyrisk', fyldt med tunge, symbolladede konstruktioner, allegoriske udsagn, som selv en tungnem, alkoholiseret 12-årig ville kunne aflæse på et nanosekund, en essentielt taktløs tilbøjelighed til kunstig pseudo-dybsindighed, der ikke er til at bære, og så endelig en flødetyk patos, der ofte kæntrer i sentimentalitet og jammerlig selvmedlidenhed". Eg eri ikki samdur við honum, eg havi lisið Stein Mehren og hann er stundum í ætt við Henrik Nordbrandt og Søren Ulrik Thomsen og við eldri svenskar modernistar sum Ekelöf. Her er brot úr yrkingini: "Imperiet lukker sig": Ansikter om kvelden i store byer, Du kan se på dem at alt er for sent. De kommer mot deg som om de haster vekk, bort fra den katastreofen vår tid er. De kommer ut av kinoer og teatre, møter og kafeer, Bleke som om de hentet opp av massegraver ennu ikke identifiseret af noen som kjenner og elsker dem (...)" Hatta sum er við at geva ummælarinum á Politiken vaml, eru eina mest klassiskar modernist-iskar yrkingar. Tað skuldi ikki undra meg um Stein Mehren vann hesa kapping í ár. Hin vegin so rokni við at yngri norski høvundin Karl Ove Knausgård hevur ein góðan kjans við skaldsøguni "En tid for alt" og at svenski høvundin Majgull Axelsson, við bókini "Den jag aldrig var". Eg keypti hesa bókina í Svøríki herfyri, men eg havi ikki lisið hana liðna enn, men hon er stak spenanndi haldi eg og er eitt boð um bók, ið kann koma at vinna. Norðurlandaráðsins bókmentavirðisløn Varð givin fyrstu ferð í 1962 og er givin síðani. Endamálið er at økja um kunnleikan og áhugan fyri norðurlenskum bókmentum og at styrka um norðurlenska felagsskapin. Nevndin er sett av Norðurlensku Ráðharrastovuni, har sita 10 limir, ið velja hesi verk. Bert tvey verk kunnu instillast um árið. Vinnari verur funnin við atkvøðu. Rói Patursson og Williamm Heinesen er einastu føroyingarnir, ið hava vunnið. Í Danmark hava fólk sum Klaus Rifbjerg 'Anna, jeg, Anna' (1970), Thorkild Hansen 'Slavernes øer' (1971), Villy Sørensen 'Uden mål - og med' (1974), Peter Seeberg 'Om fjorten dage'(1983), Peer Hultberg 'Byen og verden' (1993), Dorrit Willumsen 'Bang. En roman om Herman Bang' (1997), Pia Tafdrup 'Dronningeporten' (1999) og Henrik Nordbrandt 'Drømmebroer' (2000) vunnið. Tey sum eru instillað í ár: Føroyar: Tóroddur Poulsen: Eygnamørk. Yrkingasavn, Mentunargrunnur Studentafelagsins, 2004 Danmark: Simon ‘Grotrian: Korstogets lille tabel. Yrkingasavn, Borgens forlag, 2004 Kirsten Hammann: Fra smørhullet. Skaldsøga, Gyldendal, 2004 Finland: Monika Fagerholm: Den amerikanska flickan. Skaldsøga, Söderströms, 2004 Rakel Liehu: Helene. Skaldsøga, WSOY, 2003 Ísland: Einar Kárason: Stormur. Skaldsøga, Mál og menning, 2003 Sjón: Skugga-Baldur. Skaldsøga, Bjartur, 2003 Noreg: Karl Ove Knausgård: En tid for alt. Skaldsøga, Forlaget Oktober, 2004 Stein Mehren: Imperiet lukker seg. Yrkingasavn, Aschehoug Forlag, 2004 Svøríki: Majgull Axelsson: Den jag aldrig var. Skaldsøga, Prisma, 2004 Anna Hallberg: På era platser. Yrkingarsavn, Albert Bonniers Förlag, 2004 Grønland: Hevur onga instilling í ár. Samiska máløkið: Hevur onga instilling í ár. Leygarkvøldið kl. 20 verður Havnar kirkja karmur um eina ungdómsguds- tænastu, har m.a. føroyskt gospelkór fer at syngja KIRKJULÍV Snorri Brend Tað er Jóannis Fonsdal, prestur við Havnar kirkju sum skipar fyri hesi guds- tænastuni. Hon verður hildin í felag við ung- dómsarbeiðið í KFUM&K og gospelkórið "Sound of Glory-Tensing" og ung- dómsarbeiðinum í Mein- igheitshúsinum. Gudstænastan byrjar og endar á vanligan hátt, við klokkuringing, bøn, urguspæli og felagssálmi, men restin verður væl øðr- vísi enn vanligar gudstæn- astur. Sum ein part av guds- tænastuni fer TenSing- kórið at syngja fleiri lætt- ari sangir við góðum undirspæli frá einum væl- mannaðum tónleikabólki. Ein dramabólkur fer at framføra eitt spennandi og orðleyst dramastykki við góðum baktónleiki. Afturat øllum hesum verða lættari felagssangir, bøn, prædika og altar- gongd. Skipa sjálvi fyri Sound of Glory TenSing (SoGT) er eitt ungdóms- arbeiði, sum fer fram í og út frá KFUM&K í Havn. Høvuðsdenturin verður lagdur á at arbeiða við kóri, men tey fáast eisini við dansirøðir, drama og tónleikabólk. Tað, sum skilir SoGT frá øðrum kórvirksemi og ungdómsarbeiði er, at tað eru tey ungu sjálvi, sum leggja til rættis og avgera, hvat kórið skal syngja, ella hvat tey skulu gera, tá tey til dømis fara á legu. Kórið hevur regluligar venjingar, og hevur fleiri spennandi tiltøk á skránni í vár og eisini í summar. Lívlig ungdómsgudstænasta í Havnar Kirkju Sound of Glory TenSing fer at luttaka við ungdómsgudstænastuna í Havnar kirkju leygarkvøldið Anfinn Kallsberg undirskrivaði miku- dagin, at hann sum fólkatingslimur fer at halda grundlógina CHRISTIANSBORG Marjun Dalsgaard Mynd: Jerry Bergman Mikudagin varð politiska arbeiði á Christiansborg tikið upp aftur, og formað- urin fyri fólkatingið, Christian Mejdahl, hoyrdist aftur lesa upp uppskot til lógir og kunngerðir. Í fund- arhølunum við síðuna av, stríddist Bendt Bendtsen við at fáa eina semju um 50 oyraði, sum hann í valrús- inum lovaði, at brúkarin skuldi sleppa undan. Men áðrenn alt hetta, skuldu allir nývaldir fólkatings- limir skrivað undir, at teir fara at halda grundlógina. Høgni Hoydal skrivaði undir í 2001, honum nýttist tí ikki at endurtaka lyftið, men Anfinn Kallsberg varð tikin í eið. Anfinn tikin í eið Áðrenn nakað parlamentariskt arbeiði kann byrja av álvara, skulu allir fólkatingslimir hava skrivað undir, at teir halda grundlógina. Mikudagin varð Anfinn Kallsberg tikin í eið