fríggjadagur 25. februar 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 39 - 25. februar 2005
Góður smakkur kann menna føroyskt vinnulív
– Vit eiga ta bestu rá-
vøruna, men vit gera
alt ov lítið burtur úr
við at vísa á tann góða
smakkin, sigur Johan
Mortensen. Hann er
ein av stigtakarunum
til Gastronomisk Aka-
demi Føroya, sum
verður stovnað í næsta
mánaði
MATGERÐ
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Feløg av slíkum slagi eru
kend í øðrum londum, men
nú er túrurin so komin til
Føroyar.
Endamálið við felagnum
er at menna tann kulinar-
iska ansin og at kveikja
áhugan fyri føroyskum vør-
um og rávørum.
– Vit eiga eitt so ótrúligt
tilfeingi, líka frá taranum í
fjøruni til neytini í hagan-
um. Men vit gera alt ov lítið
við tað, sigur ein av stigtak-
arunum, Johan Mortensen.
GAF, sum felagið er stytt,
er kortini ikki stovnað enn,
men í næsta mánað er ætl-
anin at kalla inn til stovn-
andi aðalfund. Og so verð-
ur farið til verka.
Kjøt er annað enn kjøt
Í kvøld verður stóra tiltakið
við føroyskum kjøti fyri-
skipað á Hotel Føroyum.
Og er tað nakað sum Johan
fegnast um, so er tað tann
ovurhonds stóra undirtøkan
til tiltakið.
Fyri Johan er hetta eitt
tekin um, at fólk eru farin
at geva okkara egnu rávøru
ans, og fegin vilja fáa størri
kunnleika til ta rávøruna,
sum finst í okkara landi.
– At ein nú hevur sett sær
fyri at vísa á, hvat skerpikjøt
er, og hvat fæst burtur úr
kjøti – tað er sera positivt. Tí
vóni eg eisini, at ein fer at
halda fram við hesum.
– Hetta vísir eisini, at vit
hava brúk fyri at koma
saman fyri at tosa um
føroyskan mat, og hvussu
vit kunnu marknaðarføra
hann í Føroyum og uttan-
lands, sigur hann, og leggur
aftrat, at hetta tiltakið á
hotellinum er eisini sprottið
úr tosinum í GAF.
Gloyma smakkin
Endamálið við GAF er m.a.
at tosa um, hvussu ein fær
tann besta smakkin fram í
føroysku rávøruni.
Tí undrar tað Johan eitt
sindur, at smakkurin sjáld-
an verður havdur á lofti, tá
tosað verður um føroyskt
vinnulív.
Hann vísir til eina sera
áhugaverda sending í út-
varpinum mánakvøldið, har
alingin varð viðgjørd upp
og niður.
– Teir tosaðu um tons og
krónur, og um vøkstur og
dálking. Men eingin tosaði
við einum einasta orði um
smakkin.
– Tað var fyri mær, sum
ein tosaði um nøkur byggi-
elementir, og altso ikki um
matvørur og smakk, sigur
Johan.
Somuleiðis sær hann lýs-
ingar við alskyns tilboðum,
bæði um eitt og annað. Øll
tosa bara um prís og prís,
meðan smakkurin og dygd-
in ikki verður nevnd við
einum einasta orði.
– Okkara ynski við fel-
agnum er tí at tað kann vera
við til at menna føroyskt
vinnulív, eisini gjøgnum
tann góða smakkin, sigur
hann.
Ein bólkur hevur í eina
tíð sitið og fyrireikað stovn-
anina, har bæði kokkar,
fakfólk, rithøvundar og
onnur eru við.
Í næstum verður farið til
verka. Væl gangist, ella
rættari: Væl gagnist!
– Vit mugu gera meiri við at
fáa tann føroyska smakkin
fram, sigur Johan Mortensen,
sum er ein av stigtakarunum
til nýtt gastronomiskt felags